EM24: Gylta ættarliðið trýstur ikki Belgia

EM24: Vónirnar til belgiska gull-ættarliðið vóru stórar, men í dag er støðan øðrvísi

Stjørnuspælarin er Kevin De Bruyne. 32 ára gamli miðvallarin hjá Manchester City er komin fyri seg eftir skaða fyrr í ár. Hann er líka avgerandi fyri Manchester City í dag, sum hann hevur verið árini frammanundan. Nú Eden Hazard er givin, so er stjørnuleikluturin hjá Kevin De Bruyne á landsliðnum enn størri.

Tað eydnaðist gylta ættarliðnum hjá Belgia at vinna seg upp á 1. plássið á FIFA-styrkilistanum í eitt tíðarskeið, men tað bleiv ongantíð til eitt pláss í eini finalu. Vónirnar til belgiska gull-ættarliðið vóru stórar og kanska legði tað eitt trýst á liðið, sum tað ikki toldi. Belgia er í bólki E saman við Rumenia, Ukraina og Slovakia.

 

Í dag eru ongar vónir um nakað heiðurmerki ella pláss í finaluni. Belgia telur tó framvegis spælarar frá gull-ættarliðnum sum Kevin De Bruyne (Manchester City), Romelu Lukaku (AS Roma), Youri Tielemans (Aston Villa) og Jan Vertonghen (Anderlecht). Serliga tveir teir fyrstnevndu hava havt nøkur góð avrik seinastu tvey árini.

 

Nú eru fleiri yngri spælarar, sum vísa góðar eginleikar á bóltinum. Jérémy Doku hevur skift til Manchester City, Loïs Openda spælir við RB Leipzig og Johan Bakayoko væntast ikki at spæla við PSV leingi afturat.

 

Lykilin hjá Belgia verður at finna røttu javnvágina millum gávuríku og málsøkjandi spælararnar frammi á vøllinum, og heldur misjøvnu dygdina í verjupartinum. Stjørnuspælarin er Kevin De Bruyne. 32 ára gamli miðvallarin hjá Manchester City er komin fyri seg eftir skaða fyrr í ár. Hann er líka avgerandi fyri Manchester City í dag, sum hann hevur verið árini frammanundan. Nú Eden Hazard er givin, so er stjørnuleikluturin hjá Kevin De Bruyne á landsliðnum enn størri.

 

Størsti meinbogin hjá Belgia er, at Thibaut Courtois ikki verður við. Málverjin hjá Real Madrid telist millum teir bestu í heiminum, men hevur sitið uttanfyri síðani august mánaði í fjør. Tað eru sannlíkindi fyri, at hann verður førur fyri at spæla áðrenn EM, men belgiski landsliðsvenjarin ynskir bara spælarar, sum eru væl fyri.

 

Trýstið er farið av belgiska liðnum og kanska er tað júst tað, sum hópurin hevur brúk fyri. Tað er ilt at síggja Belgia vinna EM, men tað finnast argumentir fyri, at teir verða nær við. Vit tippa, at Belgia kemur til fjórðingsfinaluna, men við rætta lutakastinum og einum góðum endaspæli, so er ikki ógjørligt at koma eitt fet longri.

 

Føroyar hava spælt tvær ferðir móti Belgia. Tað var til HM 1994 undankappingina. Báðir dystirnir endaðu við 3-0 ósigri. Sermerkt við fyrra dystinum er, at tað var fyrsti undankappingardysturin á føroyskari jørð. Yvir fimm túsund áskoðarar møttu á Svangaskarði at síggja spælarar sum Michel Preud'Homme, Vincenzo Scifo og Marc Wilmots.

 

Hópurin:

 

Málverjar:

 

Koen Casteels (Wolfsburg)

 

Matz Sels (Nottingham Forest)

 

Thomas Kaminski Luton)

 

Verjan:

 

Timothy Castagne (Fulham)

 

Wout Faes (Leicester)

 

Maxim De Cuyper (Club Brugge)

 

Zeno Debast (Anderlecht)

 

Arthur Theate (Rennes)

 

Thomas Meunier (Trabzonspor)

 

Jan Vertonghen (Anderlecht)

 

Axel Witsel (Atlético Madrid)

 

Miðvallarar:

 

Amadou Onana (Everton)

 

Yannick Carrasco (Al-Shabab)

 

Aster Vranckx (Wolfsburg)

 

Youri Tielemans (Aston Villa)

 

Charles De Ketelaere (Atalanta)

 

Orel Mangala (Lyon)

 

Kevin De Bruyne (Manchester City)

 

Arthur Vermeeren (Atlético Madrid)

 

Áleyparar:

 

Romelu Lukaku (Roma)

 

Dodi Lukebakio (Sevilla)

 

Jéremy Doku (Manchester City)

 

Loïs Openda (RB Leipzig)

 

Leandro Trossard (Arsenal)

 

Johan Bakayoko (PSV)

 

Venjari: Domenico Tedesco (Italia)

 

Stjørnuspælarin er Kevin De Bruyne. 32 ára gamli miðvallarin hjá Manchester City er komin fyri seg eftir skaða fyrr í ár. Hann er líka avgerandi fyri Manchester City í dag, sum hann hevur verið árini frammanundan. Nú Eden Hazard er givin, so er stjørnuleikluturin hjá Kevin De Bruyne á landsliðnum enn størri.