at koma eitt fet longri. Føroyar hava spælt tvær ferðir móti Belgia. Tað var til HM 1994 undankappingina. Báðir dystirnir endaðu við 3-0 ósigri. Sermerkt við fyrra dystinum er, at tað var fyrsti undanka [...] væl fyri. Trýstið er farið av belgiska liðnum og kanska er tað júst tað, sum hópurin hevur brúk fyri. Tað er ilt at síggja Belgia vinna EM, men tað finnast argumentir fyri, at teir verða nær við. Vit tippa [...] Tað eydnaðist gylta ættarliðnum hjá Belgia at vinna seg upp á 1. plássið á FIFA-styrkilistanum í eitt tíðarskeið, men tað bleiv ongantíð til eitt pláss í eini finalu. Vónirnar til belgiska gull-ættarliðið
Kirkju er tað ein kvinna, sum er avgreiðslufólk, tá tyrlan kemur og fer. Á Kirkju er tað nevniliga Jóhanna Lydersen, sum røkir hesa uppgávu. Postinum í Fugloynni stendur eisini ein kvinna fyri, og tað er Svanhild [...] hevur í fleiri ár verið í húsunum hjá Amaliu í Frammistovu, og henda uppgáva er framvegis í húsunum. Tað er Amalia, sum eisini er borgarstjóri í Fugloyar kommunu, sum trúliga røkir hesa uppgávu, nú hetta [...] Svanhild Christiansen á Kirkju. Er tað soleiðis, at antin Amalia ella Jóhanna eru burturstaddar, tekur Svanhild gjarna um endan við tyrluni. Er Svanhild burturstødd ella ikki fær borið postin út vegna forfall
støðan er, men eg veit um fólk, sum høvdu sett seg niður her, um tað læt seg gera at búgva í Skúvoy og arbeiða aðrastaðni, sigur hann. ##med3## Tað er ikki lætt Kona Harry, Betty, hevur verið lærari við Sands [...] og hóast hon hevur valt at fara frá við pensjón, tekur hon nú tímar aftur á meginskúlanum Inni í Dal. - Men, tað er ikki lætt at búgva í Skúvoy og arbeiða av bygdini, serliga ikki á vetrardegi. Er hampiligt [...] um, at slíkar fráboðanir koma, tí tað heldur fólk aftur at koyra seg í óføri. ##med4## Óunniligt í ódnarveðri Nú so fá fólk eru eftir í Skúvoy, heldur hann fyri, at tað kann gerast óunniligt at sita í bygdini
við at byggja ein bygning inni í bygdini, sum skal rúma kommunalum wc’um við brúsu, og her verða eisini umstøður gjørdar til fólk við avbjóðingum og til familjur við børnum. Tað er bert eitt hanagleiv av [...] men her er eisini nógvur sandur førdur við sandbátum, eins og vit kenna tað aðrastaðni, har ynski hevur verið um, at sandurin var nakað størri. Nú bygdin eisini fær nýggjan og góðan tunnil seinni í ár, [...] dagarnar um sumrarnar. Í róðrarneystinum úti á bryggjuni er eisini kommunalt wc, men hóast eingin teinur inni í bygdini í Árnafirði er langur, fara nýggju wc-og brúsumøguleikarnir at liggja beint við sandin.
kappingini um løgmanssteypið. Tað verður í Sarpugerði ímóti HB, sum vann fyrru hálvfinaluna 1-0. At sigurin var so trivaligur, og at leiðslan í fyrra hálvleiki bar við sær, at tað var møguleiki hjá Jóhan Petur [...] uppleggið, og tríggjar minuttir eftir steðgin var tað Poul Kallsberg, sum staðfesti 4-0 sigurin. Hetta var sjeynda málið hjá Poul Kallsberg í ár. Hetta var neyvan dysturin, sum Pauli Poulsen og Skála høvdu [...] skálamenn óhepnir at gera sjálvmál, og tá ið eitt korter var farið, økti Jørgen Nielsen um leiðsluna til 2-0. Hetta var fyrsta ferðin, at hann var millum teir fyrstu ellivu hjá Víkingi, og hann hevur ikki
bátarnar, og í dag var tað Blikur av Argjum, sum var næstfyrstur, meðan Knúkur endaði á triðja plássi. Munurin millum hesar báðar bátarnar var væl minni enn eitt sekund, og so var tað ein bátslongd aftur [...] Fagra var stívliga sjey sekund og harvið góðar tvær bátslongdir undan næsta bátinum. Á norðoyastevnu var Knúkur úr Róðrarfelagnum Tindi í Eysturkommunu næstfremstur. Soleiðis var tað ikki í dag. Tað var [...] norðoyastevnu vóru tað dreingirnir á Fípuni Føgru, sum vunnu fyrsta FM róðurin. Tá var tað á vánni í Klaksvík og harvið í heimastjógvi. Í dag er sundalagsstevna í Kollafirði, og aftur í dag vóru tað teir í Klaksvík
Tað var dramatiskt, tá Italia vann seg víðari til EM-endaspælið. Verandi EM-vinnararnir skiftu enntá venjara. Luciano Spalletti tók við eftir EM-vinnandi Roberto Mancini. Tað gekk striltið at liva upp [...] Katar, og stilvatjóðin hevur nærmast verið í kreppu. Italsku spælararnir í Seriu A fækkast og tað er longri millum stórtalentini, sum bergtaka heimin. Krígsmenn sum Giorgio Chiellini og Leonardo Bonucci [...] ábyrgd. Stjørnuspælarin er Gianluigi Donnarumma. 25 ára gamli málverjin var ein av høvuðsorsøkunum til, at Italia vann EM seinast. Tað verður neyðugt við góðum málmansspæli frá málverjanum hjá PSG, um Italia
Klaksvík, var fremsta orsøkin til, at 46 árnfirðingar í august 1932 sendu umsókn til løgtingið um studning til at byggja kirkju. Kirkjan í Árnafirði varð vígd hin 10. oktober í 1937, og tað var J. Dahl, [...] Árnafjørð inni í øldir, men hetta broyttist, tá bygdin fekk berghol, sum varð tikið í nýtslu í 1967. Men, tíðin stendur ikki í stað, og nú samferðslukervið um landið er vorðið meira tíðarhóskandi, var tíðin [...] hevði smurt hana av í gandi norðuri í Múla. Barbara við Kvíggjá man hava havt brúk fyri hvíld, tí tað sigst, at Guttormur í Múla gandaði hana fasta við bríkina, har hon nærum varð stokt. Síðan setti hann
føldi tað soleiðis, at tað hevur altíð verið nógv brúk fyri mær her. Her var altíð nóg mikið at taka hond í. Heldur ikki havi eg sitið nógv við stokkum, tí eg havi altíð følt, at mín lutur var tað tyngra [...] Havn, at passa kúnna. - Eg var fyrst í Íslandi, har eg fekk skurðviðgerð fyri krabba, og seinni var eg nógvar ferðir í Danmark til eftirviðgerðir, og hetta var yvir eina longri tíð. Hon sigur, at kúgvin [...] lærarin var í Bø. Millum lærararnar, hon hevði í Gásadali, var Jeffri Henriksen, sum skifti millum Gásadal og Bø, og hann var lærari í bygdini í fleiri ár. Annað av foreldrunum hjá Jeffri var eisni úr
árini. Tá vit lótu upp, hevði handilin í Skúvoy verið stongdur tað mesta av einum ári. Framsíggin maður Tá var meira lív í bygdini, enn tað er í dag. Her búðu eini 100 fólk, og nógv fólk komu á gátt í handlinum [...] bygt sær hús í Bóndabrekku í vesturbýnum í Havn. Hann var skiparalærdur og var í Grønlandi sum skipari við Baki hjá Skipafelag Føroya. - Bakur var frystiskip, og vit royndu eftir laksi við gørnum árini [...] túrinum við Baki var tað ein skúvoyingur, sum hevði á orði, um Meinhard ikki hevði hug at lata handil upp í bygdini. - Hesin bað meg vælsignaðan koma at hjálpa teimum, nú handilin í bygdini var stongdur, men