Føroyingar trívast, men ungar kvinnur víkja frá

Føroyingar meta seg sum heild hava góða heilsu. Tað vísir nýggjasta frágreiðingin “Hvussu hevur tú tað?” frá 2023 hjá Heilsustýrinum

Tíðindaskriv Heilsustýrið:

 

Frágreiðingin, sum hesa ferð leggur dent á heilsu og trivnað, vísir, at ungu kvinnurnar sum bólkur víkja frá restini av føroyingum viðvíkjandi hesum viðurskiftunum. Ungu kvinnurnar meta seg í størri mun hava verri heilsu, hava høgt strongdarstig og tær kenna seg einsamallari enn onnur. 

 

Sambært fólkaheilsukanningini meta 88 % av føroysku monnunum og 86 % av kvinnunum sína heilsustøðu vera góða, stak góða ella avbera góða. Hjá monnunum er tað í aldursbólkinum 18-24 ár, at teir í størstan mun meta sína heilsu vera avbera góða, og hjá kvinnunum er tað í aldursbólkinum 45-54 ár, at flestu teirra meta seg hava avbera góða heilsu. Verður samanborið við samsvarandi kanningar frá 2019 og 2015, so vísir gongdin seg tó at vera, at parturin av teimum, ið meta sína heilsustøðu at vera avbera góða, stak góða ella góða, er minkaður í øllum aldursbólkum, bæði hjá monnum og kvinnum.

 

Verður hugt at, hvør hin vegin metir sína heilsustøðu vera minni góða ella vánaliga, so síggjast rímiliga stór frávik hjá yngru kvinnunum, tvs. í aldursbólkunum 18-24 ár og 25-34 ár, har útvið fimta hvør kvinna metir sína heilsustøðu vera minni góða ella vánaliga. Hetta liggur enntá oman fyri elsta aldursbólkin sum er kvinnur oman fyri 74 ár, og væl oman fyri hinar aldursbólkarnar, har hesin parturin telur millum 10,5 og 14,2 %.

 

Sjálvmett heilsustøða er yvirskipaða metingin hjá einstaklinginum um egna heilsustøðu og er eitt mát, ið ofta verður brúkt í størri heilsukanningum. Vánalig sjálvmett heilsustøða hevur víst seg at hava greitt samband við ymiskar indikatorar fyri ringa heilsu sum m.a. kroniskar sjúkur, nýtslu av heilivági, veiting av heilsutænastum og deyða.

 

Ung kenna meira strongd og einsemi

 

Í frágreiðingini verða tøl eisini løgd fram um strongd og einsemi millum føroyingar. Viðvíkjandi strongd sæst eitt týðiligt samband millum aldur og strongdarstig, og tey ungu í aldursbólkinum 18-24 ár, og serliga kvinnurnar, liggja væl oman fyri restina av føroyingum. Meðan gott onnurhvør kvinna í aldrinum 18-24 ár hevur høgt strongdarstig, er hetta galdandi fyri meira enn fjórðahvønn mann í sama aldursbólki. Til samanberingar eru tað tey, ið eru millum 65 og 74 ár, sum í minstan mun hava høgt strongdarstig, við 11 % av kvinnunum og 9 % av monnunum.

 

Henda gongdin við strongd millum ungdómin sæst eisini í grannalondunum, eitt nú í Danmark, sum í samsvarandi kanning staðfestir, at parturin av teimum við høgum strongdarstigi er enn størri enn í Føroyum.

 

Viðvíkjandi einsemi líkjast føroysku og donsku tølini nógv hjá teimum 18-24 ára gomlu, sum í báðum londum er tann aldursbólkurin, sum sigur seg kenna mest einsemi - ávikavist 15 % í Føroyum og 16 % í Danmark. Í Føroyum vísir seg tó ein onnur mynd fyri tey elstu, tvs. 75 ár og eldri, tí hesi eru tey, sum kenna seg minst einsamøll í Føroyum (3 %), meðan hetta talið er meira enn trífalt so høgt fyri elstu danirnar.

 

Heilsustýrið gjørdi fólkaheilsukanningina “Hvussu hevur tú tað?” á heysti í 2023, tá fleiri enn 5.000 tilvildarliga valdir føroyingar svaraðu spurningum um heilsu, trivnað og sjúku. Frágreiðingar eru higartil gjørdar um ymisk útvald øki úr kanningini, sum eru løgd fram so hvørt. Samlaða frágreiðingin verður eftir ætlan liðug seinni í ár, tá hon eisini verður løgd fram alment.

Frágreiðingin um heilsu og trivnað er tøk her.