tarnað í dag. Orsøkin er, at Hasfjord, sum siglur við farmi um Skopunarfjørð, liggur í løtuni, tí hann hevur fingið trupulleikar. Jóan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni, sigur, at á veg av [...] av Gomlurætt til Skopun fyrr í morgun, fekk hann trupulleikar – og tey halda seg vita, at hann hevur fingið um skrúvuna á veg yvirum Skopunarfjørð. Hann sigur, at nú verður roynt at fáa kavara til Skopunar [...] so tann farmin eisini, sum pláss er fyri. Virkandi stjórin á Strandferðsluni sigur, at til kavarin hevur kannað málið, ber ikki til at siga, nær Hasfjord fer aftur í sigling.
Russland hevur sett yvirfyri Ukraina, er, at landið ongantíð verður limur í Nato. Men, bæði Ukraina og Nato hava higartil víst russiska kravinum aftur. Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, hevur fleiri [...] til hvørt einstakt land sjálvt at gera av, hvønn verjufelagsskap landið ynskir at verða partur av, hevur Nato-aðalskrivarin sagt. Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.
Laila av Reyni hevur útgivið nýggjan sang. Hetta er fyrsti sangurin, sum er komin frá henni síðan 2019. Áður hevur hon bæði givið stakløg og tvær heildarútgávu út. Ein av orsøkunum til, at nærum trý ár [...] millum tey seinastu løgini, er, at Laila, sum fleiri aðrir føroyingar, er rakt av fjallabasilluni. Hon hevur sett sær fyri at ganga upp á allar teir 340 fjallatopparnar í Føroyum, og tí er frítíðin farin til
vikur hevur royndarvant á Svangaskarði, eftir at hann er komin til Føroya at arbeiða. Í kvøld boðar B68 frá, at sáttmáli er undirskrivaður við 27 ára gamla verjukenda miðvallaraspælaran. Hann hevur áður [...] áður roynt seg í 2. división í Danmark, sum er triðibesta deildin. Har hevur hann eitt nú roynt seg í FC Sydvest og OKS, sum eru feløg ávíkavíst í Tønder í Suðurjyllandi og á Fyn. Í ikki serliga góðum líkindum
##med2## Tað, sum hevur mest týdning er at vit útbúgva fleiri fólk til KT-vinnuna. Tað heldur Leif Abrahamsen, sum hevur staðið á odda fyri hesum partinum av Vakstrarforum. Landsstýrið setti Vakstrarforum [...] hvvussu vit økja um vinnumøguleikarnar í Føroyum. Ein partur av hesum er Kt-vinnan og hesum partinum hevur Leif Abrahamsen staðið fyri og í dag varð úrslitið lagt fyri landsstýrið. Hann sigur við FM1, at tað
Síðan klokkan 15:30 í gjár hevur politiið fingið heili 23 fráboðanir um storm og vindskaðar. Fráboðanir koma við jøvnum millumbili, og fyri lítlari løtu síðani sendi politiið eitt bjargingarlið til Viðareiðis [...] Havn. Í Fuglafirði stóð ringt til eina løtu, tá ein tekja knappliga lá á vegnum. Umframt vindskaðar hevur politiið fingið óteljandi fráboðanir um bilar, sum antin eru farnir útav ella sita fastir í kavanum [...] kavanum. Eitt dømi er ein lítil bussur, sum í gjár fór útav oman fyri Hov í Suðuroynni. Ringa veðrið hevur eisini elvt til persónsskaða, veit politiið, tí ein persónur hevði brotið eitt bein, aftaná at hava
hjúnalag í mai mánaði í ár. Sagt verður um Boris Johnson, at hann áður hevur sagt lítið um síni familjuviðuskifti. Soleiðis hevur hann heldur ikki viljað sagt, hvussu mong børn hann frammanundan eigur [...] Bretski forsætisráðharrin, 57 ára gamli, Boris Johnson, er aftur blivin pápi. Hesaferð hevur kona hansara, 33 ára gamla, Carrie Johnson, føtt eina dóttir. Tað upplýsir skrivstovan hjá forsætisráðharranum
Svimjingin um Nólsoyarfjør hevur verið fastur táttur á ovastevnu síðan 1998. Og fyriskipararnir gleðast um, at áhugin fyri havsvimjing er so stórur. Myndirnar hevur Evy Toftegaard Nielsen tikið [...] Árliga svimjingin úr Havn til Nólsoyar hevur verið í dag. Ann-Mari av Skarði skrivar soleiðis um svimjingina: - Fyrstur um málið í Nólsoy var Oluf Færø. Við tíðini 1:22:26. Honum í hølunum var
erligur, so hava tað verið nógvar góðar og harðar tíðir, men samanlagt hevur tað verið ein fragd. AC Horsens er eitt felag, sum hevur stóran týdning fyri meg. Eg vil sjálvandi takka starvsfólki, liðfeløgum [...] havt tað gott og kent meg heima, síðani dag eitt, sigur Hallur Hansson. 29 ára gamli havnarmaðurin hevur verið settur í samband við Brann í Norra. – Sum fyrrverandi liðskipari, fótbóltsspælari og fjeppari
sigur Jørgen Niclasen landsstýrismaður í samferðslumálum. Beinta Løwe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi hevur spurt hann, um nøkur ætlan fyriliggur um at bøta um umstøðurnar hjá ferðafólki í Kalsoynni. Hon vísir [...] regni, kava og illveðri, enn at fara inn í okkurt privat neyst. Jørgen Niclasen sigur, at Landsverk hevur arbeitt fyri at bøta um umstøðurnar hjá ferðafólki á ferjuleguni á Syðradali. Ymiskar loysnir hava [...] eru brúktar til planlegging og tekning. Men niðurstøðan hjá Landsverk er, at loysnirnar, arbeitt hevur verið við, eru ov langt frá upprunaligu ætlanini. Skýlið gjørdist ov stórt og við ov nógvum hentleikum