Siga frá HB-Skála klokkan 15 og VÍF-Kyndil klokkan 17

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum HB-Skála, og Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá 3. FM-finaluni VÍF-Kyndil á FM1

Seinnapartin sigur FM1 beinleiðis frá bæði fótbólti og hondbólti.

 

Klokkan 15 sigur Tróndur Arge frá dystinum í Betrideildini hjá monnum millum HB og Skála á ovara vølli í Gundadali. Fylgt verður við gongdini í dystinum millum KÍ og TB.

 

Klokkan 17 sigur Sjúrður H. Hoydal frá 3. og seinastu FM-finaluni í SMS-deildini millum VÍF og Kyndil í Vestmanna.

 

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7.

 

3. FM-finalan millum VÍF og Kyndil verður samsend við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.