skulu samlað umboða førleikar, ið fevna um dyggan kunnleika til og innlit í føroysk samfelagsviðurskifti og mentan, fjølmiðlar og fíggjar- og roknskaparviðurskifti. Stk. 5 . Løgtingslimur ella fólkatingslimur [...] bróta javnstøðulógina. Løgmaður hevur biðið landsstýrismannin um eina frágreiðing. Og tað hevur Kringvarpið eisini gjørt, og við Kringvarpið segði Jenis av Rana, at javnstøðulógin verður hildin aftur, tá nýggja [...] av stýri við sjey limum. Landsstýrismaðurin tilnevnir sjey stýrislimir og sjey varalimir fyri 4 ár í senn. Stk. 2 . Stýrislimir og varalimir hjá hesum verða tilnevndir soleiðis: 1) Átta persónar verða tilmæltir
doyði av arbeiðsvanlukku og var hetta foreldrunum ein harður smeitur. Síðan er Kristian, sum býr á Sandi, Arthur, Ove og dóttirin Bára, haldi eg eri yngst. Tey fyrstu árini búði Bogi og Henrietta í Skopun. [...] hann var altíð á ferð við tráuni og fekk altíð okkurt á. Um heystið helt hann eyga við áunum. Eisini setti hann ingul út ymsastaðir, hetta gekk hann upp í við lív og sál og hevði greiðar meiningar um hetta [...] burturav. Jú, heimbygdin og hann vóru tætt knýtt. Eg fari her at ynskja frið yvir henda serliga vinmann mín. Góða Henrietta, børnini og abbabørnini, tit hava mist ein góðan mann, pápa og abba, ein dag skulu
di inntøkum og fólkavøkstri, hevur Jørgen Niclasen ongantíð so mikið sum megnað at fingið eina krónu at lopið av í landskassan. Hall, hall og aftur hall. Vorðið sum borgarligur politikkur, at bara borga [...] ið bara hava eina vanliga arbeiðsinntøku og bara gjalda arbeiðsskatt. Tað eru altíð tveir til mín og ein hálvur til tín, tá Fólkaflokkurin roknar skattin, og helst skulu kommunukassarnir eisini standa [...] Fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin og fyrrverandi formaður fólkafloksins, Jørgen Niclasen, var skjótur upp úr politiska høvdatrognum við gyltum vallyftum. Ein skattalætta til mín og til tín, tað er einasta bjargingin
Jóansøka er í nánd, og longu í gjár varð hol sett á jóansøkuskránna við barnatitaki og jóansøkubáli. Í kvøld er aftankvirra í Vágs kirkju, har fólk kunnu koma innar klokkan 20:30 og sita í kvirru eina løtu [...] 20.30. Fólk eru vælkomin at tendra ljós og sita í kvirru fyrsta hálva tíman. Kl. 21.00 verður livandi tónleikur við Dagfinn Olsen, Evi Tausen, Hans Jacob Hjelm og Rúna í Lágabø. Tey fara hvør í sínum lag [...] lag at framføra, umframt at tey eisini leika saman. Prestur Patrick De Neergaard endar løtuna við eini kvøldbøn.
Neergaard, prestur, sum vígdi kirkjugarðin. Siður er, at tað verður gingið tríggjar ferðir runt um tann partin, sum verður vígdur, meðan sungið verður. Eftir túrarnar runt um kirkjugarðin, læs prestur upp nøkur [...] Bíbliuni. Í Vágs kommunu siga tey, at nýggi kirkjurgarður, sum hann verður róptur, varð vígdur í 1970 og aftur í 2009. - Nú vóru bert nøkur fá gravarpláss eftir, vita tey í Vágs kommunu at siga. Jón Vilhelm
Burtursæð frá 1989, so hevur skilnaðurin um samband og loysing ikki lagað undir samstarv millum Sambandið og Tjóðveldi. Kortini hevur føroyskur politikkur sum heild bygt á samstarv. Inntil mantra hjá formanni [...] sjálvsgirnd og intoleransu spjaða og undirgrava fólkaræðiligu karmarnar. Bróta samfeløgini niður innanífrá í produseraðum neomarxistiskum sjálvrættvísi – seta seg í offurrollu at definera rætt og rangt, ilt [...] Aftan á tógvið stríð og massivan kritikk frá andstøðuni, rukku borgarligu flokkarnir kortini málinum, javnvág á fíggjarlógini í 2015. Harafturat tók fólkavøksturin dik á seg í 2013 og hevur vart síðani.
gleðast um lívið og tín føðingardag saman við tær. Thomas prestur talaði um teg og segði, at sjálvt um vit øll vóru skelkað og øll høvdu pínu í hjartanum, so skuldu vit ikki lata myrkrið og dapurleikan fáa [...] lítla gøtu í garðinum hjá ommu og abba. Tú og Freya sótu og sungu á áarbakkanum saman við ommu, meðan abbi bar steinar. At spæla klaver fyri langabba – og samanspæl á klaver og kornett saman við abba. Tú bað [...] navnaplátu og nýplantaðum vøkstri við síðuna av – til minnis og æru um teg, elskaða Maria. Vinfólkini vórðu fleiri og fleiri í tali – tú treivst so væl og hevði so nógvar ætlanir. Tað størsta og allarbesta
leiklut í uppseting og rakstri. Vit hava síðani - saman við Framsókn og Tjóðveldi - lagt uppskot fyri tingið um at krevja málið fyri tingið. Hetta uppskotið fall. Tað var bæði stórt spell og heilt óskiljandi [...] heimildina og latið samgonguna stokt í sínum egna feitti. Men hetta snýr seg altso um okkara trygd og trygdina hjá okkara sameindu. Teimum, sum verja okkum, skuldi tað ringasta hent. Um okkara støðu og okkara [...] um ein matrikkul til ein eftirlitsradara, sum enntá fyrst og fremst skal brúkast til sivil endamál, og sum er gagnligur fyri føroyskt vinnulív og føroyska ekspertisu. Hevði Javnaðarflokkurin sagt nei, hevði
fóru Jákup Jacobsen, Edmund Berg og Neil Blackerby úr Florida og settu kósina móti Føroyum. Teir hava nú róð knappar 450 fjórðingar og eru staddir nakað eystan fyri Georgia og South Carolina. Men nú eru teir [...] bleiv so ræðuliga illa fyri hósdagin og fríggjadagin. Ilt í hjarta, fekk ikki andað og sovorðið. Í samráð við læknan hjá honum bleiv avgjørt, at best var at gevast og fara í land. So leygardagin kom costguard [...] veðrið hevur argað nakað. – Vit hava havt síðu- og mótvind síðan dag 2. Vindurin hevur verið upp móti 15 metrar um sekundið. Men vit hava ligið og trodsað tað, og vit rógva allíkavæl. Inn í millum er tað góð
løgmansrøðum og líknandi, hava tølini leingi gingið skeivan veg. Í 2019 byrjaði veðurlagsátakið “Fridays for Future”, har fólk kring allan heimin brúktu sínar fríggjadagar til at varpa ljós á órættvísi og ábyrdgarloysi [...] framtíð, hevði lítla og onga ávirkan. Heldur enn eitt stig fram, vóru vit farin fimm stig aftur. Hvussu kundu Føroyar svíkja okkum á hendan hátt? Ofta havi eg kent meg hjálparsleysa og sæð meg sjálva sum [...] n. Ov ofta verða umhvørvisatlit ein eftirtanki, tá seriøsur politikkur verður førdur. Men næstan allar avgerðir hava ávirkan á umhvørvið, og tað átti at verið sjónligt í lóggávu okkara. Ein veðurlagslóg