Jón Johansen, grindaformaður í Tórshavn, sigur, at líkt er til, at talan er um eina hampuliga stóra grind. - Hon gongur í tveimum, so hon er ring av vurdera, men líkt er til, at hon er hampuliga stór,
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum var við Finn Johannessen úr Vági, sum var í sendingini SportBoxin á Rás2 fyrrapartin í dag. Finn Johannessen, sum umboðar Hvistan fortaldi um Før
Síðani skúlarnir byrjaðu í gjár, hevur løgreglan gjørt eitt sindur burtur úr at kanna ferðsluna við skúlarnar. Í hesum sambandi hava tey serliga havt eyguni eftir teimum, sum koyra børni skúla. Og tað
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna André Olsen gjørdi við René Shaki Joensen í sendingini SportBoxin, sum var á Rás2 fyrrapartin. René Shaki Joensen hevur fingið eina góða byrjan á miðvøll
Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, og formaður floksins, hevur nú sagt sessin sum løgtingsgrannskoðari frá sær. Ístaðin mælir hann Løgtinginum til at velja floksfelagan, Joen Magnus Ras
Herfyri frættist, at einasta sjálvtøka í Hvalba skuldi takast niður, so at eingin sjálvtøka var eftir í bygdini. hetta elvdi til misnøgd, tí so var ongin sjálvtøka eftir. Tað var BankNordik, sum hevði
Tað verður Kristina Samuelsen, advokatur, sum skal kanna Høgna Hoydal og Aksel V. Johannsen, løgmann Tað var aftan á áheitan frá 15 løgtingsmonnum um at seta kanningarstjóra at kanna málið um lei
Grindin, sum legði beinini í Sandagerði í morgun taldi 59 ella 60 hval sigur Jón Johansen, grindaformaður. Tað var klokkan 7 í morgun, at fólk á Argjum sóu eina grind út fyri Tjørnunes á Nólsoy. Um át
Fyrstu seks mánaðirnar í ár var nýtslan í Føroyum munandi størri enn hon var í sama tíðarskeiði í fjør. Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at vøksturin er heili 12 prosent. Her er ikki talan um innflut
Gone viral kalla tey tað á enskum, tá ein leggur okkurt út á netið, sum spreiðist við rúkandi ferð um allan heim. Tað má av sonnum sigast um videobrotið, sum vestmenningurin Rúni Johansen, gjørdi fyri