einar sjálvstøðugar suverenar Føroyar. Eitt er málið, annað er hvussu tú røkkur tí og nær. Samgonguskjaliðsetir út í kortið karmarnar og skal landsstýrið til at fylla teir út. Eftir øllum at døma verður [...] uppbyggjandi, so er neyðugt, at landsstýrið leggur allar upplýsingar fram. Tað er eisini neyðugt, at sakkøn fólk á øllum økjum í samfelagnum, leggja sína vitan fram fyri almenningin. Og tað er neyðugt, at andstøðan [...] maður skal til at gera viðmerkingar ol. til komandi viðurskiftini millum Føroyar og Danmark? Jú nettup tí vit her tosa um framtíðina hjá ikki bert okkum í dag men eisini hjá komandi ættarliðum er tað so ómetaliga
trupulleikin hjá fólkaflokkinum er vorðin so mikið størri. Talan er um ein so álvarsligan trupulleika, at flokkurin kemur heilt at missa sítt trúvirði, ger hann ikki av at taka støðu til og avgreiða henda trupulleikan [...] hevur brúkt nógva orku at rósa sær av og gera til sína. Hvussu oftani hava vit ikki hoyrt sama ÓB taka til orðanna í seinastuni, at av tí at hann nú er í so góðum hýri fer hann ikki at fella eina sos [...] um nakar sum helst stoltleiki, nøkur virðing og nøkur sunn fornuft er til - at tíðin, tá ÓB atkvøddi saman við teimum konservativu er søga. Nú má ÓB gera eins og hin føroyski fólkatingsmaðurin: nevniliga
TAÐ verður oftani tikið til - av afturhaldskreftum sjálvandi - at vit føroyingar eru ov fáir og ov smáir til at megna nakað sjálvir. Tað er bara ikki rætt. Vit megna tað vit vilja. Og viljanum tykist oftani [...] spennandi og nýggjar uppgávur sum at flúgva til flestu av grannalondum okkara. Nú seinast eisini til Skotlands. Skotlandsflúgvingin byrjaði við framsýningartúri úr Vágum til Glasgow og Aberdeen í gjár. Hetta tiltak [...] okkara er við á hesi forvitnisligu farleið. EIN náttúrlig avleiðing av øktu samvinnuni millum Føroyar og Skotland er eitt gott flogsamband - og eitt gott flogsamband vil so aftur medvirka til enn størri
skulu hava fólkapensjónina at líta á. Tað arbeiðið er nú við at koma undir land. Eyðfinn Petersen, formaður í Havnar Handverkarafelag, sigur at ætlanin er at hava eykaaðalfund um tríggjar vikur, har ið nevndin [...] nevndin fer at leggja fram, hvørjir møguleikar eru. Og tá er ætlanin, at limirnir skulu taka støðu til, hvørja pensjón, teir vilja hava. [...] Nevndin í Havnar handverkarafelag fekk fullan stuðul á ársaðalfundi felagsins mikukvøldið. Tveir nevndarlimir, Harry Johannesen og Kaj Niclasen stóðu fyri vali og teir vóru at kalla einmælt afturvaldir
foreldrunum og tí deyða barninum. Felagið hevur m.a. sent ymiskt tilfar til sjúkrahúsini í Føroyum, sum vónandi kann verða teimum ein góður stuðul, tá tey standa við foreldrum, sum hava mist eitt pinkubarn. Felagið [...] Felagið Pinkubarnadeyði hevur nú virkað í Føroyum síðani 1994. Endamál felagsins er at skapa samband millum foreldur, sum hava mist pinkubørn. Eisini roynir felagið at ávirka samfelagið at hjálpa og stuðla [...] vælkomin, stendur í tíðindaskrivi frá felagnum. Vilja fólk vita meira, eru tey vælkomin at venda sær til eitt av umboðunum fyri Felagið Pinkubarnadeyði: Helle T. Johansen, Kristiansgøta 8, 118 Hoyvík, tlf
søkum. Nei, hetta er sjálv høvuðssakin. Í hesum stríði er eingin valmøguleiki, her ber ikki til at velja frá í mun til hvørjar aðrar góðar sakir eg valdi at taka lut í. Tí alt annað er treytað hetta eina: [...] vísir til Luthers frágreiðing til 5. boð, har Luther sigur soleiðis: Um tú sært ein ósekan verða dømdan til deyða, ella koma í eina líknandi neyð, og tú ikki bjargar honum, um tú hevur møguleikan til tess [...] Í døgunum 15. til 22. apríl fær »Føroya Pro Vita« vitjan av enn einum mannarættindastríðsmanni. Hesa ferð er tað norski presturin Ludvig Nessa At stríðast fyri mannavirði er fyri hin kristna ikki ein søk
at Ísrael er til, so altavgerandi, at tað eigur at hátíðarhaldast. Ert tú í iva, skalt tú bara hugsa um alternativið: at Ísrael ikki er til!« Chr. C. Svendsen, ritstjóri á gamla blaðnum Kirkeklokken, sum [...] rætti andin er til staðar, og gevur tí íblástur til stríðið móti korruptión í allari verðini. 1948 kollvelti eisini mangt í tí kristnu kirkjuni og samkomuni. Túsund ára misskilt teologi fall til jarðar hvat [...] sum er formaður í Fælleskomitéen í Danmark ? eitt meginfelag fyri øll donsk-ísraelsk vinafeløg, har eisini felagið Vinir Ísraels í Føroyum er limur ? skrivar m.a.: »Hin nýtímans Zionisma bleiv til, tí
tvs. hægri inflatión. Um framleiðsluvirðið minkar er ilt at siga, tí framleiðsluvirðið, sum verður skapað í húsarhaldinum ikki er lætt at meta. Tað er mín uppfatan, at framleiðsluvirðið í samfelagnum sum [...] nýta hesa kommunalu tænastuna (hetta er tað sama sum at nakrir havnarborgarar fáa endurgjald fyri ikki at brúka býarbókasavnið). Um kontantstuðul verður givin til foreldur, sum ikki taka av tilboð um [...] ansingarpláss svarar tað í veruleikanum til, at prísurin fyri eitt ansingarpláss hækkar við somu upphædd. Undirritaði er vísur í, at hetta fær avleiðingar fyri samfelagið og tað átti at verið kannað áðrenn
fleiri ferðir sagt, at hann er sinnaður fyri at tingast við føroyingar um ein nýggjan og ein meira nútímans sáttmála millum londini bæði, so nú er at smíða meðan jarnið er heitt. HELDUR ikki skerst burtur [...] KORTINI má ásannast, at komið er ikki á beint enn, og tí er at vóna, at partarnir eru so mikið at sær komnir, at í heyst verða viðurskiftini normal aftur. Líka mikið, hvat vit annars halda um tjóðskap [...] var fyrimyndarlig og at hon hevur verið til stóran bata fyri føroyska samfelagið. NÚ føroyska tjóðin ? eftir ætlan ? skal taka stór stig á sjálvstýrisleið, er týdningarmikið, at báðir partarnir kunnu
hesi stuðul úr grunninum: Glymur fekk kr. 50.000,- til konsertferð til Nuuk. Vestnordisk Kvindekór í Føroyum fekk kr. 20.000,- til konsertferð til Nuuk. Tónleikabólkurin Hjarnar fekk kr. 20.000,- til tó [...] møguleiki er at søkja stuðul úr grunninum til frama fyri samstarvi og fatan millum borgararnar og kommunustýrini í Nuuk og Tórshavn. Endamálið við grunninum er at veita fíggjarligan styrk til tiltøk ella [...] tónleikaferð til Nuuk. Tórshavnar Kamartrio fekk kr. 50.000,- til konsertferð til Nuuk. Nuuk býarorkestur fekk kr. 9.000,- í sambandi við luttøku í »Nordisk Orkesterfestival« fyri musikkskúlaorkestur í Tórshavn