Ein grind á einar 50 hval hevur nú lagt beinini í Sandágerð í Havn. Drápið gekk væl, og tað gekk skjótt fyri seg. Fyrsti hvalurin varð dripin klokkan 14:36, og klokkan 14:41 var liðugt. Drápið tók tí ikki [...] ikki meir enn 5 minuttir. Talan er um eina grind á einar 50 hval. - Eg meti tað til einar 50 hval. Har vóru nógvir bátar og nógv fólk, og eg gangi út frá, at tað verður býtt í drápspartar. Tað er tann [...] fyrsta metingin, áðrenn eg taki støðu til meira, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður. Boðað varð frá grind yviri við Strond í dag, og hon hevði flutt seg við nógvari ferð suður eftir. Hon varð funnin aftur
Ein miðalstór grind varð funnin yviri við Strond fyrr í dag. Hon ferðaðist skjótt og liggur nú við Glyvursnes. Grindin verður hildin til í Sandágerði í Havn, og hon verður mett at vera miðalstór. Finnbogi [...] og fleiri eru á veg. Fyri løtu síðani, tá in.fo tosaði við løgregluna, var talan ikki um so stóra grind, og tá roknaðu tey við, at grindin ikki varð hildin til.
heim í landinum. Hóast hetta vóru sera vælegnaðir og hárhvassir grindaknívar, fara menn neyvan í grind við slíkum flottum knívum. Jú, okur hava við eitt sera friðarligt, hjartaligt og arbeiðssamt fólkaslag
sum útlendskir keyparar lata so sera væl at. Á floksmannadegnum varð eisini borðrreitt við turrari grind, kryddað við sama svenska kryddi, sum Tavan í Leirvík kryddar sildabitar við. Tað var formaðurin í
Í nátt hevur ein grind lagt beinini á Borðoyavík. Tað var klokkan eitt í nátt, at ein grind varð sædd úr Árnafirði. Nakrir bátar fóru til hana og tað gekk væl at reka grindina. Hon fór, mestsum av sær [...] verða býtt ímillum tey, sum vóru við í drápinum. Men tað var mitt í nátt, og tað var ikki nógv fólk í grind, so tey fáa rættiliga fitt í part, sigur løgreglan.
bara eitt einasta ting, sum kundi fáa Jóann at útseta átrokandi arbeiði - og tað var, um tað kom grind, tí tá legði hann sum ein av okkara ídnastu grindamonnum alt annað til síðis. - Slíkt eru menn, sum
Tað var stórhvalur, og ikki grind, ið var eystanfyri Suðuroynna í kvøld. Mongu bátarnir, ið fóru út, eru nú á veg inn aftur. Tað var klokkan 22:45, at boðað varð frá grind eystanfyri Suðuroynna, útfyri
Fyri løtu síðani frættist, at grind er funnin eystanfyri Suðuroynna, útfyri Porkeri og Vág. Bátar eru farnir úr Vági og úr Porkeri. Grindin sæst ikki av landi, men skjóttgangandi bátar eru farnir út. Fleiri
er ein lítil vón. Á Sandi harmast mangur um, at grindin ikki vil gera landgongd í kvøld, tí eingin grind hevur lagt beinini á Sandi, síðan Sea Shepherd grindin legði beinini her fyri nøkrum árum síðan.
Í morgun varð boðað frá grind í Suðuroy. Tað var strandfaraskipið, Smyril, sum boðaði frá grind eystan fyri Suðuroy. Bátar fóru til hana, men har var eingin grind at finna. Jaspur Vang, sýslumaður, sigur