Seinnapartin rullar fótbólturin á FM1 frá klokkan 14. Klokkan 14 til klokkan 14.52 verður sendingin Fótbóltspanelið frá fríggjadegnum endursend. Klokkan 15 verður sagt beinleiðis frá dystinum í Betrideildini [...] Rest" - millum ÍF og EB/Streym í Fløtugerði í Fuglafirði. Fylgt verður við gongdini í dystinum millum TB og Víking, ið byrjar klokkan 15. In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá [...] trimum dystunum. Ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir. Øll kunnu hoyra FM1 HER
Tríggir dystir verða leiktir í Betrideildini hjá monnum seinnapartin í dag. FM1 sigur frá tveimum av hesum trimum dystunum. Klokkan 15 sigur Sjúrður Hildarson Hoydal frá dystinum millum EB/Streym og AB [...] grannauppgerðini millum ÍF og Víking í Fløtugerði í Fuglafirði. Fylgt verður við gongdini í dystinum millum TB og Skála. Prátað verður við umboð fyri øll seks liðini. Ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo [...] øllum dystunum. Samanumtøkur og greiningar verða eisini at síggja á in.fo. HER ber til at lurta eftir FM1.
Seinnapartin sigur FM1 beinleiðis frá bæði fótbólti og hondbólti. Klokkan 15 sigur Tróndur Arge frá dystinum í Betrideildini hjá monnum millum HB og Skála á ovara vølli í Gundadali. Fylgt verður við gongdini [...] gongdini í dystinum millum KÍ og TB. Klokkan 17 sigur Sjúrður H. Hoydal frá 3. og seinastu FM-finaluni í SMS-deildini millum VÍF og Kyndil í Vestmanna. Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo [...] fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7. 3. FM-finalan millum VÍF og Kyndil verður samsend við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.
Ein onnur lokaluppgerð verður í Vágum, har SÍ, sum spælir í 1. deild, og MB, sum spælir í 2. deild, fara at dystast. Tvey av sterkaru liðunum í 1. deild hittast leygardagin. Tað eru FS Vágar 2004 og AB, sum [...] enn næsta vikuskiftið. Fýra dystir verða spældir leygardagin. Á Tvøroyri verður lokaluppgerð millum TB og Royn, og niðurflytararnir á Tvøroyri skulu við nýggjum venjara við róðrið royna at fóta sær aftur
Hóskvøldið 10. novembur klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2022, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Fótbóltsgalla 2022 verður á Parnassinum á Hotel Hafnia. Talan er um [...] um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik. FM1 sendir beinleiðis frá tiltakinum. Her á In.fo fara vit í dag og í morgin, at kunngera tey tilnevndu. Vit byrja [...] byrja við tilnevningunum til ársins málverja. Tær tilnevndu til ársins málverja eru: Flor Glormercau, TB/FCS/Royn Óluva A. Joensen, KÍ Valborg Østerø, B36 Teir tilnevndu til ársins málverja hjá monnum: Bárður
Jensen 80. 1-10: Aleksander Djordjevic 82. SÍ-FS Vágar04 1-2 (0-0) 1-0: Messias Perreira 47. 1-1: Jógvan Holm 67. 2-1: Marcello Marcellino 87. Reytt kort: Karl Johan Djurhuus Royn-AB 1-2 (0-0) 0-1: Dion Jacobsen [...] 0-6: Hendrik Rubeksen LÍF-TB 4-4 (0-2) 0-1: Kaj Roest 13. 0-2: Óli Johannesen 15. 1-2: Andreas Lava Olsen 46. 2-2: Sølvi Vatnhamar 48. 3-2: Magnus Skoralíð 52. 3-3: Óli Johannesen 62. 4-3: Andreas Lava Olsen [...] KÍ-B71 1-10 (0-4) 0-1: Clayton Soares 19. 0-2: Rasmus Nielsen 25. 0-3: Magnus Olsen 28. 0-4: Johannes Jensen 38. 0-5: Clayton Soares 49. 0-6: Clayton Soares 56. 0-7: Wellington Soares 59. 0-8: Asbjørn
hann 59-23. Fyrr í summar hevur VB/Sumba tvær ferðir vunnið fulla úrtøku ímóti TB. Leygardagin var VB/Sumba á Sevmýri. TB hevur ikki møguleika at røkka uppflytingarplássi, men tvøramenn vístu, at teir [...] skulu flyta upp úr næstbestu og í bestu deildina. Síðsta umfarið verður leygardagin 18. oktober. At 1. deild verður liðug eina viku frammanundan, at síðsta umfarið í bestu deildini verður, kemst av, at [...] framvegis megna at seta seg væl og virðiliga upp, tá ið tað eru grannarnir, sum teir standa yvirav. TB var væl meiri sannførandi, og nógvu áskoðararnir sóu, at tað ongantíð var ivi um, hvør skuldi vinna
tryggjað sær trý stig við einum 2-1 heimasigri á TB/FCS/Royn á ovara vølli í Gundadali í Havn. Símun Samuelsen ásannar, at tað var ein skelkur at verða aftanfyri 0-1, tá bert fáir minuttir vóru farnir [...] aftur við at fáa tvey mál, og lítið restaði í at fáa tað triðja málið áðrenn steðgin. Hálvleiksstøðan 2-1 gjørdist eisini endaliga úrslitið. Tað hendi ikki eins nógv í seinna hálvleiki. Símun Samuelsen viðurkennir
John T. Poulsen gjørdi flest mál í 1.deild í fjør og nú er greitt, at hann heldur fram í FC Suðuroy komandi ár. FC Suðuroy flutti upp sum vinnari av 1.deild, meðan TB stjól hitt uppflytingarplássið við [...] dystinum, tí málverjin fekk reytt kort. Støðan var tá 0-0 og tað endaði við, at FC Suðuroy vann dystin 1-0. Tað er suðurrás, sum ber tíðindini. (Mynd: John T. Poulsen í mál á Argjum)
mánadagin 22. apríl. Tá verður spælt soleiðis: Víkingur-B68, HB-B71, Skála-TB og B36-KÍ. Í FSF Varpinum ber til at síggja øll málini frá 1. umfari. [...] Mikukvøldið varð 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið á skránni. Her ber til at síggja øll málini, sum vórðu skoraði í teimum átta dystunum. Síggj málini við at trýsta á pílin á myndini Ikki færri enn [...] enn 38 mál vórðu skoraði í teimum átta dystunum í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið, sum varð spælt farna mikukvøld. Og tað er nokk ikki at taka munnin ov fullan tá sagt verður, at í onkrum føri