Ungneytini hjá Uttastovugarði eru mest møguligt úti; tey fara út um várið og innaftur um heystið, og mjólkneytini eru eisini úti nakrar dagar um summarið. Eingin ferðavinna Á bóndagarðinum hjá Ottari og Jónhild [...] skylda ongar pengar. Tí kunnu vit gevast í morgin, um tað skal vera. Í fleiri ár hevur Ottar sagt, at hann ætlar sær ikki at vera “fangaður” á garðinum, um tann tíðin kemur, at hugurin ikki er meira, og eingin [...] sum er virkin 24 tímar um samdøgnið og sum hevur riggað ógvuliga væl, leggur hann aftrat. Eitt, sum órógvar Ottar, er, at djóralæknar eftir hansara tykki viðhvørt hugsa øðrvísi um djóravælferð enn fólk
Gestsson og Trónd Jensen. Hvussu leingi André verður HB venjari er einki sagt um. Boðini eru, at HB leitar eftir nýggjum venjara. Um tað gongur væl hjá André eigur møguleikin ikki at vera útihýstur, at hann [...] og hann sigur seg hava mót um, at tað fer at eydnast: -Í kvøld í Gøtu verður fyrsta royndin. Venjingarnar í hesi vikuni hava verið góðar. Spælararnir eru góðir, og tað ræður um at fáa teir sum lið aftur [...] HB við nýggjum venjara fyrireikar seg at fara norður til Gøtu, har fyrsta bríkslið í Sarpugerði verður klokkan 18. Víkingur hevur vunnið fulla úrtøku tríggjar tær seinastu ferðirnar, og Jóhan Petur Poulsen
dag fyri fyrstu ferð um møguliga njósning móti Grønlandi og sigur, at vinir skulu ikki njósnast eftir hvørjum øðrum. Tað sigur hon, nú hon fyri fyrstu ferð í dag viðmerkir málið um møguliga njósning móti [...] keldum við vitan um málið. Økta njósningin kundi til dømis henda gjøgnum at ávirka grønlendska fólkið, stóð millum annað í greinini. Mette Frederiksen hittir í Oslo stjórnarleiðararnar úr Norður- og Baltisku [...] partinum av fundinum. Talan er um Aksel V. Johannesen, løgmann, og formannin í grønlendska landsstýrinum, Jens-Frederik Nielsen. – Í fyrsta lagi er tað eitt greitt signal um, at øll kring hetta borðið verða
luftdálking frá skipum, sama um hesi sigla úr Suez-veitini og inn í Miðjaðarahavi, ella um tey sigla framvið evropeiski strondini, inn í Norðsjógvin, Eystrasalt ella leggja leiðina norður í Norskahavið ella yvirum [...] skulu lúka strangastu krøv hjá IMO til forbrenning í motorum. Herdu krøvini fara at minka um luftdálkingina, betra um fólkaheilsuna og verja havumhvørvið í Arktis og Evropa. Umframt at svávulinnihaldið í [...] Føroyar hava tikið undir við einum uppskoti um at lýsa eitt nýtt útlátseftirlitsøki í Landnyrðingsatlantshavinum, ið skal avmarka luftdálking frá skipum. Á seinasta fundi í umhvørvisnevndini í Altjóða
dag. Víkingur var á Vágseiði gestur hjá FC Suðuroy, og gestirnir rigga til í góðveðrinum at sigla norður um fjørðin við trimum stigum í viðførinum. Víkingur vann 2-0, og hetta er triðja ferðin á rað, at Jóhan [...] var fremsti maður í 4-4-2 spælskipan. Uppleggið úr vinstru átti Olaf Bárðarson. Sølvi Vatnhamar økti um leiðsluna smáar tíggju minuttir eftir steðgin. Tað var eftir innlegg úr høgru frá Ragnari Skála, sum [...] verjuspælinum var væl skipað og støðugt lúrdi eftir møguleikanum at fara í mótálop. -Leikliga var talan um javna uppgerð í góðum veðri, men eg haldi, at vit spældu okkum til fleiri og betri møguleikar. Fyrra
Fuglafjarðar kommuna endar niðast í stigatalvuni, og má óttast um sítt framhaldandi sjálvstýri. Eysturkommuna fangaði boðskapin longu um aldarskiftið, Klaksvíkingar hava seinastu árini fangað boðskapin [...] síðani. Í 1995 fluttu tíggjutúsundtals føroyingar seg regluliga um firðir og sund við strandfaraskipum, nú eru tað bert túsundtals. Og um/tá Suðuroyartunnilin verður veruleiki, verða tað knappliga bert [...] kolliderar við ymisk galdandi “politisk narrativ” er greitt. Hugsi at klaksvíkingar ofta “ynskihugsa” um støðuna og gongdina hjá Klaksvíkini, (tvs. velja at síggja fleiri positiv enn negativ ting), men eg
fólkatalsgongdini í økjunum, ið higartil hava fingið undirsjóvartunnil. Hetta er ein ábending (indikator) um virknaðin av tunlinum. Eg havi prosentroknað tey tíggju árini frá og til tunnilin lat upp og árini [...] at Sandoyartunnilin tískil gevur viðrák. Mítt frágreiðingarmodell er her, at talan í báðum førum var um tvey rættiliga undirment (afturútsigld) øki, ið knappliga vórðu knýtt at hámentu Streymoynni og harvið [...] virknað. Í veruleikanum hevur hann mest ført til eina innanhýsis nettoflyting í Eysturoynni – frá norður til suður. (Eysturkommuna liggur í miðjuni.) Orsøkin til misjavna virknaðin er eisini, at Eysturoyggin
Tilgongdin er nú komin á mál, og hevur nevndin gjørt avtalu við Niels Brynnum um at gerast nýggjur stjóri fyri samtakið. Niels Brynnum er 53 ár og er ættaður úr Danmark, har hann eisini er búsitandi. Niels [...] feløgum, og hevur starvast nógv innan veitaravinnuna til alivinnuna í fleiri ymsum londum. “Vit eru fegin um at hava funnið ein dugnaligan og royndan leiðara til at leiða samtakið frameftir. GroAqua strembar [...] hevur feløg í Skotlandi, Norra og Pólandi, og selur sínar loysnir og tænastur til alifeløg í øllum norður Atlantshavi. Bygnaðurin í samtakinum, ið telur yvir 100 starvsfólk, er skipaður við stjórum fyri
Bónuskappingini. Men spælt varð kortini, sum um alt stóð upp á spæl, og aftur hesa ferð fingu vit ein minniligan dyst við háspenningi millum vestur og norður. Fyri SÍ hevði dysturin helst serligan týdning [...] 25-23. Sum tvey’ari møtir ÍF Mjølni, sum gjørdist nr. trý. Annað og triðja plássið snúgva seg mest um kosmetikk, tí var støðan øvut, so vóru tað framvegis ÍF og Mjølnir, sum møttust í hálvfinaluni. Há
og liðfelagarnir ikki fóru at hava øll stigini í viðførinum norður aftur. Steffan A. Løkin setti hol á í 26. minutti og Aron Knudsen økti um munin til 2-0 í 35. minutti. Hann var fyrstu ferð í ár millum [...] 66. minutti minkaði Samudeen Musah um munin til 3-1. Higartil í ár hevur TB skorað fýra mál, og hetta var triðja málið hjá Samudeen Musah. Jann J. Benjaminsen økti um munin til 4-1, og stórar tíggju minuttir [...] legði NSÍ á odda, og aftur í dag var hann málskjútti. Ein minutt undan hvíldini økti Petur Knudsen um munin til 3-0. Hetta var fimta málið hjá honum í landskappingini í ár. Umframt Klæmint A. Olsen vóru