Muhammad Rafiq (65) og Muhammad Iqbal (76), sum vóru í al-Noor-moskuni í Bærum í Noregi, tá ungi norðmaðurin, Philip Manshaus, skeyt seg gjøgnum glasið í einari úthurð og leyp á, hava verið bæði umrøddir og heiðraðir seinastu dagarnar.
Hóast teir eru komnir nakað upp í árini, eydnaðist tað teimum nevniliga at taka vápnaða Philip Manshaus inni í bønarrúminum í moskuni, áðrenn hann seinasta leygardag fekk gjørt feigdina um seg.
Í einari samrøðu í Aftenposten fortelja teir báðir frá óhugnaligu hendingini, har tað eydnaðist teimum at halda yvirgangsmanninum niðri í einar 20 minuttir, áðrenn løgreglan kom á staðið og fekk tikið um endan.
Muhammad Rafiq, Muhammad Iqbal og ein maður í 40-árunum sótu í bønarrúminum eftir leygardagsbønina, tá teir knappliga hoyra skot. Yngri maðurin leypir út gjøgnum høvuðsinngongdina fyri at boða frá, meðan teir báðir eldru stilla seg við veggin.
Í serligum búna og við fleiri skotvápnum kemur yvirgangsmaðurin inn í bønarrúmið. - Hann sá meg og loysti tvey skot av móti mær. Eg stóð í mesta lagi tveir metrar frá honum, sigur Muhammad Iqbal.
Helst var tað Muhammad Rafiq, sum bjargaði lívinum á Muhammad Iqbal.
Hann bar seg ógvuliga skjótt at - tók fast um yvirarmarnar á yvirgangsmanninum, og tað var helst fasta takið sum gjørdi, at skotini hjá Philip Manshaus ikki raktu Muhammad Iqbal.
- Eg fekk ókenda styrki og leyp á mannin. Eg tók eitt fast tak rundan um hann og megnaði at fáa hann í gólvið.
Muhammad Rafiq sigur við Aftenposten, at hesa løtu hevði yvirgangsmaðurin mist trý av sínum vápnum, men hann royndi at fáa fatur í vápnunum aftur, eins og hann stríddist ógvusliga fyri at sleppa leysur.
Meðan Muhammad Rafiq stríddist við yvirgangsmannin, var hann fleiri ferðir við at missa hann, men hann visti, at tað mátti hann ikki, tí so var deyðin vísur.
- Eg visti, at eg fór at doyggja, um eg slepti honum. Tí helt eg honum so fast, sum eg megnaði, sigur Muhammad Rafiq, sum leggur aftrat, at hetta gjørdist ein rættiligur bardagi.
Muhammad Rafiq sigur, at hann eitt nú fekk ein fingur í eygað. Í bardaganum sló yvirgangsmaðurin eisini, og her noyddist hin gamli at sláa aftur fyri at verja seg.
76 ára gamli, Muhammad Iqbal, sigur, at yvirgangsmaðurin hevði eina riflu hangandi um seg, sum hann fekk tikið frá honum, meðan hann lá niðri.
- Eg slegði hann einar tvær ferðir við rifluni, men vegna mína heilsustøðu megnaði eg ikki nógv meira enn tað, sigur Muhammad Iqbal.
Meðan teir stríddust, kom ein stýrislimur í moskuni á staðið, og hesin hjálpti tá við at binda yvirgangsmannin við einum toystykki, og hetta hendi júst, tá løgreglan kom teimum til hjálpar.