vanliga sjúkan, sum mannaættin hevur at stríðast við, og tey, sum fáast við at gera náttúruheilivág, hava leingi brúkt býflugur til at linna pínuna hjá fólki við slitgikt. Nú hevur ein heilivágfyritøka í Suðurkorea [...] Suðurkorea gjørt heilivág burtur úr eitrinum hjá býflugum, og fyritøkan hevur nú søkt um loyvi at selja heilivágin í USA. Teir amerikonsku heilsumyndugleikarnir eru nú í ferð við at royna heilivágin, og
Shimon Peres, sigur í samrøðu við amerikanska sjónvarpið CNN, at Iran hevur eggjað Hamas til at søkja at Ísrael, og at iranska stjórnin hevur mælt Hamas frá at taka undir við einari avtalu um vápnahvíld. Hann [...] Mursi, fyri at hava tikið stig til at fáa eina vápnahvíld í lag. Ísraelski forsetin sigur, at Hamas hevur skotið umleið 1.200 rakettir ímóti Ísrael síðani mikudagin. Ísraelska stjórnin helt fund í gjárkvøldið
gera mun á kynunum. Hon sigur, at hon hevur fleiri ferðir søkt myndugleikarnar um loyvi til at taka koyrikort, men eftir at hava fingið noktandi svar hvørja ferð hevur hon gjørt av at fara í rættin við málinum [...] Í Saudiarabia hevur ein kvinna lagt sak ímóti innanríkisráðnum fyri at fáa tað at taka av lógarregluna, sum bannar kvinnum har í landinum at fáa koyrikort og koyra bil. Kvinnan eitur Nassima al-Sadah,
síðani er gjørt, tí hetta hevur ligið klárt síðani í januar mánað ár, tá ið tað eisini varð boðað frá, at tað var klárt at fara undir arbeiðið. Tí undrast tey á, at tað hevur drigið so leingi út, hóast [...] verður gjørd í ár. Tað staðfestir Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, nú Helgi Abrahamsen, tingmaður, hevur spurt hann eftir vegnum. Hann sigur, at avtala er gjørd við arbeiðstakara og avtalan er, at arbeiðið
lurta serliga væl eftir. Ákæruvaldið hevur eina prinsipala ákæru, og tríggjar subsiduerar. Og ákærin legði dent á, at tað er einki, sum bendir á, at fleiri enn ákærdi hevur verið við til at beina fyri Pidda [...] Somuleiðis staðfesti ákærin, at ákærdi maðurin hevði tikið lívið av Pidda í egnu húsum hansara. Hann hevur sum nevnt nýtt eina steikipannu at drepa Pidda við. Nú klokkan 13, tá rættarfundurin verður tikin
íleggjarar, og Grønlandsbankin vildi ikki játta meiri, enn hann hevur gjørt, sigur eigarin, Poul Jensen, við kringvarpið KNR. Sjálvur hevur hann brúkt hálvaaðru millión upp á handilin. Grønlendska kringvarpið [...] Eftir bara tveir mánaðir í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk hevur Bónus valt at lata handilin aftur. -Skuldi handilin halda fram, máttu vit fáa millum tvær og fýra milliónir krónur, men tað bar ikki til
árini. Ætlanin var, at Anatolij Serdjukov skuldi standa fyri hesum arbeiðinum, men nú hann hevur fingið sekkin, hevur forsetin valt Sergej Sjoigu til nýggjan verjumálaráðharra. Sjoigu er í løtuni guvernørur [...] Í Russlandi hevur Vladimir Putin, forseti, koyrt verjumálaráðharran, Anatolij Serdjukov (myndin), frá, eftir at ráðharrin er lagdur undir svik í sambandi við eitt mál, har verjumálaráðið seldi nakrar fastar
Eitt hvassorðað kjak hevur tikið seg upp í Fraklandi um eina standmynd av tí kenda franska fótbóltsspælaranum Zinedine Zidane. Tað sermerkta við standmyndini er, at hon vísir hendingina, tá Zidane skallaði [...] undir HM-endaspælinum í 2006. Hendingin gav sum vera man Zidane tað reyða kortið. Listamaðurin, sum hevur gjørt standmyndina, eitur Adel Abdessemed og er av algerskum uppruna eins og Zidane. Standmyndin stendur [...] franska fótbóltssambandinum halda tey lítið um standmyndina av Zinedine Zidane, og fótbóltssambandið hevur skotið upp, at hon verður flutt á okkurt annað stað.
sláturvirki í Sandoynni, tí har eru umleið 6.500 seyðir. Sjálvur hevur hann ein tíggjumarkargarð við 200 áseyðum. Onkur av hinum bóndunum hevur meira seyð. [...] í Føroyum, sendi hann Búnaðargrunninum umsókn um fígging til at byggja sláturvirki á Sandi. Hann hevur søkt um at byggja sláturvirki til at fletta seyð í, men um tað skuldi verið kundi hann bygt tað út
jaligari, enn hann hevði roknað við. -Úrslitið hevur samband við, at flestu norðmenn halda lítið um ES og eru ímóti norskum limaskapi har. Men hendan heiðurslønin hevur einki við norskan limaskap í ES at gera [...] at lata Evropasamveldinum ársins friðarheiðursløn. Tað vísir ein kanning, sum blaðið Aftenposten hevur gjørt. Blaðið spurdi 800 fólk, og 26 prosent svaraðu, at tað var rætt av nevndini at lata ES fáa