trænum beint framman fyri sær, veit hon akkurát, hvat hon skal ynskja sær. Og hon er eisini sannførd um, at ynskið fer at gang aút. Tí verður hon als ikki bilsin, tá ið hon lítla løtu seinni kemur fram á ein [...] at har var ikki bara gott at vera: »Víst bagir eisini okkurt her. Allur kavin um veturin og allar flugurnar um summarið! Og so Emil, sum ger skálkabrøgd bæði summar og vetur.« Hesum hevði hon rætt í men [...] frá delfinlívinum. Hon veksur upp í einum stórum bólki. Tær vaksnu delfinirnar læra hana, hvussu hon skal verja seg fyri øðrum dýrum, og hvussu hon skal lívbjarga sær. Eins og í bókini um Pandabjørnina eru
umstøður ikki kunnu líknast saman við umstøðurnar aðrastaðni í Europa. Men tað er ikki vist, at FIFA ger nakað sum helst við bótina hjá Jan Dam, tí bøtur upp til 20.000 sveisarfrankar kunnu ikki kærast, [...] føroyskar krónur. Eftir at Jan Dam hevði fingið reytt kort í dysti móti Malta á Svangaskarði, var talan um, at hann skuldi fáa fleiri dagar leikbann, men hann fekk bert eina dagin. FIFA boðaði samstundis [...] mál, góvu teir fyrstu bótina til føroyskan fótbóltsspælarar nakrantíð. Bótin er so stór, at hon verður ikki bara goldin við einum bláum girokorti á Posthúsinum ein fríggjadag seinnapart, og tí fer FSF
hormonikuni! Kjølfestið var tó altíð í tí baltiska og norðurlendska. Sjálvt tá ið teir leitaðu til Spania, samantvunnu teir tað við samiskar rútmur, og tað var týðiligt, at skráin var skilvíst samansett. Humor [...] flenti. Hýrurin var góður, tá teir at enda lokkaði fólk aftaná sær út úr salinum, meðan teir spældu. Tað var skilligt, at stjórin í Norðurlandahúsinum sá eitt sindur forfjónaður út um lítlu áskoðarafjøldina [...] zur, ið hesir báðir estlendingarnir framførdu. Fjøldin visti ikki rættiliga, hvat hon kundi vænta sær. Onkur helt tað vera klassiskan jazz, meðan onkur annar hevði fingið ta fatan, at mentanarvikan bara
Birgir Kruse visti ikki, at hann skuldi hava hesa virðislønina, fyrr enn Martin Næs ringdi til hansara úr útlondum mikudagin við tíðindunum. Hann fekk tó herfyri varhugan av, at okkurt var á vási, tí hann [...] Vetrarbreytini í Føroyum gjørt eitt einastandandi avrik fyri at boða kunnleikan um norðurlendskar bókmentir. Hann hevur ikki bara gjørt eina innihaldsríka sending, men eisini eina útvarpssending, sum lurtararnir [...] útvarpinum, einamest við tónleikasendingum, men seinastu árini hevur hann eisini havt mentanarsendingar um annað eisini. Og tað fær hann nú eitt norðurlendskt herðaklapp fyri. NORDBOK, sum er ein nevnd undir
Heyst«. Hon er um lívið á eini pleygudeild, har fyristøðukvinnuni avgjørt ikki dámar broytingar. So tá ið ein ung hjálparkvinna fer undir at lætta um lívið hjá teimum eldru og stytta teimum um tíðina, [...] stuttum snýr seg um at virðismeta tað, tú hevur, meðan tú hevur tað. Hon er huglagsmynd um hvussu menniskir gerast fremmand fyri hvørjum øðrum, hvussu tey hvør í sínum lagi leita eftir lukku, ikki duga sær løgini [...] hvat pretend merkir. Hartil hevur hon ein litaðan hana úr viði standandi á kommoduni, men hann ávarar hana greidliga ikki. »Hanarnir gala« er sorgblíð søga um at svíkja, ikki bert eina gentu, men eisini seg
og vunnið á VÍF. H71 og VÍF hava bæði átta stig, og H71 kann fara fram um VÍF, um teir vinna í vikuskiftinum, tí VÍF spælir ikki fyrrenn næsta mikudag, tá teir skulu til Havnar at vitja Kyndil, og spæla [...] tekur ímóti, og enn hevur tað bert eydnast VB at vinna einaferð, og tað var á heimavølli. Triðji dysturin í hesum umfarinum verður ikki fyrrenn mikukvøldið, tá StÍF og GÍ fara at spæla i høllini á Skála. [...] Hondbóltskappingin er meiri spennandi nú enn hon hevur verið í longri tíð. Bæði hjá monnum og kvinnum er rættiligur spenningur komin í farnu vikuna. Alt byrjaði við at menninir hjá H71 vunnu á VÍF, og
mest umráðandi. Hon kann næstan verða alt tað, tú biður hana vera. Kanska er tað heldur tað, hon ikki er. Hon er als ikki tengd at nakrari ávísari sjangru. Var hon tað, hevði tað ivaleyst pilkað eitt sindur [...] at avgera, um stankurin, sum fylti bussin, kom frá dintlaverki hansara, ella um hann kom frá lokala bryggjaríinum Ceres. Tá ølframleiðslan var uppá sítt villasta luktaði tað so ógvusliga um allan býin [...] tá hurðarnar fóru upp. Minti ikki sørt um Fuglafjørð (so at heimføroyingurin eisini fekk sítt á skaft). Her skuldi standa okkurt ótrúliga háfloygt um teknikk hjá høvundum, um postmodernaða mentan, við atliti
Vit fingu eitt kamar fyri 12,-, men tað var eisini ússaligt. Dýnan var ikki vaskað í ár, men sjálvt um hon luktaði og var skitin, so kom hon væl við, tí hon var sera tjúkk. Vit hava sleipað eina rúgvu [...] tiga. Hann lurtar eina løtu, og vinkar so til okkum um at bakka skjótt! Vit vistu ikki, um vit skuldu renna av hundanum til, ella um hetta kanska var vanligt fyri at gera tað spennandi fyri ferðafólk. Vit [...] hevði ikki torað. Tá vit so bara flentu, tordi hann eisini at flenna, og tað so hjartaliga! Tætt við endan á gøtuni vórðu vit aftur steðgað av einum manni, ið spurdi, um John var boksari! Um ikki annað
málið fór í tingið. - Av hesum skilst, at tað ikki eru teir somu projektmøguleikar, sum lagt var upp til, tá Framtaksgrunnurin varð stovnaður. - Ætlanin var nevniliga at grunnurin skuldi hava 200 míó. krónur [...] avleiðingin av teimum treytum, sum politikararnir settu, fyri at konvertera, er, at grunnurin ikki fær virkað. - Ætlanin var ongantíð, at politikararnir skuldu hava ávirkan á grunnin. Tað er júst hugskotið aftan [...] formelt fingin í rættlag. Síðani verður mett um nýggju støðuna, við tað at grunnurin bert verður váðafúsur við sjey mió. krónum. - Framtakgrunnurin er ikki 200 mió. grunnur, sum vit høvdu vónað, tá málið
seg forfjónaða Hon kendi seg bara so forfjónaða í fyrstuni. Fólk vildu als ikki tosa við hana um tað, sum var hent. - Fólk nevndi tað ikki, ella royndu at lata sum sóu tey meg ikki, um eg hitti tey á gøtuni [...] sigur Annvør. Hon heldur, at tað bert er eitt slag av sorg, og at hon er eins torfør at liva við, um barnið var deyðføtt. Annvør samanber sorgina tá hon misti barnið, við sorgina, tá hon sum 10 ára gomul [...] Landssjúkrahúsið. Hetta kvøldið hevði Annvør lagt til merkis, at barnið var so friðarligt í búkinum, men hon hugsaði ikki meir um tað. Um átta tíðina á morgni, gjørdu tey seg til reiðar at fara á Landssjúkrahúsið