Vilja hava skópussara til forseta

Gjaldoyrað fellur við rúkandi ferð, útlendski kapitalurin rýmir av landinum, og arbeiðsloysið veksur. Men brasiliumenn vilja hava ein skópussara til forseta.

Í morgin skulu veljararnir í Brasil velja nýggjan forseta. Trý valevni hava stillað upp, og valstríðið hevur borið dám av tí vanliga hátíðardáminum í Brasil við nógvum litum, ljósi og ikki minst dansi.

Ikki tí. Fólkið í Brasil hevur ikki so nógv at fegnast um. Búskapurin er illa fyri, nógvir útlendskir íleggjarar hava stungið í sekkin, og arbeiðsloysið veksur í hvørjum. Nógv stúra fyri, at gongdin skal gerast tann sama sum í grannalandinum Argentina.

Nógv bendir á, at brasilsku veljararnir longu hava avgjørt, hvør skal leiða landið tey næstu árini. Veljarakanningarnar benda á, at tann 57 ára gamli fyrrverandi skópussarin og jarnsmiðurin Luiz Inacio Lula da Silva hevur teir bestu møguleikarnar. Lula, sum hann vanliga verður nevndur, fær sambært teimum seinastu kanningunum meiri enn tvær ferðir so nógvar atkvøður sum hini bæði valevnini.

Lula, sum hann vanliga verður róptur, er ikki høgt í metum í brasilska fíggjarheiminum, og teir útlendsku íleggjararnir hava eisini gjørt greitt, at hann er ikki teirra maður. Men hetta hevur ikki ávirkað veljararnar, sum eftir ølælum at døma fara at velja hann til forseta í morgin.