endaliga, so skal ein stórur partur av tí vinninginum skattast. Hetta er ein av fortreytunum fyri, at tær spekulatiónir, sum hava verið við sølu av loyvum, ikki skulu halda fram sum tær hava verið í dag [...] ognarrætturin liggur hjá tí almanna og ongantíð kann liggja á privatum hondum. Vit ynsktu at fáa hetta greiðari í lógina, so ístaðin fyri eina uppsagnartíð upp á 10 ár, so skal tað vera galdandi, sum tað er í [...] sigur Bárður á Steig Nielsen. – Vit eru eisini samd um, at ein umsitingarætlan skal galda fyri vinnuna. Vinnan og serfrøðin hava verið samd um ein umsitingarætlan, og tað skal fáast við í uppskotið, áðrenn
Vit, sum eru spilt og onki gera sjálv. Vit ætla okkum at fáa uppreisn! Vit vilja sleppa av við okkara ringu umtalu við at gera ein mun fyri menniskju, ið ikki liva undir líka góðum umstøðum sum vit. Vit [...] vit klár at leggja til brots. Ein góð gerð er bert ein dropi í sjónum, men tað merkir ikki, at hesin dropin er uttan virði. Tað, ið hevur týdning er, at tú og eg vilja gera ein mun. Reis teg fyri tíni søk [...] okkara felags verð. Hvussu í allari víðu verð? Vit eru 19 tannáringar frá eftirskúlanum Alterna, sum liggur í Mariager í Danmark. Vit fara til Afrika í sjey vikur, har vit, umframt at gera sosialt hjálpararbeiði
taka saman um støðuna hjá liðnum. Seria 2 eitur deildin, sum ÍF Føroyar spælir í. Henda deildin er undir sonevndu Keypmannahavnarseriuni, sum er ein undirdeild hjá danska hondbóltssambandinum. Deildirnar [...] til 7. deild. Her standa føroyingarnir seg sera væl, og hava teir vunnið 12 dystir, spælt ein javnleik og tapt ein. Seinasti sigurin kom í hús síðsta vikuskiftið, tá føroysku harrarnir spældu ímóti Tårnby [...] eitt mál hvør. Næsta vikuskiftið skulu føroyingarnir aftur á vøllin. Tá verður mótstøðuliðið HIK, sum liggur á triðja plássi og átta stig aftanfyri ÍF Føroyar.
Søren Bendtsen, er vegna kanningararbeiðið, sum nú er í gongd, fáorðaður um smálutir í málinum. Hann sigur, at viðkomandi, sum er deyður í Aasiaat, er ein ungur maður, og at tey avvarðandi eru kunnað [...] eisini hjálpir løgregluni í málinum um deyðsfallið í Aasiaat. - Tað illgrunasama liggur í, at tað er ein ungur maður, sum er deyður í Aasiaat. Vaktleiðarin, Søren Bendtsen, veit at siga, at Grønlands Politi [...] kunnað um deyðsfallið. Fyrr í hesi vikuni varð ein 58 ára gamal maður funnin deyður í grønlendsku bygdini, Arsuk, og her er ein 45 ára gamal maður varðhaldsfongslaður og skuldsettur fyri dráp. Tað merkir, at
stríggið við at basa lægru liðunum, so er einki at ivast í, at talan er um ein dyst, sum TB óivað vinnur. Men TB hevur, sum áðurnevnt, fleiri ferðir verið noytt til at spæla javnbrótara móti lægri liðum í [...] ÍF fær vitjan av Drátti. Her kann gerast talan um ein spennandi dyst, tí ÍF hevur bitið væl frá sær í seinastuni, meðan Dráttur hinvegin hevur havt ein lítlan niðurtúr. Oddaliðini lættar uppgávur Á pappírinum [...] botnliðnum SÍ, og tað hevði verið einki minni enn ein sensatión, um tað skuldi eydnast sørvágskvinnum at fáa nakað burtur úr tí dystinum. Mjølnir liggur ájavnt við TB í stigum, men hevur betur settmun,
upp í ein strúk av vestri og útnyrðingi og um náttina slítur í. Hitin millum 4 og 8 stig. Veðrið Langa fríggjadag: Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, vaksandi upp í hvassan vind. Ælaveður, sum um náttina [...] okkurt ælið, partvíst sum vátaslettings- ella kavaælingur. Hitin um dagin millum 2 og 6 stig, um náttina niður móti frostmarkinum. Veðrið Skírisdag: Lot til andøvsgul av vestri, sum frálíður skýggjað og [...] Hitin umleið 5 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst í ein landnyrðing úr Føroyum fer spakuliga norðureftir og grynnist. Eitt hátrýst vestan fyri Bretsku oyggjarnar liggur so at siga í stað. Køld luft rekur inn yvir
hesi síðu kann lesast, hvussu væl tað nú liggur fyri hjá Toda og hinum í FCK. Teir eru í løtuni á odda í superliguni, og nógv bendir á, at talan kann gerast um ein rættiliga avgerandi dyst, tá Brøndby kemur [...] síggja. Í øllum førum verður talan um ein føroying á áskoðaraplássunum, tí Todi Jónsson skipar nú fyri eini kapping á heimasíðu síni, har høvuðsvinningurin er ein ferð til dystin millum FCK og Brøndby [...] Brøndby. Reglurnar fyri at luttaka eru sera einfaldar. Einasta, sum krevst, er at svara sjey spurningum, sum standa á heimasíðuni hjá Toda. Svørini til hesar finnast á heimasíðunum hjá stuðlunum hjá Toda, og
áskoðarunum, sum stuðla væl, sigur Andass Johansen. Venjarin í felagnum, Christian Iversen, hevur havt tríggjar mánaðir at kanna føroyska miðvallaran. - Andrass er ein hartarbeiðandi góður drongur, sum hevur [...] 23 ára gamli Andrass Johansen hevur skift til Fremad Amager, sum spælir í triðjbestu deildini í Danmark. Tó skal sigast, at felagið liggur greitt á odda í deildini, og tí er sannlíkt at Fremad Amager spælir [...] av landinum at spæla. Hann var í fjør á veg til Hillerød, men tað bleiv ikki til nakað og ein skaði argaði ein stóran part av kappingarárinum.
Fornminnisfelagið stúrir fyri, at spreingiarbeiðið, sum skal til fyri at kunna dýpa havnalagið, kann fara at skaða helluna og bygningarnar á Tinganesi, sum eru av okkara allarfremstu fornminnum. Samstundis [...] tað trupult hjá mær, sum landsstýrismanni í mentamálum at ganga ímóti einum slíkum tilmæli. ?Vit eiga at taka øll sjónarmið við í eini avgerð, sigur Jògvan á Lakjuni og hann at ein avgerð verður tikin nakað [...] Friðing Nú verður tað eisini ein politiskur spurningur, um havbotnurin framvið Tinganesi skal friðast ella ikki. Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, sigur, at hann nú fer at taka málið um
stigatalvuni, so skulu bæði liðini hava ein sigur, so at VB ikki aftur dregur frá. Bæði liðini fara tí eftir sigrinum sunnudagin, og VÍF er kanska at meta sum ein lítil favorittur frammanundan, tí kvinnurnar [...] umfarinum, sum verður leikt leygardagin. Tríggir dystir eru á skránni, og teir eru allir áhugaverdir á hvør sín hátt. Allir dystirnir eru fluttir fram til leygardagin, so at eingin dystur er sama dag sum lan [...] heiðursmerkini. Liðið liggur bara trý stig aftanfyri VB og við einum sigri sær alt ógvuliga áhugavert út hjá kvinnunum av Strondum. Væntandi er tó at VB fer at basa kvinnunum hjá StÍF, sum fyrr í ár hava víst