venjarin eftir dystin. Vist vístu okkara menn áhaldni og vilja. Men tað var ikki nóg mikið til at vinna okkum tey so nógv umbidnu stigini. Vit hava fyrr á hesum stað sagt okkara hugsan. Og vit skulu endurtaka [...] innrás í Føroyum. Hesaferð ikki av írskum munkum ella einabúgvum men av stoltum og ernum írum, sum eftir mong harðbalin ár og stríð, hava megnað at byggja upp eina tjóð, sum í dag telist millum tær fremstu [...] av írska stoltleikanum, treiskninum og dugnaseminum. Hóast vit mikudagin skulu stríðast á vølli, so rætta vit eisini eina vinarhond út móti írska upphavi okkara og biðja til, at henda nýggjasta innrásin
Henderson. Teitur og Kresten kennast og høvdu júst skriva eitt lag saman. Nýggja lagið æt "Louie Louie". Kresten spældi Rhoads og Teitur gittara og sang. Lagið bar brá av, at tað var nýskrivað, og var ikki eitt [...] Mikael Blak og amerikanski trummleikarin Derek Murphy við at gera klárt. Ljósið í salinum slóknaði og pallurin stóð tómur - Øll bíðaðu spent. Teitur kom gangandi út á pallin tók gittaran og byrjaði at spæla: [...] spæla: "Let?s go dancing" og allur salurin varð bergtikin í somu løtu. Teitur átti allan salin restina av kvøldinum. Ein maður og ein gittari, einki tvætl, bara orð og tónleikur. Í øðrum lagi: "Shade of
tey trý, Ginna, Teodor og Hilmar Jan, og mala út og inn. Teodor gongur javnan út til faksmaskinuna fyri at vita, um okkurt gott bræv er komið. Hilmar Jan rennur aftur og fram og ansar eftir, at innsløgini [...] Mangur man hava sitið og flent eftir onkrari skemtisøgu, sum hevur verið lisin upp í sendingini, og mangur man eisini hava sitið og grunað yvir, hvat var stuttligt við hasari søguni og so framvegis. Í miðal [...] hava sent inn við ymiskum søgum og líknandi. Tey bæði smoyggja sær oyramikrofonirnar niður um oyrini og bíða eftir, at tíðindakvinnan skal gerast liðug við at lesa tíðindini og siga frá, at nú er Nón á skránni
okkara samfelag, og so sigur hann: "Hinvegin krevji eg av okkara fólkavaldu politikarum, ið stýra landinum, at teirra ráðandi hugburður skal vera merktur av áliti og áræði! IKKI ótta og óhjálpsemi". Við [...] hansara tykki, skuldu burtur og hvørjar skuldu skerjast, fyri at vit kundu fíggja tað føroyska fullveldið. Í hesum sambandi nevndi eg ítøkiligu økini fólkapensjón, skúla og sjúkraviðgerð. Mikudagin 25. [...] vælferðartænastur skuldu burtur og hvørjar skuldu skerjast, so var tað ikki fyri at fáa eitt svar, men heldur fyri at vísa á, hvussu torført tað er at svara hesum spurninginum. Og eg haldi, at Knút vísir við
sita fyri sjónvarpinum og síggja teknifilm, og heilt vist hevur eitt slíkt kvøld styrkt hugflogið hjá børnunum. Eftir søguna sluppu børnini at tekna og seta lit á mumimyndir, og tá fóru tey vaksnu inn [...] Tað var hugnaligt og fjálgt á bókasavninum í Klaksvík mánakvøldið, tá Bjørg Fjallsbak og Tina Purkhús lósu søgur fyri børnum og vaksnum. Livandi ljósini settu ein eyka dám á hesa serstakliga hugnaligu [...] lesa søguna; ?De stumme gæster?. Síðani var kaffi, saft, piparnøtur og siropskøkur at fáa. Bæði vaksin og børn hugnaðu sær óført, og stuttligt var at hitta fólk, tú sjáldan hevur høvi at skifta orð við
størstu møguleikarnar. ? Hann er sera sterkur og royndur súkklari, men tað er sjálvandi ikki vist, at hann fer at klára seg í Føroyum, tí henda kappingin er hørð, og eg eri vísur í, at okkara fremstu súkklarar [...] Statoil. Og hóast súkklufelagið er lítið, so hevur tað eydnast teimum undanfarin ár, at skipa fyri eini sera góðari kapping. Súkklingin er, sum flest øll vita, rættiliga nýggj ítróttargrein í Føroyum og tí hevur [...] frálíku úrslitini, sum súkklarar okkara hava fingið í oyggjaleikahøpi, og ikki minni tey sjáldsama góðu úrslitini, sum eitt nú Bogi og Rógvi hava fingið í Danmark bera prógv um, at her býr ein vilji aftanfyri
savnaði eitt stað millum 150 og 200 fólk, og tað heldur fyrireikarin, Mimmy Vágsheyg, er rættiliga gott. - Tað var kalt, og tað regnaði, men eg eri væl nøgd við uppmøtingina og røðurnar, sigur Mimmy Vágshyg [...] rættiliga stuttligt at skipa fyri hesari kravgonguni. Øll hava verið blíð og positiv, sum vit hava heitt á, bæði í Havn, í Suðuroy og her norðanfyri, sigur Mimmy Vágsheyg. Fólk tóku eisini væl ímóti undirskrifta [...] strikaða. - Fólk hava verið ógvuliga positiv, tá vit hava gingið runt og savna undirskriftir. Fyrningarfreistin er eisini rættiliga fløkjaslig og skeivt sett, tá vit tosa um ásettu paragraffirnar, sigur Mimmy
leygarkvøldið. Líkskoðan hevur verið, og tað er staðfest fyri vist, at talan er um Minnu. Einki bendir á, at talan er um eina brotsgerð. Minna Dahl Michelsen var autistur og búði í einari vardari íbúð í Nykøbing [...] Nykøbing Falster. Tey sum kendu Minnu, vita, at hon var eitt gott og lívsjáttandi menniskja. Bettina Elsborg fra Nykøbing, sum kendi Minnu væl, skipaði fyri privatari leiting eftir Minnu, sjálvt um myndugleikar [...] er deyð, skrivar hon á Facebook vangamynd síni: "Minna hevur nú fingið vakrar veingir frá Várharra og er farin til himmals. Ærað verið hennara minni".
sjálvdan rýkur av ongum brandi, og frá øðrum keldum fæst at vita, at tíðindini eru sonn. Á skrivstovuni hjá JFK Trol vátta tey, at stjóri felagsins, Hanus Hansen, er í Panama og kannar møguleikarnar fyri samstarvi [...] samstarv millum Aker RGI og JFK Trol, verður úrslitið, at eitt risa skip kemur í Føroyska flotan. Talan verður tá um American Empress, ið er 4000 bruttoregistartons til støddar, og sum hevur hevur eina frystilast [...] Reiðarafelag, at American Empress heilt vist fær fiskiloyvi við Føroyar, um avtalan kemur í lag. Treytin fyri hesum er bert tann, at skipið kemur undir føroyskt flagg, og fyri at hetta skal bera til, er neyðugt
flykrandi, gulum og bláum pensilsstrokum. Høvuðsárinið er poetiskt og grundleggjandi abstrakt, samstundis sum áskoðarin fær varhugan av onkrum kendum í mynstrum og skapum, ið tó støðugt umbroytist og víkir undan [...] hann nú fram sum áhugaverdur og øðrvísi listamaður. Hansara fýra verk eru øll stødd í Klingruni í Norðurlandahúsinum, og har standa tey væl. Verkini eru úr stáli og glasi og trý av teimum eru lýsingar av [...] Mortensen og Aggi Ásgeirsdóttir, ið øll síggjast, haðan inngongdin til framsýningina er. Er áskoðarin staddur hinumegin, sær hann verkini hjá Bárði Jákupsson og Zachariasi Heinesen, eins og málningarnir