við at rigga seg til ein langfaratúr til Grønlands. Og avgerðin mátti takast sama kvøld, tí bæði skipini høvdu brúk fyri einum góðum manni longu morgunin eftir! Mikumorgunin 11. januar fyri 40 árum síðani [...] við einum brosi. Í samband við at hann í gjár hevði 40 ára starvsdag hjá Strandferðsluni varð skipað fyri hátíðarhaldi umborð á Teistanum, meðan hann sigldi ein túr út í Hest. Í dag er hetta lívsverkið hjá [...] umborð á Teistanum. Skjót avgerð Ein myrkan týsdag í januar mánaði 1967 setti bróður hansara, Bjarni seg í samband við hann. Hesin hevði fingið til uppgávu frá stjóranum á Strandferðsluni at heita á Eyðun
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021? - Eg havi góðar vónir fyri 2021. Fyrst og fremst, at serfrøðin klárar at basa koronu-virusinum, so heimurin letur uppaftur, fólk kunnu byrja at flyta seg aftur, og gongd kemur [...] skipar fyri í Trongisvági á midnátt. Síðan verður farið í Ítróttarhøllina at heilsa upp á fólk. Á Tvøroyri hava vit nakrar eldsálir, ið leggja nógva orku í nýggjárshaldið. Tøkk skulu tey hava fyri tað. Tað [...] Á ein ella annan hátt hevur 2020 verið eitt ár, sum ein vinnuliga bara ynskir at leggja aftur um seg. Ein stuttlig og stór hending hjá mær var, tá sonurin, sum gongur á búskaparbreyt í Hovi, vann kappingina
vinfólk tora tey kanska heldur ikki at spyrja í vanda fyri, at tey fara at halda, at hann ella hon er øðrvísi ella undarligur. Onkur hevur spurt seg fyri hjá lækna, men hevur ikki fingið eitt nøktandi svar [...] la. - Vit hava varhugan av, at kynsmisbrúk vísir seg í einum øðrum bílæti. Tey kæra seg um aðrar trupulleikar, men tá ið vit spyrja nærri vísir tað seg at vera eitt heilt komplekst bílæt av trupulleikum [...] r. Nógv kenna seg ikki sum ein part av skúlanum. Tey føla seg uttanfyri, tey hava lítið sjálvsálit og føla, at tey ikki eru vælkomin til dømis í skúlanum. Ikki so fá ringja inn bara fyri at lætta trýstið
uppsagdur, og tí arbeiddu vit, sum um vit høvdu ein tollkreditt. Tollvaldið visti presis, hvat gekk fyri seg, segði Jørgen Niclasen á tíðindafundinum. Meldað Ein ófráboðað kassaeftirlit hjá N. Niclasen í Sørvági [...] lýsti støðuna tá soleiðis: - Talan var um eina tíð, har fyritøkan var í kreppu. Vit beiggjar stríddust fyri at bjarga familjufyritøkuni, men vit taptu dystin. Mínar lestrardreymar lat eg liggja og valdi í staðin [...] avhoyrdi eitt nú tollarar og onnur eftirlitisfólk í Vágum. Men í februar 1994 steðgar málið. Fútin sigur seg ikki kunna gera meira við málið, og biður tí Toll- og Skattstovuna geva til kennar, um stovnurin hevur
Teir seinastu mánaðarnar hevur kubanski forsetin ikki víst seg alment, og fyri nøkrum vikum síðani visti eitt spanskt blað at siga, at hann lá fyri deyðanum. Men í gjárkvøldið kom Castro á skíggjan í kubanska
og tí fekst ikki meiriluti fyri ynskinum hjá Páll á Reynatúgvu. - Nakrar dagar seinni stendur at lesa í bløðunum, at borgarstjórin sjálvboðin hevði ofrað sína lønarhækking fyri at tilhaldið kundi halda áfram [...] legði borgarstjórin uppskot fyri kommunustýrisfundin um, at Sands Kommuna skuldi játta ávíst krónutal, so at tilhaldið kundi halda áfram sum áður. - Undirtøka fekst ikki fyri hesum máli, tí málið varð ov [...] til ónøgd mína við borgarstjóran. Sjálvt um eg vísti á mína ónøgd í hesum máli, valdi eg at tiga, fyri ikki at seta kílar í samstarvið, sigur Brandur Sandoy. Eftir hetta merkti Brandur Sandoy, at borgarstjórin
hansara gera. Dagsskráin týsdag 16. februar 2010 Vaknaði kl. 7, rakaði sær og lat seg í. Kvøldið fyri var hann í brúsu, fyri at sleppa undan at brúka tíð uppá tað á morgni. Eftir at hava fingið sær ein temunn [...] MBF-bussin at koyra seg. Hann gjørdist tí nakað seinur í skúla. Fyrsta tíman var eitt el-fak á skránni, næsti tímin enskt og síðani eitt sindur um, hvussu ein stovnar eitt partafelag. Lukkutíð fyri Róar og floksfelagar [...] søk. Men at gerast bundin til ein elektroniskan koyristól sum 12 ára gamal, er ein heilt onnur søk. Fyri 20 ára gamla Róar Hansen hevur hvørki sjúka ella hjálpitól forðað honum í at liva eitt rættiliga vanligt
Amerika. Í ferðalagnum var eisini ein onnur føroysk genta. At byrja við var tað sera torført at seta seg inn í livimátan hjá amerikanarunum og Marin sigur, at hon fekk ein skelkandi mentanarhvøkk. Hon hevur [...] sigur Marin. - Hóast eg elski at ferðast, gjørdist eg sera spent og samstundis bangin, tá babba nevndi fyri mær, at eg møguliga átti at roynt AFS, tí eg ongantíð havi verið burtur heimanífrá í øðrum londum [...] hennara kæru oyggjum, nærkaðist meira og meira. Higartil hevur hendan upplivingin verið ótrúliga stór fyri Marin, sum kemur aftur til Føroya í juni í ár. Tíðin hevur gingið sera skjótt, meðan hon hevur verið
hjá honum verið tvífalt so stórt, sum tað var frammanundan. - Kanska hevur tað gingið ov skjótt fyri seg, tí eg havi ikki havt nakra serliga tíð til at umstilla meg í. Men hetta er spennandi og avbjóðandi [...] Tá hann fyri tveimum árum síðani byrjaði við sínum bakaríi í Klaksvík, hevði hann trupult við at fáa fígging. Tvey ár seinni hevur hann keypt størsta bakaríið í býnum og hevur 12 fólk í starvi. Símun Akursmørk [...] Tað er ómetaliga strævið, og eg havi mangan ynskt meg aftur til skips, síðani eg fór at baka aftur fyri tveimum árum síðani, sigur hann. Bakaríið hjá Símun heldur nú til í Nólsoyar Pálls gøtu, og har verða
við at skipa fyri evnisdøgum kring landið, har ikki bert sambandsfólk men øll áhugað kunnu verða við. Tað eru jú lokalfeløgini, ið hava fingurin á pulsinum og vita, hvat tað er, ið rørir seg úti kring landið [...] Spurdur, hvørjar vónir hann hevur fyri at verða valdur til formann, sigur Johan Dahl, at hann hevur góðar vónir. - Eg haldi, at eg havi ein rímuliga góðan møguleika fyri at verða valdur til formann. Stillararnir [...] nakran mun, men tey fara at merkja mun. Í fyrstu atløgu fara vit at endavenda flokkin fyri at vita, hvat skal gerast fyri at føra flokkin fram, sigur Johan Dahl at enda.