Umframt tær báðar Oscar-virðislønirnar vann hann eisini eina røð av øðrum virðislønum á síni yrkisleið. Veruliga gjøgnumbrotið hjá Hackman kom í 1967, tá hann spældi í filmstillagingini av søguni um kendu [...] februar. Hjúnini vórðu funnin deyð í hvør sínum kømrum í húsinum hjá teimum. - Tað er væl møguligt, at hann ikki varnaðist, at hon var deyð, segði Heather Jarrell á tíðindafundinum, sambært Reuters. Hon sigur [...] umleið 18. februar. Tí er tað sambært læknanum rímiligt at halda, at tað var um hetta mundið, at hann doyði. Sjónleikarin hevur búð í Santa Fe í New Mexico síðani 1980-árini. Gene Hackman var 95 ára gamal
Tollhamarin hjá Trump fall av álvara í síðstu viku, tá hann kunngjørdi ein almennan toll á øllum innflutningi uppá tíggju prosent. Harumframt boðaði hann frá eyka tolli fyri eina røð av ávísum økjum og londum [...] eitt nú Kina. Trump hevur leingi pástaðið, at onnur lond "nýta" USA. Hann sær hægri toll sum ein hátt at rætta ójavnan, sum hann heldur vera. Eins og USA hava partabrævamarknaðirnir í Evropa og Asia eisini [...] Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at leggja 50 prosent toll afturat á Kina. Hetta skrivar hann í einum uppslagi á Truth Social. Boðini frá Trump koma eftir at Kina í síðstu viku, sum svar uppá hækkaða
Simon Jørgensen, sum hevur víst seg at vera góður fongur, síðani hann í vetur flutti úr FC Hoyvík og inn á Skála, skoraði tvey mál. Hann átti hornasparkið, sum bar 1-0 málið við sær. Bólturin var á veg [...] vitjan av NSÍ. Tá verður Ragnar Joensen ikki á TB liðnum. Í kvøld var hann miðverji inntil tíggju minuttir eftir steðgin, tá ið hann sá reytt. Í fjórðingsfinaluni í steypakappingini fer Skála 2. páskadag [...] tað ber við sær, at nú hevur TB bara steypakappingina at hugsa um. Hugburðurin var langt frá tí, sum hann hevur verið í landskappingardystunum. So er alt tað góða sagt, sum kann sigast um TB og steypadystin
bidnir um at handtaka hann Tað sigur advokaturin hjá honum, Julie Stage, við Ritzau. Watson varð handtikin á sumri 2024 í Grønlandi við støði í 'red alert' úr Japan. Japan vildi hava hann útflýggjan fyri eitt [...] hava verið varðhaldsfongslaður í Grønlandi í meira enn fýra mánaðir, varð hann leyslatin, tá danska løgmálaráðið avgjørdi, at hann ikki skuldi útflýggjast til Japan. Ein 'reyð fráboðan' er ein áheitan til [...] Danmark eina útflýggingaráheitan frá Japan. Tað endaði við, at hon varð vrakað, og 17. desember varð hann leyslatin úr fongslinum í Nuuk. /Ritzau/
hála í hann. ##med2## Filmurin gongur fyri seg í eini broytingartíð, har færri og færri velja at vera búgvandi á smáplássunum. Men Kári er heimkærur. Hann trívist í tí einfalda lívinum í bygdini. Hann og systirin [...] systrini Silju (Bjørg B. Egholm). Tað er Føroya fyrsti Geytavinnari, Sakaris Stórá, ið leikstjórnar. Hann fekk sítt gjøgnumbrot í 2017 við spælifilminum "Dreymar við havið", men var áðrenn hetta nógv fagnaður [...] arbeiðinum á flakavirkinum, meðan Silja stríðist við at megna skúlagongdina. Samstundis, sum pápi teirra (Hans Tórgarð) ikki megnar gerandisdagin í heiminum, og rýmir til skips og til tryggu og kendu karmarnar
Stóri spælarin í Leirvík í kvøld var Rani Hansen hjá Víkingi. Hann varð skiftur út, tá ið tað restaðu 20 minuttir, tí í morgin verður hann á listanum, tá ið besta liði hjá Víkingi fer at spæla á heimavølli [...] skjóta mál. Soleiðis er tað ikki hjá Rana Hansen. Í teir 70 minuttirnar, hann var á vøllinum, skoraði Rani Hansen trý mál, og so átti hann uppleggið til annað av hinum málunum. Rani Hansen legði eftir fimm minuttir [...] una til 3-0. Átta minuttir undan steðginum skoraði Rani Hansen aftur og so var talan um hattrikk. Hann hevur nú skorað átta mál í næstbestu deildini higartil í ár. Trivaligi 5-0 sigurin varð staðfestur
londum kring heimin. Seinast boðaði hann leygarnáttina frá, at innflutningsgjøldini á stáli og aluminium hækkaðu úr 25 prosentum upp í 50 prosent. Tann 2. apríl kunngjørdi hann ein lista við ymiskum tolli - [...] Stefan Kornelius, leygardagin, skrivar AFP. Hetta verður fyrstu ferð, at Merz vitjar í USA, síðani hann tók við sum kanslari fyrst í mai. Samrøðurnar millum Trump og Merz fara at snúgva seg um viðurskiftini [...] - sonevndum sínamillum tolli - ætlaður vørum úr útlondum. Hann steðgaði síðani tollinum í 90 dagar, og síðani varð ein lægri grundtollur uppá tíggju prosent galdandi fyri flestu lond. Fyrr í vikuni segði
revsa Russland, men seinastu tíðina hevur hann víst ørkymlan móti russiska forsetanum, Vladimir Putin. Hann vísti fyri stuttum vónbrot yvir eina telefonsamrøðu, hann hevði við Putin, har russiski forsetin [...] Ukraina fær fatur á sera nógvari hernaðarútgerð, bæði til loftverju, men eisini rakettir og lóður, sigur hann. Samstundis sigur Rutte, at Týskland, Finnland, Danmark, Svøríki, Noreg, Niðurlond og Kanada øll vilja [...] Á tíðindafundinum í dag sendi Donald Trump eisini eina ávaring til Russlands. Forsetin sigur, at hann fer at seta toll og revsitiltøk í gildi móti Russlandi, um landið ikki ger eina vápnahvíldaravtalu
av aftur og fram, at hann úr 14 metrum sendi bóltin dygst inn við stólpanum. Deni Pavlovic var fyrstu umførini millum teir fyrstu ellivu, og tá skoraði hann tvey mál. So varð hann skaddur og hevur síðani [...] síðani verið skiftisspælari. Hann verður roknaður millum stóru og drúgvu felagsmenninar í Klaksvík, og tað var stórur fagnaður, tá ið hann skoraði og styrkti um leiðsluna. At enda vísti tað seg at vera avgerandi
n Agnar Artúvertin. Í næstum gevur hann út stuttsøgusavnið Revapassarin , har hann innleiðandi kunngerð, at »eg skal trýsta alt upp í títt fjes«, samstundis sum hann vónar, at savnið kann verða eitt øðrvísi [...] Seinast , hann gav eina bók út, fleyg ein østur ummælari í krovið á honum, kallaði hann barnalokkara, og ávaraði staðiliga lesaran um ikki at stuðla slíkum fúlum, pedofilum og svínskum lesnaði á føroyskum [...] øðrum. Heilt ítøkiliga letur hann hetta koma til sjóndar í heitissøguni Revapassarin , ið byggir á søgnina um vampýrin Drakula. - Í hasi søguni kann tað at bíta ein, so hann blívir líka sum tú, tulkast