starvið er sum leiðari fyri Altjóða Trygdarráðstevnuni í München, og hetta váttar ráðstevnan á X, fyrrverandi Twitter. - Eg havi vígt alt mítt politiska lív til tess at varðveita frið. Tað er ein stór æra [...] æra fyri meg at leiða trygdarráðstevnuna í München, sum hevur til endamáls at vinna "frið við samrøðum". Tað sigur fyrrverandi Nato-aðalskrivarin í tíðindaskrivi. Hin 1. oktober varð Jens Stoltenberg avloystur [...] avloystur av niðurlendinginum, Mark Rutte. Trygdarráðstevnan í München byrjar sum óformelt kjakforum fyri verjupolitikki, men hevur við árunum fingið eina breiðari trygdarpolitiska dagsskrá. Ráðstevnan savnar
tú byrjar, minst at biðja tá”, sum amerikanski sangarin, Charlie Pride, sang í 70 árunum og sum var at hoyra í kvøðuljómum í útvarpinum, ein sera góð týðing. Sum ein av teimum stillu í landinum, hava tygum [...] bæði sum hjún vóru altíð so gott toymi, sum við trúfesti og kærleikin bygdu eitt trygt heim fyri døturnar. Tá tit mistu Jóhannes í 2008 var tað ein stór sorg, ikki minst fyri tygum, at missa ein góðan [...] viðurkent sum kirkju og skúlamál í Føroyum og harvið fekk almenna viðurkenning. Ongin tøkk er nóg stór fyri tað. Føroyska málið, sum savnar okkum er hjartaslátturin í samfelagnum, átti í pápa tygara ein slóðara
løtuni liggur BTÚ fyri hvønn íbúgva í Føroyum um eina hálva millión. Samanbera vit okkum við Danmark, sum er eitt ríkt land, eru vit á støði við Danmark. Hetta er ikki ein løtumynd, men ein gongd, sum hon [...] hitt danska. Í sínari framløgu vísti Ruth Vang eisini á, at ójavnin í Føroyum er ikki eins stórur og í øðrum londum, sum vit samanbera okkum við. Hon segði, at hóast vit dúgliga kjakast um býtið av ríkidømi [...] inflatiónina aftur um okkum. Lønirnar eru við at innheinta prísvøksturin, eins og útlit eru fyri einari lægri rentu frameftir, sum ger stóran mun hjá nógvum húsarhaldum. - Samanumtikið mugu vit siga, at
sagt verður, at talan var um einar 20 rakettir, sum vórðu skotnar móti málum í ísraelska býnum. Tíðliga í morgun visti ísraelski herurin at siga, at ein ísraelskur hermaður hevur latið lív á markinum millum [...] vorðið rættiliga álvarsligt - eisini fyri Ísrael - tá havt verður í huga, at Haifa er stórur býur, sum liggur langt inni í ísraelskum landaøki. Í gjárkvøldið og í nátt hava ísraelsk loftálop rakt syðra býarpartin [...] Hamas-álopið á Ísrael hin 7. oktober í fjør - álopin við rakettum. Tað var ísraelski havnarbýurin, Haifa, sum varð málið í tveimum álopum. Í Haifa búgva umleið 280.000 fólk, og sagt verður, at tíggju fólk fingu
ómetaliga góð foreldur, sum hava givið okkum tryggleika og alt tað, sum vit høvdu tørv á. Mamma fór úr skúlanum, tá hon var liðug við barnaskúlan, sum vanligt var tá, men gløgg sum hon er, leitaði hon sær [...] vóru lisnar - eisini enskar – og Karolina man vera ein av teimum fáu á hennara aldri, sum dugir ikki so lítið av enskum. Einaferð var hon eisini sum ung genta og ferðaðist við pápa sínum í Skotlandi. [...] tók sær av manni og døtrum, og skoðsmálið, sum døturnar geva foreldrunum er millum annað hetta: Babba arbeiddi sum maskinsmiður, og tað var hann einsamallur, sum vann familjuni til lívsins uppihald, mamma
verið ein hugtakandi og serstakur danskur auteur, hóast hann í hesum føri gjørdi film úr eini søgu, sum hann ikki hevði skrivað sjálvur. Sum vit skilja, arbeiðir hann aftur við tilfari, sum liggur [...] ítøkiliga úrslitið, at nú hava vit bara ein biograf í landinum, sum vit mentanarpolitiskt stuðla í einum og øllum. Samstundis verður tað truplar at fáa fatur á filmum, sum eru uttanfyri vanliga skandinaviska [...] Filmsfelagið: Tá helt hann ein fyrilestur í Klingruni í Norðurlandahúsinum, har hann las úr handritinum, og við egnari rødd og keipum dramatiseraði allan filmin og hugtók tey møttu. Hann
hjá teimum 18-24 ára gomlu, sum í báðum londum er tann aldursbólkurin, sum sigur seg kenna mest einsemi - ávikavist 15 % í Føroyum og 16 % í Danmark. Í Føroyum vísir seg tó ein onnur mynd fyri tey elstu [...] Tíðindaskriv Heilsustýrið: Frágreiðingin, sum hesa ferð leggur dent á heilsu og trivnað, vísir, at ungu kvinnurnar sum bólkur víkja frá restini av føroyingum viðvíkjandi hesum viðurskiftunum. Ungu kvinnurnar [...] fimta hvør kvinna metir sína heilsustøðu vera minni góða ella vánaliga. Hetta liggur enntá oman fyri elsta aldursbólkin sum er kvinnur oman fyri 74 ár, og væl oman fyri hinar aldursbólkarnar, har hesin
eina útbúgving sum timburmaður, eftir at hann hevði mist varasessin á tingi. - Eg havi eisini brúkt høvi at seta í gongd eina timburfyritøku - Sandoy Smíð - sum í dag hevur trý ársverk og ein lærling, sigur [...] Brandur Sandoy, sum var borgarstjóri í Sands kommunu í tíggju ár - árini 2009 til 2019 - hevur gjørt av at stilla upp aftur á kommunuvalinum í heyst. - Eg fari at royna at vinna mær ein sess aftur í ko [...] saman við góðum fólki fer at bera til at taka tey tøk sum gera, at trivnaðurin í kommununi verður í hásæti. - Bygdarfólkið skal kenna seg at eiga ein lut í menningini av kommununi, sigur Brandur Sandoy.
Øll skulu hava rætt til ein góðan bústað og eitt trygt heim, sum ber til at gjalda við vanligari inntøku. Tað er undranarvert, at vit enn hava so fá lutaíbúðarfeløg og enn færri, sum hava bygt lutaíbúðir [...] hava havt lógarheimildina. Lógin varð gjørd fyri at skapa ein meira fjøltáttaðan bústaðarmarknað, við at gera eitt slag av bústøðum, sum liggur millum vanligar leiguíbúðir og eigaraíbúðir. Hetta gevur fólki [...] sniðum og kunnu vera ein stak góður møguleiki hjá nógvum bólkum. Hjá teimum, ið skulu fíggja fyrsta bústaðin, og sum ikki kunnu seta seg fyri tríggjar - fýra milliónir. Eisini hjá teimum, sum sita í stórum húsum
Grækaris Joensen sum formanni. Hinir limirnir í fyrsta bygdaráðnum vóru Jens Jørgen Kruse, sum var næstformaður, Jesar Abrahamsen, sum fekk ábyrgdina av vegarbeiði, Hanus Joensen, sum skuldi krevja skatt [...] Eiðis skúla. - Næmingarnir fingu innlit í, hvussu ein bygdaráðsfundur er skipaður, siga tey í Eiðis kommunu í dag. Eitt kut úr søguni um Eiðis kommunu liggur á heimasíðuni hjá kommununi, og her verður soleiðis [...] Ljósá og Johan Nysted, sum skuldi krevja skatt inn í Svínáum, á Oyri og við Norðskála, har har hann eisini sjálvur búði. Hinir fýra búðu á Eiði. Grækaris varð í 1871 fyrsti næmingur, sum tók læraraprógv í Føroyum