stovn í 1903, men árið fyri, altso í 1902, vóru nakrir tónleikarar - 13 í tali - sum komu saman til regluliga venjingar, og síðst í apríl hetta árið, hevði orkestrið sína fyrstu almennu framførslu í gym [...] Heilaga. Kirkjan í Kirkjubø - eisini nevnd Ólavskirkjan - er elsta kirkja í landinum, sum er í brúki. Hon hevur eitt tíðarskeið verið dómkirkja á føroyska biskupssætinum. Miðskeiðis í nítiárunum var eg [...] prædikað á ólavsøku, nú skiftið í prestastættini hevur verið stórt. Í ár verður tað Hanus á Gørðum, sóknarprestur, ið prædikar. Hanus var prestvígdur í august 2007 og er prestur í Norðoya vestara prestagjaldi
Í hølunum hjá Eilif Arge heldur nýstovnaði felagsskapurin, 'Verjið børnini', til hetta vikuskiftið. - Í roynd og veru byrjaðu vit í fjørheyst, tá eg skipaði fyri valfundi her í Klaksvík. Heitið var 'Brót [...] ræðandi. Í Føroyum vísti tað seg, at 5,2% av hvørjum árgangi høvdu verið útsett fyri misnýtslu í mun til eini 1% í hinum Norðanlondunum, sigur Mimmy, sum heldur, at orsøkin til tað skal finnast í, at Føroyar [...] samfelag, og at øll kenna øll. - Eg kann við allari vissu siga, at pedofilar finnast í hvørjari bygd í Føroyum. Og teir eru í øllum aldrum og øllum klassum. Frá sunnudagsskúlalærarum til alkoholikarar, frá
binda butterfly dugdi hann, so hon fekk eina sloyfu í hárið í staðin. Børnini siga tó, at hann byrjaði ikki at lata seg so fínt í fyrr enn tíðliga í 40 unum, tá hann málaði eina sjálvsmynd. Tá byrjaði [...] aftur á slóðini. Tey hava ofta vitjað í Føroyum, og hon gekk eitt skifti í skúla í Mykinesi. tey fegnast um, at stig eru tikin til at lata savn og hús til listafólk upp í Mykinesi [...] Mikines var nevniliga eisini í fluttari merking ein sera litríkur persónur, og ein feril av hesum kæti kunnu fólk eisini sanna, sum hava sæð filmin um hann, sum gongur í Listaskálanum í hesum døgum, har hann
sum eitt nú í Ytra Stræti. Soleiðis skrivar samskiftisleiðarin hjá Nordlaks, Lars Fredrik Martinussen, í einum sms'i til heimasíðuna www.ilaks.no , sum í kvøld ber hesi tíðindi um algustøðuna í Noregi. Tað [...] Tað var hin 14. mai, at teir á alibrúkið í Ytra Stræti løgdu til merkis, at laksur doyði, og Nordlaks hevur mist tilsamans 1,3 miljónir laksar á hesi alistøðini. Í seinastu viku megnaði felagið at bjarga [...] Kalvhodet. Í alibrúkinum í Stormneset, sum nú er vorðið rakt, ganga 600.000 laksar, sigur Lars Fredrik Martinussen. - Higartil eru umleið 20.000 laksar deyðir. Hvør fiskur vigar niðan fyri 200 gram. í miðal
Hon doyði brádliga, og eftir stóð Jógvan við fýra børnum, har tann yngsti sonurin einans var 10 ár. Yngsti sonurin bað pápa sín geva eitt lyfta um, at grøvin hjá mammuni skuldi vera tann vakrasta í kir [...] Hvørja ferð ein still løta er í gerandisdegnum, hugsar Jógvan um Terju. Hann saknar hana enn, og vitjar javnan grøv hennara, sum hann roynir at halda viðlíka. Á Rás2 í morgun tosaði Jógvan Ósa um konuna
Silva, sum doyði í yvirgangsálopinum í Notre-Dame kirkjuni í Nice í gjár, var upprunaliga úr Brasilia, men hon hevði búð í Fraklandi seinastu 30 árini. Hon gjørdist ein av trimum, sum lótu lív í atsóknini [...] atsóknini í kirkjuni, tá ein 21 ára gamal maður leyp á við knívi. Simone Barreto Silva slapp út úr kirkjuni og søkti sær skjól á einari matstovu nærindis, men hon doyði av løstum, hon hevði fingið. Hin 44 ára [...] áðrenn hon doyði av fleiri stungum, fekk hon borið eini týdningarmikil boð. - Hon var øll tað bera blóð, tá hon kom tvørtur um vegin. Beiggi mín og ein annar starvsfelagi hjálptu henni innar í matstovuna
nakað upp í árini, eydnaðist tað teimum nevniliga at taka vápnaða Philip Manshaus inni í bønarrúminum í moskuni, áðrenn hann seinasta leygardag fekk gjørt feigdina um seg. Í einari samrøðu í Aftenposten [...] Muhammad Rafiq (65) og Muhammad Iqbal (76), sum vóru í al-Noor-moskuni í Bærum í Noregi, tá ungi norðmaðurin, Philip Manshaus, skeyt seg gjøgnum glasið í einari úthurð og leyp á, hava verið bæði umrøddir [...] at halda yvirgangsmanninum niðri í einar 20 minuttir, áðrenn løgreglan kom á staðið og fekk tikið um endan. Muhammad Rafiq, Muhammad Iqbal og ein maður í 40-árunum sótu í bønarrúminum eftir leygardagsbønina
tíggju, havi eg verið so at siga hvønn sunnudag í kirkju, sigur hann. Í samrøðuni sigur Jangrim Poulsen, at hann veit ikki heilt, hvussu hann kom fram at orglinum í kirkjuni. Men tað byrjaði við, at systur Klæmint [...] á Selatrað býr Jangrim Poulsen. Hann hevur trúliga trátt lívsleiðina síðan hin 12 januar í 1937 og er komin inn í seinasta fjórðingin av lívinum, um ikki okkurt heilt óvanligt hendur, og hann verður hangandi [...] hangandi longur enn tey flestu. Jangrim er blídligur maður og hevur verið trúgvur við urguna í kirkjuni nú í eitt mannaminni, og hann hevur hug at halda fram. Tað skrivar Jústinus Leivsson Eidesgaard á
umsitingarleiðari í Skopunar kommunu, sína heilsan til Gerhard Lognberg á heiðursløtuni fyri borgarstjóranum, sum hevur stýrt kommununi heilt síðan hin 1. januar í 1993. Seinnapartin í gjár var heiðursløta [...] Hon vísti á, at ein serlig hending í hennara lívi var, tá pápi hennara gjørdist sjúkur og doyði. - Tá var tú um meg, sum ein annar pápi. Tað fari eg altíð at goyma í hjartanum. Tú hevur eisini mangan sagt [...] heiðursløta á kommunuskrivstovuni í Skopun, nú sitandi bygdarráð hevði havt sín seinasta fund, og hetta samstundis var seinasti fundur í kommununi undir leiðsluni hjá Gerhardi. - Skopun er heimsins besta stað
leiðsluni í mong ár, doyði í 1988, og hann gjørdist næstformaður, tá ið Dia Højgaard í Vestmanna doyði í 1995. Fyrstu tíðina hjá Óla Jacobsen í Tinganesi var Dia virkandi formaður, og tá ið hann fall frá, hevði [...] nokso vísir í, at hann fór at vinna valið. Næstformaðurin í Føroya Fiskimannafelag sigur, at soleiðis setti leiðslan í felagnum Óla Jacobsen enn einaferð í andglettin, og hann fekk fullan stuðul í leiðsluni [...] Prát Eyðun Johannesen á Oyrarbakka hevur verið stjórnarlimur í Føroya Fiskimannafelag í út við 20 ár og næstformaður í felagnum í meira enn 10 ár. Nú formansskifti hevur verið, hevur hann hug at bera