Skotski fiskimálaráðharrin, Richard Lochhead, mælir til tiltøk móti Føroyum, tí føroyingar ikki vilja góðtaka, at Noreg og ES stinga av við øllum makrelinum. Sum partur av strandalandaavtaluni um býtið av felagskvotuni av makreli, fingu Føroyar í 2009 minni enn 5% av heildarkvotuni, meðan Noreg og ES kannaðu sær restina. Ísland, sum ikki hevur verið við í avtaluni, hevur undanfarin ár ásett sær sína egnu makrelkvotu á 130.000 tons.
Tað er eisini komið fram, at Noreg og ES hava avtalað eini 10 ár fram í tíðina, hvussu londini sínámillum býta tann partin av makrelkvotuni ímillum sín, sum tey fáa. Tí ræður bara um hjá teimum at fáa ein so stóran part av kvotuni, sum til ber, og so eiga tey næstan allan makrelin.
Føroyskur eygleiðari, sum Portalurin hevur tosað við, heldur lítið um úttalilsini hjá skotska fiskimálaráðharranum, Richard Lochhead, tá hesin mælir til tiltøk móti Føroyum og Íslandi, eftir at samráðingarnar um býtið av felagskvotuni slitnaðu.
Fiskimálaráðharrin, sum var við í samráðingunum í Keypmannahavn, sigur, at hann er illur og sera vónbrotin av, at einki spurdist burturúr.
- Nú er tað heilt greitt fyri mær, at hjá føroyingum er vit og skil ikki galdandi, tá tað ræður um varðveita dýrabæra makrelstovnin í framtíðini, sigur Richard Lochhead.
Eygleiðarin, sum Portalurin hevur tosað við, undrar seg yvir, at Føroyar verða lagdar undir ikki at fiska burðardygt, tá okkara partur í avtaluni hevur verið so lítil.
- Tað er óseriøst av Noreg og ES at siga, at Føroyar ganga makrelstovninum ov nær, tá hesi londini sjálvi eru tey, sum fiska næstan alla heildarkvotuna, sigur hann við Portalin.