KONSERT
Niels Uni Dam
Vega er eitt av best umtóktu spælistøðunum í Keypmannahavn. Hølini plagdu at eita Folkets Hus og vera háborgin hjá danska Javn-aðarflokkinum. Føroyingar minnast kanska hølini, sum karmin um stóru veitsluna, tá Føroyar og Danmark høvdu spælt dyst í fyrstu EM undankappingini hjá føroyska fótbóltslands-lið-num í 1990-1991.
Deymurin av 12. manni er langt síðan horvin úr hølunum, og einastu minnini um javnaðartíðina eru heitini á salunum, sum enn hanga á veggjunum. Lítla Vega er t. d. Stauningsal-urin og stóra Vega er Kongressalurin.
Komin upp í barrina, sum eitur Karnapsalurin, vóru bíðirøðirnar longu gloymdar. Spenningurin og jaliga kenslan fyltu salin, sum eru eitt slag av inngongd til Kongressalin.
Teitursa kvøld
Á pallinum bjóðaði Teitur fyrsta gestinum Tobias Frøkær vælkomnum. Hetta var Teitursa kvøld, hann var vertur. At Teitur sjálvur bjóðaði gestunum inn á pallin, gav øllum kvøldinum ein persónligan dám.
Fullur salur
Salurin fyltist spakuliga meðan Tobias Frøkær spældi. Tá Teitur bjóðaði Hush á pallin var næstan fult. Áhugin var so stórur, at Vega hevði latið ballkongirnar upp. Hetta verður bert gjørt á teimum størru tiltøkunum.
Bæði Tobias Frøkær og Hush spældu friðarligan tónleik, har tey góðu løgini vóru í hásæti. Kvøldið var hugnaligt og eitt slag av friðsælu valdaði.
Tá seinastu tónarnir av Hush tagnaðu, tendraðu tey ljósini inni í Kongressalinum. Nokkso fitt av føroyskum andlitum sóust í fjøldini, men nógv tey flestu vóru danir.
Á pallinum fingust ljóðmaðurin Jónas Bloch Danielsen, bassleikarin Mikael Blak og amerikanski trummleikarin Derek Murphy við at gera klárt.
Ljósið í salinum slóknaði og pallurin stóð tómur - Øll bíðaðu spent. Teitur kom gangandi út á pallin tók gittaran og byrjaði at spæla: "Let?s go dancing" og allur salurin varð bergtikin í somu løtu. Teitur átti allan salin restina av kvøldinum. Ein maður og ein gittari, einki tvætl, bara orð og tónleikur.
Í øðrum lagi: "Shade of a shadow" komu bassur og trummir við. Pulsurin á framførsluni bukaði eitt sindur harðari, og fulli Kongressalurin varð Teiturland. Teir hildu fram við "Halfway between"
Fyrsti gesturin á pallin var enn einaferð: Tobias Frøkær. Hann kom á pallin at spæla gittar og syngja kór á "One and only" og á einum av stóru hæddarpunktunum "Sleeping with the ligths on".
Sambært Jyllandspostinum hevur Teitur selt 10.000 eintøk av fløguni: "Poetry and Aeroplanes" í Danmark. Hetta hoyrdist á áhoyrarunum, sum dugdu væl at syngja við. Allur salurin sang: "I still sleep with the lights on".
Kendur gestur
Tobias, Mikal og Derek fóru av pallinum aftur. Ístaðin kom kendi danski tónleikasnillingurin Kresten Osgod á pallin. Hann er kendur úr Jazzumhvørvinum í Danmark, og hevur millum annað spælt trummir hjá Caroline Henderson. Teitur og Kresten kennast og høvdu júst skriva eitt lag saman. Nýggja lagið æt "Louie Louie". Kresten spældi Rhoads og Teitur gittara og sang. Lagið bar brá av, at tað var nýskrivað, og var ikki eitt av minniligu løgunum á konsertini. Á næsta lagnum "To meet you" spældi Kresten Osgod trummir og bassurin kom við aftur.
Teitur spurdi um vit høvdu hitt kendasta gestin hetta kvøldið: Jólamannin. Jólamaðurin arbeiddi í barrini eitt skifti og gekk annars runt og tosaði við fólk. Teitur segði: at jólamaðurin kundi geva okkum, tað sum vit ynsktu, og at sambært jólamanninum, var ein genta sum æt Mette á konsertini og hon ynskti sær ein mann.
Salurin livdi við
Strúkararnir vóru komnir á pallin og lógvabrestinir mundu ongan enda taka, tá tey spældu løgini: "You?re the ocean", "Rough around the edges", "Josephine", "I was just thinking" og "Amanda?s dream". Salurin livdi allur við.
Áðrenn Teitur fór undir seinasta lagið, minti hann á, at um fólk vildu hoyra meira kundu tey bara klappa eitt sindur. Eg haldi at tað var lekkurt, at hann var eitt sindur ironiskur um ein av teimum mest láturligu siðunum innan mentan.
Seinasta lagið hjá Teiti varð upprunaliga gjørt í skemti. Ætlanin var bert at spæla tað einaferð. Men longu fyrstu ferð tað var spælt, var móttøkan so góð, at tað gjørdist fastur partur av spæliskránni. Nú var tað seinasta lag á skránni. Talan var um eina fráíka tolking av "Great balls of fire" hjá Jerry Lee Lewis. Teitur og bólkurin fóru av pallinum. Men vóru klappaðir út aftur tvær ferðir.
Du tror vist på Julemanden
Tá Teitur kom út aftur á pallin, rópti ein kvinnurødd: "Teitur, jeg elsker dig!". Teitur var skjótur at svara: "tal med julemanden". Tá ein maður rópti "Teitur, jeg elsker dig!", svaraði hann "Du tror vist på Julemanden!".
Eykaløgini hann spældi vóru trý nýggj løg: "I run the Carrousel", "Hanging my worries out to dry" og "Waiting for mars to come out" Serliga tey bæði seinastu løgini vóru framúrskarandi. Í "Hanging my worries out to dry" var eitt petti har Teitur bríkslaði. Hann segði, at um sangurin skuldi innspælast skuldi Kim Larsen bríksla hetta pettið.
Málslig suppa
Konsertin varð filmað, og Teitur skuldi tí upprunaliga tosa á enskum millum løgini. Men hann gloymdi hetta í heilum, og skifti aftur til danskt alla tíðina. Hetta var rættuliga stuttligt, og hann dugdi ótrúliga væl at brúka málsligu suppuna sum krydd til framførsluna.
Samanumtikið fingu vit eina frálíka tónleika-upp-living. Teitur legði Vega fyri sínar føtur, og tá DVD?in kemur út einaferð næsta ár, fari eg at keypa hana og siga: "Eg var har!"
?????
Sum ein svenskur Neil Young
KONSERT
Niels Uni Dam
Tobias Frøkær var fyrsti gesturin, sum Teitur bjóðaði á pallin leygarkvøldið. Hann spældi síni frálíku løg. Løgini bóru tankarnar til Neil Young, tó uttan at herma. Frísutti ungi sviðin hevði eina ómetaliga sterka útstráling á pallinum, og tók áhoyraran við inn í sín heim. Fyrstur á pallin, spældi hann fyri umleið hálvum salið. Men fólk savnaðust beinanvegin fyri at lurta.
Teitur og Tobias hava framført nógv saman seinastu mánaðarnar, og tí var tað hóskandi, at júst Tobias var gestur hetta kvøldið í Vega. Men Tobias fekk eisini ein gest á pallin, áðrenn síðsta lag, bjóðaði hann Clint Eastwood vælkomnum. Tað var tó ikki Clint East-wood men Teitur, sum kom á pallin. Teitur spældi Harmonium á síðsta lagnum, og hetta gav framførsluni hjá Tobiasi ein góðan enda, og áhoyrarnir elskaðu tað.
????
Danskur kontripoppur
KONSERT
Niels Uni Dam
Teitur hevði boðið Donsku Hush at spæla nøkur løg í Vega leygarkvøldið. Bólkurin spældi eitt slag av kontrikendum poppi, spælt á gittara og mandolin og væl sungið av song-kvinnuni Dorthe Gerlachs.
Júst røddin hjá Gerlachs var berandi kraftin í framførðsluni. Røddin er klár, rein og vøkur við einum sterkum kontriklangi. Bólkurin fekk væl fatur í áhoyrarunum, og sum salurin spakuliga fyltist, fekk framførslan størri kraft. Tá bólkurin spældi lagið: "If I was" sum tey gjørdu til filmin Mona?s Verden fyri nøkrum árum síðan, klappaðu og sungu nógv við.
Sambært danska tónleikablaðnum Gaffa, er bólkurin um at skriva undir sáttmála við stórplátufelagið BMG, so vit fara ivaleyst at hoyra nógv meira til Hush. Bólkurin hevur 7 ár á baki, men hevur nústaðni givið fyrstu fløguna "A life time" út.
??????????
Hvat dámdi tær?
Millum nógvu áhoyraranar, sum vóru í Vega leygarkvøldið, vóru eisini fleiri kend andlit úr føroyska tónleikaheiminum. Vit spurdu nakrar teirra um teirra meting av framførsluni hjá Teiti
Lehnert Kjeldsen
z og fyrrverandi gittarleikari í Chase.
Mær dámdi sera, sera væl konsertina. Hon var sera frálík. Teitur letur hurðarnar til útheimin upp fyri føroyskum tónleiki. Hann leggur grundarsteinurin fyri eina føroyska tónleikavinnu.
Teitur hevur ótrúligar gávur at siga frá søgum og fáa fólk til at lurta eftir teimum. Hann hevði áhoyraranar í sínari hulu hond. Fólk livdi við í framførðsluni. Sjálvt um hetta var ein friðarlig konsert so var fokus móti pallinum alla tíðina. Stórur partur av áhoyrarunum vóru rættiliga ung fólk og Teitur fekk eisini fatur í teimum.
Tað er torført at peika á nakað hæddarpunkt. Øll konsertin var fantastisk. Teitur hevur nakað! Hann er í serflokki!
Tað er ringt at spáa um framtíðina, men eg vænti at hjá Teiti gongur tað bara uppeftir. Tónleikaídnaðurin er illa fyri vegna skeivar raðfestingar. Øll orka er brúkt uppá Fastfood tónleik, so kreppan er sjálvskapt. Marknaðurin er svangur eftir tónleiki sum kemur innanífrá, ein revolutión er í gongd. Teitur rakar henda marknað.
Hallur Johannesen
Tónleikari
Mær dámdi stak væl konsertina. Teitur leveraði! Havi tó sæð hann betur. Eg varð ikki líka tikin av framførðsluni sum onkuntíð fyrr. Haldi sum so ikki konsertin var verri enn aðrar hjá honum, men heldur ikki betur.
Konsertin hevði tvey hæddarpunkt, tað fyrsta var byrjanin, tá Teitur spældi einsamallur á kassagittara, hann dugir øðiliga væl hatta. Hitt hæddarpunkti, var nýggja lagi: »Hangin my worries out to dry«.
Róin Siggertson
Tónleikari og Realitystjørna
Eg eri pávastoltur av mínum landsbróðuri. Teitur leggur lunnar undir føroyskan tónleikaídna. Vit hava nógv talentir í Føroyum, og Teitur vísir vegin.
Hann spældi nógvar sangir sum raktu okkurt í mær. Man hoyrir á sangunum at hann hevur smakkað lívið. Hann hevur ikki bara grivið seg niður, tað gevur sangunum substans.
Hæddarpunkti var: »Sleeping with the lights on«. Tað er tann sangurin sum enn situr fastur í høvdinum.