Laila av Reyni hevur útgivið nýggjan sang. Hetta er fyrsti sangurin, sum er komin frá henni síðan 2019. Áður hevur hon bæði givið stakløg og tvær heildarútgávu út.
Ein av orsøkunum til, at nærum trý ár er gingin millum tey seinastu løgini, er, at Laila, sum fleiri aðrir føroyingar, er rakt av fjallabasilluni. Hon hevur sett sær fyri at ganga upp á allar teir 340 fjallatopparnar í Føroyum, og tí er frítíðin farin til tað heldur enn til tónleikin. Nú er hon næstan komin á mál. Og tað kann fara at hava við sær, at hon fer at geva meira tónleik.
– Eg fari ið hvussu er at hava meir tíð. Og mann fær eisini íblástur av at ganga í fjøllunum, so hvør veit” sigur Laila.
Nýggi sangurin eitur Goym meg og er gjørdur í samstarvi við Gunnar G. Guttesen og Hans Poulsen.
Sangurin kann hoyrast her:
##med2##