- Júst tað eg ætli mær

Maiken Johannesen úr Vestmanna søkti inn at lesa til ídnaðarlaborant í Keypmannahavn.

Og tað slapp hon eisini.

- Jú, eg var øgiliga glað, tá eg fekk tað at vita, sigur Maiken.
Seinnapartin í gjár var hon eisini ein teirra, sum leitað sær niðan á Posthúsið á Óðinshædd eftir týdningarmikla brævbjálvanum við svarinum í.
Ikki tí, - hon hevði fingið at vita um upptøkuna fyri trimum vikum síðani. Nú fyrilá so endaliga svarið.
- Hetta er akkurát tað, sum eg havi ætlað mær, sigur hon.
Nú er so tíð at rigga seg til flytingina til danska høvuðsstaðin, bæði praktiskt og sálarliga.
Um ein mánað verður lagt til brots!
 
Mín áhugi
At Maiken hevur valt sær júst hesa útbúgvingina kemur ikki av ongum:
- Eg havi verið spent uppá henda lesnaðin. Hetta hevur mín stóra áhuga, sigur hon.
Frammanundan hevur hon gingið á Fiskivinnuskúlanum í heimbygdini og hevur somuleiðis arbeitt í barnagarði í Havn.
Nú er liðugt við hesum, tí um stutta tíð byrjar skúlagongdin aftur á Laborantskúlanum í Keypmannahavn.
- Tá vit gingu á Fiskivinnuskúlanum dámdi mær sera væl mikrobiologi og kemi, sigur Maiken, sum fær møguleika at seta seg meiri inn í hesi evnini tey komandi árini.
Útbúgvingin tekur hálvttriðja ár, og so er spurningurin hvussu verður við at fáa arbeiði innan hetta økið.
Við eini slíkari útbúgving ber til at fáa arbeiði hjá til dømis Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
- Eg ætli mær at koma heim, tá eg eri liðug at lesa. Eingin ivi um tað. Spurningurin er bara um nakað arbeiði er.
- Tað er nevniliga ikki so lætt at fáa arbeiði innan hetta økið í Føroyum, sigur Maiken.