á sjógv. Tá kundu vit fáa ørilsi, so høgt sum har við. Hvussu kom hesin vegur so at roynast? Ja, nú kundi man koyra langar túrar við súkklu. Tað var ikki so leingi, so var koyrt eftir vegnum við hestavogni [...] vitað, hvussu væl tað smakkaði.” Hvar fekst tú tað?” spurdi hon so. So fekk hon søguna um tann fína og blíða mannin, sum hevði givið okkum tað. “Hvar hevði hesin maðurin fingið limonaduna frá?” spurdi mamma [...] fyri, at grót datt niður á vegin. Á einum ávísum stað skuldu so hesi bæði strekkini møtast. Tann dagin, hetta fór at henda, sóu vit fram ímóti. So skjótt hetta varð gjørt, góvu vit dreingir ikki grið, fyrr
Sambandsflokkinum. Vit kunnu nokk semjast við hann um tann vinnuliga politikkin men avgjørt ikki um tann tjóðskaparliga politikkin. So uttan mun til hvat man ger, so skal ein ikki lata eyguni aftur fyri, at vit [...] politikkin, so er man noyddur at hyggja eftir, hvat man so fær mest burturúr. Burturvið Og løgmaður heldur ikki tað gagnar sjálvstýristilgongdini, tá eitt nú Tjóðveldisflokkurin tosar um fólkaatkvøðu um fullveldi [...] einstakur sjálvur má meta um, um tað er nóg trygt ella ikki. Anfinn Kallsberg sær tað tí sum eina av sínum fremstu og mest týðandi uppgávum til valið at sannføra veljararnar um, at talan er um eina trygga tilgongd
hetta seg um, at vit vilja hava eina fólkaatkvøðu fyri at spyra fólkið, um tey taka undir við, at vit nú ganga fullveldisleið. So kunnu løgfrøðingar og politikarar kjakast um hetta langt fram í tíðina. [...] vegleiðandi fólkaatkvøða í Føroyum um fullveldisspurningin. Á fólkaatkvøðuni skuldi spyrjast, um veljarin vildi, at landsstýrið tók upp samráðingar við danir um fullveldi, ella um hann vildi hava, at landsstýrið [...] Høgni Hoydal fast um, at talan verður um eina bindandi fólkaatkvøðu. Høgni Hoydal sigur seg ikki vilja koma inn á løgfrøðisligar smálutir í uppskotinum, men leggur dent á, at talan verður um eina bindandi
komið fram, at Noreg og ES hava avtalað eini 10 ár fram í tíðina, hvussu londini sínámillum býta tann partin av makrelkvotuni ímillum sín, sum tey fáa. Tí ræður bara um hjá teimum at fáa ein so stóran [...] stóran part av kvotuni, sum til ber, og so eiga tey næstan allan makrelin. Føroyskur eygleiðari, sum Portalurin hevur tosað við, heldur lítið um úttalilsini hjá skotska fiskimálaráðharranum, Richard Lochhead [...] ikki vilja góðtaka, at Noreg og ES stinga av við øllum makrelinum. Sum partur av strandalandaavtaluni um býtið av felagskvotuni av makreli, fingu Føroyar í 2009 minni enn 5% av heildarkvotuni, meðan Noreg
forvinna í miðal 16.000 kr. um mánaðin, meðan menninir liggja uml. 26.000 kr. Undir orðaskiftinum varð ikki tosað so nógv um at leingja farloyvi upp í 52 vikur, sum ført hevur verið fram. Men Andrias Petersen [...] pápakvotu byrja í smáum, og byggjast út so líðandi. Nakrir tingmenn undraðust á, at ætlanin er at diktera menninir heim, men kortini var rættiliga breið semja um, at ein slík skipan hevði gagnað javnstøðuni [...] Tað hevur leingi verið sum at vísa tarvi reytt at tosa um pápakvotur í sambandi við barnsburð. Kortini var hetta júst tað, sum landsstýriskvinnan í vinnumálum, Bjørt Samuelsen, greiddi frá á tingfundinum
farnar aftur um bak, so kemur Fjarðafestivalurin sum ein sera væl hóskandi endi uppá tey ymisku tiltøkini, sum hava verið í summar. Fyri nøkrum árum síðan vóru ein hópur av festivalum runt um í landinum [...] syngja. Hetta er galdandi, bæði tá talan er um kór- og veitslusang. Seinnu árini hevur sangur og tónleikur veruliga blómað her á landi. Ungar sangrøddir trína fram á pallin og kunnu gera seg galdandi, ikki [...] nakað fyri øll. Skráin í ár er einki undantak. Kommunan fegnast um, at tað aftur í ár hevur eydnast fyrireikarunum at fáa stáplað eitt so stórt tiltak upp á beinini, og vóna vit, at tiltakið eydnast væl
enn einaferð á landsstýrið um at umráða seg av nýggjum, so at kommunurnar fáa neyðugu tíðina til umskipa roknskaparhaldið eftir nýggju krøvunum. Hetta er einasti vegur fram, skal alt tað kommunala rok [...] fylgja. KSF hevur heitt á nýggja landsstýrið um fund til tess at viðgera møguleikar fyri royndarskipan, ið bæði landsstýrið og kommunurnar kunnu liva við hetta fram til 2010. Enn hevur landsstýrið ikki hirt [...] KSF fegnast um henda týdningarmikla reform, sum fer at geva kommununum fleiri og betri fíggjarstýringsmøguleikar. Kommunurnar hava tí eisini tikið virknan lut í fyrireikingararbeiðinum. Eftir ætlan fer
yvirmannafeløgini svara aftur við krøvum um hækkingar í yvirmannahýrum, er so teirra máti at tulka hesa gjørdu samtykt. Av øðrum málum eru onkur prinsipmál um tulkingar í felagsreglunum, sum eru valdandi [...] Fyri at tað ikki skal vera nakar ivi um hesi viðurskifti, so vilja vit við hesum aftuvísa hesum pástandum og gera vart við, at Føroya Reiðarafelag sum mál hevur at varðveita lønarstøði sum nú er við teirri [...] rætt, eru allir partar samdir um sambært tað »Protokollatið«, sum varð undirskrivað fyri einum ári síðani. Tað eru hesi viðurskifti, sum Føroya Reiðarafelag hevur sett fram sum sáttmálauppskot til verðandi
sjálvandi. Eg vil heldur siga tað so, at tú telur teir fyrstu 25, og so hugsar tú ikki so nógv um tað. Men sjálvandi fert tú at hugsa eitt sindur, tá talið er hálvthundrað. Tað eru so hóast alt nakrir dystir, sigur [...] Verður talan eisini um aðrar 50 landsdystir? - Tað veit eg ikki. Nú byrja skaðarnir spakuliga at koma, so teir kunnu í sjálvum sær gerast ein forðing. Men eg ætli mær so at halda á fram, so leingi sum eg tími [...] - Tað merkir ikki so øgiliga nógv hjá mær, at eg raki dyst nummar 50, um eg eri við leygardagin. Tað er kanska meira nakað, sum tú hugsar um aftaná. Tú fært sjálvandi eina gullnál, og tað í sjálvum sær
at finna loysnir innan fyri ráðið sjálvt. Næsta avbjóðing er so at finna loysnir á almannaøkinum, so vit sleppa undan at fara so harðliga fram móti teimum veikastu, sigur Jóannes Eidesgaard. Men fíggjar [...] at tey fara at koma fram til eina felags semju, sum bøtir um korini hjá teimum veikastu, sum verða rakt í hesum døgum. Spurdur, hvussu tað kennist sum javnaðarmaður at skula spara so nógv á almannaøkinum [...] upp á tal at økja um hallið á fíggjarlógini. Heldur ikki hjá Javnaðarflokkinum. Og loysnirnar skulu finnast innanfyri tey einstøku ráðini, sigur Jóannes Eidesgaard, sum tó er sannførdur um, at samgongan finnur