framvegis ikki tapt. Í dag sá tað út til, at B36 fór at vinna, men so var tað, at undirmannaða HB í 90. minutti javnaði til 2-2. -Hetta var tvíbýtt upplivilsi. Í fyrra hálvleiki riggaði tað ikki hjá okkum [...] 2-0. Vit skiftu til at spæla við trimum miðverjum og tveimum í álopinum. Endamálið var at mynda kaos í brotsteiginum hjá teimum, og tað eydnaðist, og vit kunnu ikki siga annað, enn at vit eru nøgdir við [...] vóru komnir í. -Vit høvdu fult og heilt tak á tí, inntil tað vóru 20 minuttir eftir. Eftir fínt avrik fóru vit at hugsa um, at vit høvdu so nógv at missa. Vit høvdu spælt væl, og HB hevði ikki verið vandamikið
stóru búskapunum, sum ikki eru vesturlendskir, Brasil, India, Kina og Suðurafrika. Toppfundurin er í Rio de Janeiro. Putin er ikki fysiskt til staðar á toppfundinum. Hetta kemst av, at altjóða revsirætturin [...] russiski forsetin, Vladimir Putin, í røðu í sambandi við BRICS-toppfundin í Brasil, skrivar Reuters. Putin luttekur á fundinum umvegis videoleinkju. Hann sigur eisini, at "liberala modellið fyri globalisering" [...] eftir Putin, og ógreitt er, um brasilska løgreglan fór at handtaka hann, um hann kom til Brasil. Hesum greiddi ráðgevin hjá Putin, Yuri Ushakov, frá fyrr í dag, sambært russisku tíðindastovuni Tass. /Ritzau/
veit at siga, at kinesiski forsetin, Xi Jinping, kemur ikki á fundin, men hevur ístaðin sent forsætisráðharra landsins til Brasilia. Sagt verður, at hetta er fyrstu ferð í meira enn tíggju ár, at Xi Jinping [...] Jinping ikki luttekur á BRICS-toppfundinum. Kinesiska stjórin hevur einki sagt um, hví forsetin ikki luttekur hesaferð, men CNN heldur, at orsøkin kann vera búskaparligar avbjóðingar í landinum. Sum skilst [...] Suðurafrika. Í fjør varð BRICS-samstarvið víðkað til eisini at fevna um Egyptaland, Etiopia, Indonesia, Iran, Saudiarabia og Sameindu Arabisku Emiratini. Toppfundurin millum londini er byrjaður í Brasilia
ið er gjørt í Føroyum seinastu nógvu árini. Hetta er orsøkin til framkomna samfelagið vit hava í dag. Tað hevur formað tað at verða føroyingur í 2025. Ímyndið tykkum Føroyar uttan alt hetta var komið. Hesi [...] Tórshavnar kommuna ætlar ikki at vera aftanfyri Tunnilsfelagið og Landsverk, men fer at fylgja góðum føroyskum siði, tá snórurin skal skerast í samband við, at Húsareynstunnilin og Havnarvegurin lata upp [...] almennari ferðslu í dag. Hátíðarhaldið verður klokkan 13.30. Bergur Robert Dam Jensen, formaður í teknisku nevnd í Tórshavnar býráð fer at skera snórin við einum grindaknívi, ið er framleiddur í heimbygdini
tað ikki út til, at hetta darvaði stórvegis, og Klæmint verður eftir øllum at døma oddamaður, tá ið NSÍ fer í europeiska eldin. Michal Przybylski, sum avloysti Beinir Nolsøe, økti um munin til 2-0 í 28 [...] tí slagnum, sum fyrr í ár hevur argað. Tað plagar at taka vikur at koma fyri seg, tá ið vøddaskaði argar, og tí verður Beinir Nolsøe neyvan tøkur, tá ið NSÍ hósdagin fer at spæla í Europa Conference League [...] League ímóti finska HJK í Klaksvík. Tá ið Klæmint A. Olsen í 19. minutti og eftir innlegg úr vinstru frá Aron Knudsen stútaði til 1-0, tóktist hann í samanbresti við Nikolei Johannesen at fáa ilt fyri bringuna
leikum; hetta við góðum peningastuðli frá Tórshavnar kommunu. Grannalagið í Túnunum tók skap síðst í 1950-árunum. Eins og við raðhúsunum í Jóanesar Paturssonargøtu, vóru raðhúsini í Túnunum nýbrot í føroyskari [...] sparkivøllurin í Túnunum hava eyðkent býlingin í mong ár. Nógvu ungu barnafamiljurnar, sum eru fluttar til grannalagið, eru raskar at savnast á spæliplássinum, í gerandisdegnum og eisini nú í summarferiuni [...] Eins og í dag, var bústaðarneyðin stór í Havn í fimmtiárunum. Ikki minst var tørvurin stórur hjá skjótt vaksandi hópinum av arbeiðarafamiljunum, sum fluttu til Havnar, har tey leigaðu seg inn í trongligar
maskinist í Føroyum í 1987, og hann tók víðkað maskinmeistaraprógv í Fredricia í Danmark í 1998. Sum maskinmeistari í mong ár tók hann ofta stórar avgerðir einsamallur, men soleiðis hevur ikki verið í starvinum [...] hava í nógv ár havt skúlasamstarv í framhaldsdeildini, og í november í fjør samdust kommunurnar um, at Eysturkommuna luttekur í dagføringunum av 1964-skúlanum við í mesta lagi 12 milliónum krónum. Í avtaluni [...] borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, hevur áður sagt, at tað var dreymurin um eitt frítíðarítriv, tá hann fór at gevast at sigla, sum førdi hann á ovastu rók í kommununi. Hann var í langfarasigling í sløk 22
ferðin í ár, at FC Suðuroy vinnur fulla úrtøku, og hetta er onnur ferðin í ár, at FC Suðuroy vinnur fulla úrtøku ímóti 07 Vestur. Fyrra ferðin var í fimta umfari, tá ið suðuroyingarnir vunnu 2-1 á Dungasandi [...] er lagið í hópinum gott, og aftur í dag var hugburðurin góður. Í morgin hava vit frí, og so fara vit av álvara at fyrireika okkum til ellivu tey seinastu umførini. Málið er at varðveita plássið í bestu deildini [...] legði heimaliðið á odda. Hetta var aðru ferð í ár, at Eliasu Champang, sum hevur verið skaðadarvaður, var málskjútti. Fyrra ferðin var, tá ið FC Suðuroy vann 2-1 í Sørvági. Í 67. minutti var tað Fríði
til Katar í dag ella í morgin. Fráboðanin kemur ein dag eftir, at hernaðarrørslan Hamas segði seg vera positiva um eitt vápnahvíldaruppskot, sum hon hevði fingið fram. Hamas segði eisini, at rørslan er [...] góðtikið fleiri treytir, sum skuldu takast við í framtíðar avtalu um 60 daga vápnahvíld í Gaza. Hetta hevur Ísrael tó ikki váttað. /Ritzau/ [...] Ísraelska stjórnin fer at senda eina sendinevnd til Katar at samráðast um eina avtalu um vápnahvíld og leysgeving av gíslum í Gaza. Tað sigur ein ónevndur ísraelskur embætismaður við ísraelskar miðlar
samstarv á fleiri økjum, er ikki líkt til, at hetta verður nakað, sum kemur at fylla nakað av týdningi í hesum valskeiði. - Nei, hetta hava vit slett ikki tosað um, og eg veit ikki, um nakar av teimum, sum [...] eftir kommunuvalið í 2012 longu gjørdist borgarstjóri, er greitt, at hann ikki leingi hevði virkað sum lærari, áðrenn hann fór upp í kommunalpolitikk. Jógvan í Skorini vísir á, at eftir at hann hevði tikið [...] neyðugt at taka nøkur stig. Vit vildu varpa ljós á kommununa, samstundis sum vit royndu at eggja fólki at flyta í Eiðis kommunu. Tað eydnaðist at steðga fráflytingini við at gera tað meira attraktivt at búgva