- Jú, eg var øgiliga glað, tá eg fekk tað at vita, sigur Maiken. Seinnapartin í gjár var hon eisini ein teirra, sum leitað sær niðan á Posthúsið á Óðinshædd eftir týdningarmikla brævbjálvanum við svarinum [...] so endaliga svarið. - Hetta er akkurát tað, sum eg havi ætlað mær, sigur hon. Nú er so tíð at rigga seg til flytingina til danska høvuðsstaðin, bæði praktiskt og sálarliga. Um ein mánað verður lagt til [...] hvussu verður við at fáa arbeiði innan hetta økið. Við eini slíkari útbúgving ber til at fáa arbeiði hjá til dømis Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. - Eg ætli mær at koma heim, tá eg eri liðug at lesa. Eingin
m at skifta nýggja Víkinga leikaran, Andreas Lava Olsen á vøllin. Hetta skuldi seinni vísa seg at vera ein skilagóð avgerð, tí tað var júst Andreas Lava Olsen, ið skoraði avgerandi málið hjá Víkingi á [...] málið og eg haldi at eg kundi fingið okkurt málið afturat. Hetta er fyrsti dysturin hjá mær í 4 vikur av tí at eg havi verið hálvskaddur, so tað var hart at byrja við einum Europa League dysti. - Eg eri væl
Havnafólk, góðu bygdafólk og góðu gestir uttanlands. Tað er mær ein sonn fragd at bjóða tykkum vælkomin á Ólavsøku 2013. At hesin heiður er vístur mær í ár, eri eg sera errin av. Føroyingar í øllum aldri hittast [...] Olevista kirkjan, sum er uppkallað eftir Ólavi Heilaga, og her helt Tórshavnar Manskór konsert. Tað var ein serlig, kensluborin løta, at hoyra vakran sang í hesi vøkru kirkju, sum skal vera bygd í 12. øld [...] taka úr mentannini hjá okkum, kann eg nevna tónleikin. Musikkskúlin her á landi hevur verið ein ótrúliga góð íløga hjá landi og kommunum. Tosa vit um at marknaðarføra Føroyar uttanlands, so eru tónleikararnir
11:15 og bert ein kundi er í handlinum: Ein kona er farin at keypa saman við trimum av børnunum úr dagstovninum, har hon arbeiðir. Tey keypa stórt inn hesa løtuna, men annars er bert ein annar maður stendur [...] báðum børnunum. Hetta er ein partur av lívsins skúla! Alt broytt Hvat hesin lítli drongurin veit um fólkaatkvøðuna leygardagin, kunnu vit bert gita um. Men her fekk hann í øllum førum ein lærdóm, hóast hesin [...] ikki líkt til at hini hava hoyrt nakað orð grett um tað. - Jú, teir siga fyri mær at tað skal vera ein skuri sum pikkar hol í ein rosinupakka! Øll hini bresta út úr at flenna. Tað er ikki sørt at hesir gø
er, at ongar hóttanir vóru, og at avgerðin liggur hjá Føroya Tele. Hetta er ein nóg góð indikatión fyri okkum um, at tað verður ein rættvís kapping í Føroyum, sum ikki fær nakrar avleiðingar, sigur Kenneth [...] sambundin - men hetta er nakað tvætl og ein misskiljing, meina tey í Huawei. - Tað er arbeiðið hjá einum sendiharra at syrgja fyri, at tað er opin kapping. Tí síggi eg einki løgið í, at ein sendiharri hevur [...] boð um, at stjórin skuldi náa ein flúgvara í sambandi við okkurt átrokandi og óvæntað, og tí bleiv samrøðan bert góðar 20 minuttir long. Nakrar tímar aftaná samrøðuna var sami maður á sjónvarpsskíggjanum
veksur væl í Sundalagnum, skal eg gerast rættiliga gamal, um mær skal unnast at uppliva náttúrulundina í fullum blóma, sigur hann. Tað var tíðliga í nítiárunum, at hann og konan, Edfríð Joensen, fóru undir [...] at náttúrulundin verður eitt økið, her føroyingar sum heild koma at steðga á og njóta náttúruna, eins hetta eisini verður eitt øki, sum útlendingar, ið vitja okkara vakra land, koma at brúka á ferðini í [...] soleiðis sum hon nú liggur í kortunum. Kanska fari eg tá at ganga her í barndømi og spyrja, hvat hetta er fyri nakað, sigur Edmund Joensen brosandi. Spurdur, um urtagarðurin hjá honum Edfríð hevur verið
brævi, sum lá eftir í húsunum, tá konan var horvin, stóð eisini, at um Tom Hagen blandaði løgregluna upp í málið, var lívið hjá konu hansara í vanda. Tað er ein fríggjadag í november í 2018, at Tom Hagen [...] Anne-Elisabeth Hagen, var horvin úr heimi sínum í Lørenskog, spurdi løgreglan Tom Hagen, hvat kona hansara hevði sagt við møguligu ránararnar um hann sum persón og mann. Svarið var, at hon hevði sagt, at [...] er partur av einari ætlan, sum hevði til endamáls at villleiða løgregluna - ella sagt neyvari var hetta partur av einari ætlan at krógva eitt dráp. Tom Hagen sigur seg vera ósekan og sigur seg als einki
mánamorgunin. Eftir at hava verið ígjøgnum hetta at blíva pápi, er tað í øllum førum ikki nakað, sum vildi verið fyriuttan. Tað tók sína tíð, og tað var strævið, men hetta er so tað størsta, sum eg nakran tíð [...] gevur mær frí í nakrar tímar, so eg kann vera eitt lítið sindur saman við familjuni tann dagin. Og hóast hann ikki er alt ov fegin um hetta, at skula avstað alt fyri eitt, so heldur Jákup, at hetta í øllum [...] markerað seg sum fastur uppleggjari til málini. Eins og liðfelagarnir, so gleðir hann seg sjálvsagt til dystirnar, men tað eisini annað og meira enn hetta, sum hevur upptikið tankar hansara hesar seinastu
Í 1977 vísti ein tvørámaður dirvi og árræði og fór undir vindorkuframleiðslu á Tvøroyri. Ein vindmylla varð sett upp, og orkan varð seld til orkurisa Føroya, SEV. - Tá í tíðini vóru nógvir tekniskir t [...] umhvørvisorsøkum, og í dag er vindorka ein stór vinna, sum er ógvuliga væleydnað, vísir Birgir Enni á. Hann sigur, at føroysku myndugleikarnir skuldu umhugsað, um hetta eisini er vert at royna í Føroyum. Birgir [...] verkætlanin peningaliga hevði borið seg, um vit høvdu hildið fram, so runnu kreftirnar undan og arbeiðið var niðurlagt, minnist Birgir Enni aftur. Birgir Enni kann eftir 26 árum fegnast um, at ferð nú er komið
um skøkjurnar. - Fólk halda, at hetta eru kvinnur, ið sjálvar hava valt at gerast skøkjur. Tey vita ikki, at hetta ikki er eitt starv, ein velur á jøvnum føti, sum ein hevði valt at blivið pedagogur ella [...] Eg gekk ongantíð á gøtuni og brúkti ikki rúsevni, so fólk hildu, at eg var ein luksusskøkja. Tey hildu, at eg var frígjørd, at mær dámdi at vera saman við nógvum ymiskum monnum, og at eg tjenti nógvar pengar [...] tí, sum fólk halda. Eg var kynsliga misnýtt sum barn, og tá eg var 29, kom eg inn í skøkjulevnað. Líka sum allar aðrar kvinnur, ið gerast skøkjur, hugsaði eg, at hetta bara var nakað, eg skuldi gera eina