eitt øgiligt trýst á nú, og tað hevði eisini givið teimum nýtt mót, um teir høvdu minkað munin niður í tvey mál. Men tað hendi ikki, og GÍ kundi fegnast um, at liðið aftur í ár er við millum fýra tey seinastu [...] seg eftir fyrsta málið hjá GÍ. Tað bjargaði eisini dystinum, at NSÍ fekk minkað um munin áðrenn hálvleik. Um GÍ hevði farið til hálvleiks við 2-0 leiðslu, hevði NSÍ helst ikki kunnað tikið seg inn aftur [...] hittust í fjórðingsfinalu í Gøtu dýra biðidag, og dysturin bar eisini boð um, at hesi liðini skulu vit rokna við, tá kappingin um gull og onnur heiðursmerki fer at harðna seinni í ár. GÍ glógvaði kortini
best fyri, nú seinasti róðurin stóð fyri framman. Nógv varð tosað um, hvat ið kundi lærast av undanfarnu róðrunum. Semja var um, at starturin skuldi eydnast betur, um nøkur vón skuldi vera um at fáa eitt [...] Báturin er stutt sagt ikki egnaður til kappróður sum so. Saman við øðrum bátum, sum eisini vórðu bygdir í farnu øld, eru teir vanliga at finna í aftasta bólki, og er talan tí fyrst og fremst um at vísa [...] inn á bretska meginlandið í vónini um at sleppa víðari til Danmarkar. Men orsakað av verkfallinum har máttu teir liggja nátt í Heathrow í London. Týsdagin varð farið yvir Manchester til Billund, har nátt
lyfta ein so langt upp, at vit onnur ongan møguleika hava at nærkast viðkomandi. Men gongur tú ein túr við Richard, gongur prátið skjótt um bæði leyst og fast, og er tað greitt, at hann er óvanliga væl [...] oyggjasamfeløgini bæði. Spurdur, um hann var sinnaður fyri at endurtaka tiltakið, var svarið greitt »ja!«. Men tað er samstundis treytað av, um ein veruligur áhugi er birtur millum manna, og at tiltakið [...] Nevniliga at finna útav, um føroyingar framvegis eru áhugaðir í tiltakinum framyvir. ? Bólturin liggur nú hjá Róðrarsambandinum, sum Richard sigur. Hann hevur eitt persónligt ynski um, at eitt miðvíst samstarv
nakrantíð er sæddur. Ongastaðni í Asia er so stórt byggivirksemi farið fram sum í Malaysia seinastu árini. Í høvuðsstaðnum Kuala Lumpur stendur í dag millum mongu háhúsini heimsins hægsta hús. Tað er næstan [...] sera stórt, men nógv av hesum er nú steðgað á hálvum gekki. So nógv arbeiði hevur verið í Malaysia, at arbeiðarar í stórum tali eru komnir eitt nú úr Indonesia at arbeiða. Nú ongir pengar eru at taka til [...] óendaligar tíðir., segi forsætisráðharrin. Fíggjarligi vøksturin í Malaysia verður nú roknaður at vera um tvey prosent. Hetta er fýra ferðir minni enn vøksturin seinastu fimm árini og afturgongdin byrjaði í
búgvin til sjálvstýri nú, skilji eg onki. Vit hava spurt gamla vinnulívsmannin, Oddfríð Gregersen í Gøtu, hvat hann heldur um ætlanirnar hjá nýggju samgonguni um føroyskt sjálvstýri og um hann heldur, at vit [...] m. Hatta er, sum tað altíð hevur verið. Ongin er bara vinstrahallur ella bara høgravendur. Tað eru bara nøkru mørk, sum eru sett upp at føra valstríð eftir. Tað, sum hevur alt at siga, er, at samstarvsvilji [...] ES, hóast vit eru í ríkisfelagsskapi Viðhvørt havi eg enntá illgruna um tað øvugta - men tað er so bara ein illgruni. Kanska er tað bara tað, at teir makta ikki at hjálpa okkum til betri sømdir í ES
seld fyri í fjør, hóast tað kundi verið freistandi at sett prísin nakað upp, nú eftirspurningurin er so stórur. ? Sum støðan er nú við FCK og Brøndby í oddinum av superliguni, og at ein dystur millum hesi [...] úrslitini verið hálvvánalig, og dreymurin um gull í landskappingin er rokin. Í tí kappingini eru teir í Brøndby ov sterkir. Men møguleikin fyri gull í steypakappingini er framvegis til staðar, og at mótstøðuliðið [...] Tað er langt frá teimum gott 1000 áskoðarunum, sum Todi Jónsson fyri einum ári siðani plagdi at undirhalda á Lyngby Stadion, og til tey 40.000 sum Kristi Himmalferðardag sessast í Ítróttarparkini í Ke
Hetta er ein stórur bitið at gloypa um hjá nýggja landsstýrinum, og tað er Anfinn Kalsberg eisini greiður yvir. ? Tað skulu verða nógvar tingingar við danir í framtíðini og ríkisviðurskiftini er bara eitt [...] Breckmann av um Heina O. Heinesen. Kann hetta slag av »journalistikki« ikki koma at ávirka samstarvi framyvir? ? Nei. Hatta er eitt farið kapittul og tað kemur ikki at ávirka samstarvi, tað er vist, sigur [...] politiskar samráðingar, og er tann støðan galdandi, so er mín støða tann sama, sum hjá undanfarna løgmanni, men eg fái ikki úttala meg meira um tað. Í nýggja landsstýrinum er ein landsstýrismaður, sum burturav
n ikki undir við. -Tað er einki endamál í sær sjálvum. Tað eru enn ongar fyrirreikingar gjørdar til at økja um okkara sjálvstýri innan verandi karmar sum er. Eg haldi, at tað er ómetaliga týdningarmikið [...] varuga við, hvat fólksins ynski er í hesum máli. Og hann er ikki loysing men økt sjálvstýri. Formaður javnaðarfloksins sigur víðari, at leiðin er at útbyggja sjálvstýrið yvir eitt longri tíðarskeið - undir [...] nettup, at stórur partur av fólkaflokkin er raknaður við við kaldan dreym og hevur sæð, at flokkurin er vaðaður ov langt út. Jóannes Eidesgaard heldur, at tað er ikki óhugsandi, at tað, sum Høgni Hoydal
egnum landi. Durita er eitt slag av gudinnu, hon er almóðirin. Skaldsøgan er somuleiðis ein fagnaðarsongur til kvinnuna, sum livir eftir kenslunum, eftir hvat hon kennir er rætt, og hvat er skeivt. Maðurin [...] áttu av tvøsti og spiki er farið fyri skeytið: »Várharra man hava ætlað okkum okkurt kortini, síðani hann tók henda fongin frá okkum«. Hugburðurin hjá Duritu er beint øvutur, hon er virkisfús og fær gongd [...] einastu ferð í allari skaldsøguni er Durita í iva um framtíðarvánirnar, og tað er stutt fyri, hon skal eiga: »Men ikki var tað altíð lætt; tá ið harðast gekk á, kundi tað koma yvir hana at stúra fyri øllum, sum
sigur hann. Hann sigur, at hóast hann er sera harmur um tað, sum er hent, er hann ikki beiskur. Tað fái eg ikki brúkt til nakað. Nú er at lata tað farna vera farið og at líta frameftir at vita, hvat [...] tað gerst ikki við. Nú er at vita, hvat morgindagurin hevur at bjóða. Viberg Sørensen, skipari á Tvøroyri er ikki beiskur. Men hann kundi havt allar góðar grundir til at verið tað. Tí nú noyðast hann at ásanna [...] . Avtala er so gott sum gjørd við Grønlendingar um at keypa skipið. Hann selur Suðurvarða, tí hann er tað dýrara skipið. Hetta var eitt stórt bakkast fyri okkum, tað skerst ikki burtur. Nú eru vit bumbaðir