siga, um avtalan um vápnahvíld kann fáa enda á borgarakrígnum í Sri Lanka. Hetta kríggj hevur vart í 19 ár og hevur kravt umleið 64.000 mannalív. Tann nýggja avtalan er ikki einans ein avtala um, at partarnir [...] Wickremasinghe, sum boðaði frá vápnahvíldaravtaluni, sum er fingin í lag eftir drúgvar samráðingar. Noreg hevur staðið á odda fyri semingsroyndini, og norski sendiharrin í Colombo, Jon Westborg, fekk í gjár vissu [...] enninir hava ræðið á, og hetta var fyrstu ferð í tíggju ár, at ein srilanskiskur stjórnarleiðari hevur verið á hesum leiðum.
Danmark fer at vera stýrt av eini borgarligari stjórn komandi fýra árini. Valstríðið hevur verið hart, og mikil orðadráttur hevur verið millum tey ymsu valevnini. Í dag skal veljarin siga sína hugsan. [...] Veljarin hevur altíð seinasta orðið, tá fólkavaldu umboð okkara bjóða seg fram at stýra landi ? í hesum førinum er tað ríkið. Myndamaður okkara var týsmorgunin uppi í ítróttarhøllini á Hálsi, har havnarfólk [...] veljarakanningum missa síni umboð. Tó er einki avgjørt fyrr enn atkvøðurnar eru taldar, tí onkuntíð hevur tað víst seg, at veljarakanningarnar hava verið skeivar. Í Danmark er lítil ivi millum valgranskarar
ofta ólavsøkudagur er fallin á ein sunnudag, meðan hann hevur verið tingmaður. Hann hevur funnið út av, at tað er hent tvær ferðir. Og tá hevur hann verið við til skrúðgonuna, men tingið er ikki sett fyrr [...] hava mótmælt, at tingið skal byrja arbeiðsárið ein sunnudag. Og tingmaðurin, Hendrik Old, sum alment hevur boðað frá, at hann hvørki fór at vera við til skrúðgonguna ella sjálvan tingfundin, verður kortini
Skráin fyri konsertina mikukvøldið er í høvuðsheitum hin sama sum á Danmarkarferðini. Cantabile hevur biðið unga trombonleikaran, Andras Olsen, verða gestatónleikara á konsertini, og hann fer at spæla [...] gomlum, av kendum føroyskum og minni kendum útlendskum sangum. Cantabile er eitt sera virkið kór og hevur síðani síðsta summar verið samansett av 13 sangarum, og hava tey vant undir leiðslu av Benjamin Gaasedal [...] Gaasedal, einum av teimum yngru kórlimunum, síðan Pauli í Sandágerði flutti niður. Pauli hevur tó, við jøvnum millumbilum, vitjað her heima og vant við kórinum. Kostnaður fyri konsertina í Kommunuskúla
dekoratør, og hevur arbeit við at prýða handlar og vindeygu. Eisini arbeiðir hon við blómuprýði og øðrum. Seinastu mongu árini hevur hon nýtt stóran part av frítíð síni til at mála. Hon hevur eisini havt [...] eisini á Torginum við hópin av vørum fyri nógv niðursettar prísir. Frá hósdegnum til leygardagin hevur HB myndaframsýning frá 70 árunum og tombola á Torginum í SMS.
Tjaldri. StÍF hevur seinastu dystirnar savnað sær stig, eftir at byrjan var eitt sindur trilvandi. Tjaldur er einasta liðið í deildini, sum ikki hevur fingið nakað stig enn. Í fleiri dystum hevur liðið klára [...] klára at hótt í fyrra hálvleiki, men síðani er liðið dragnað, tá dysturin hevur liðið móti endanum. Dysturin millum StÍF og Tjaldur verður sunnudagin kl. 16.00
Reidar Nónfjall, sum hevur verið stjóri á stovninum seinastu fimm árini, boðaði frá at hann hevði ikki hug at halda fram í starvinum. Nú freistin at søkja er um at vera úti, hevur Vinnumálaráðið fingið [...] Strandferðsluni skal kunna taka við starvinum skjótast gjørligt. Fráfarandi stjórin hevur uppsagnartíð til á nýggjárinum, men hevur biðið um at sleppa úr starvinum fyrr, um tað letur seg gera.
valevni hava stillað upp, og valstríðið hevur borið dám av tí vanliga hátíðardáminum í Brasil við nógvum litum, ljósi og ikki minst dansi. Ikki tí. Fólkið í Brasil hevur ikki so nógv at fegnast um. Búskapurin [...] benda á, at tann 57 ára gamli fyrrverandi skópussarin og jarnsmiðurin Luiz Inacio Lula da Silva hevur teir bestu møguleikarnar. Lula, sum hann vanliga verður nevndur, fær sambært teimum seinastu kanningunum [...] og teir útlendsku íleggjararnir hava eisini gjørt greitt, at hann er ikki teirra maður. Men hetta hevur ikki ávirkað veljararnar, sum eftir ølælum at døma fara at velja hann til forseta í morgin.
Lennart Johansson. Nógvur turbolensur hevur verið kring Blatter, sum hevur verið ákærdur fyri vánaliga fíggjarliga stýring. Tað sigst hava havt við sær, at FIFA hevur mist fleiri milliardir. Á aðalfundinum [...] umtókti FIFA bossurin, Sepp Blatter, í samrøðu við eingilska tíðarritið Sport Businesss International hevur sagt, at hann ikki ætlar sær at stilla uppaftur, tá annað formansskeiðið hjá honum verður lokið í
í Politiken Cup við at vinna sær ein IM-norm. John Arni hevur eins og Flóvin fyrr verið tætt við hetta altjóða gjøgnumbrot, og allarhelst hevur normurin hjá Flóvini verið við at skumpa John Arni á røttu [...] røttu leið. John Arni telvaði eina sera støðuga kapping, og hevur sannliga uppiborið norm sín. Flóvin fekk bjargað sær kappingina við góðum endaspurti, sum tó ikki var tætt við at ogna honum sínum næsta normi [...] Finnbjørn Vang gjørdi. Ungi klaksvíkingurin Rani Baldursson vann sær hinvegin yvir 100 ratingstig, og hevur nú umleið 1530. Føroysku úrslitini í Politiken Cup 2002: John Arni Nilssen 7 stig av 11 Flóvin Tór