røktingarmaður, kórleiðari og organistur. Á lítlari samkomu í gjár nýtti Súni í Hjøllum, borgartjóri í Nes kommunu, høvi vegna kommununa at takka Mikael Jóhan fyri hansara stóra arbeiði at menna ta lokalu sang-og [...] góður at heita á, tá kommunan skipaði fyri tiltøkum, har sangur og tónleikur skuldi framførast. Vegna Nes kommunu ynskti borgarstjórin Mikael Jóhan Heinesen og familju hansara alt tað besta, blíðan byr og
verður hildin á Dýrindalsgøtu 10 í Hoyvík, frá kl 19. Leygardagin 9. des. giftast i Nes kirkju kl. 14 Ann Julin Benjaminsen Nes og Hans Anders Jacobsen Strendur. Borðhald verður fyri innbodnum á Svangaskarði
Bæði Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu og Símin Johannesen, borgarstjóri í Nes kommunu, hildu stuttar røður, tá fimleikarfelagið Støkk hevði móttøku á sínum 45 ára degi í Løkshøll seinnapartin [...] tíðirnar. Men hetta hava tit megnað væl, legði borgarstjórin í Runavíkar kommunu aftrat. Borgarstjórin í Nes kommunu, Símin Johannesen, segði, at fimleikarfelagið Støkk hevur havt eitt serligt pláss í hjørtunum [...] siga, at fimleikarfelagið Støkk var framman fyri sína tíð, segði Símin Johannesen, borgarstjóri í Nes kommunu.
Eftir áheitan frá Nes kommunu var 8. flokkur við Tofta skúla og ruddaði á Svangaskarði ein dag herfyri. Samsýningin fyri hetta arbeiðið fór eisini óskerd til stuðulstiltakið. Í Nes kommunu siga tey, at [...] fóru øll oman í Tofta skúla, har allir næmingarnir og skúlabólkurin fingu sunkist og søtmeti, sum Nes kommuna læt til høvið. Stuðulsátakið endaði við einari almennari hugnaløtu tíðliga seinnapartin, og
sum er 47 metrar í mun til verandi myllu í Nes haga, har longdin úr enda í annan er einar 25 metrar. - Hesar myllurnar eru 660 kW hvør, meðan verandi mylla í Nes haga er 150 kW. 18 milj. krónur Spurdur, [...] hvussu stór íløgan er ? og um hetta er ein góð íløga hjá SEV, sigur Henning: - Verandi mylla í Nes haga, sum hevur staðið upp í eini 11-12 ár, hevur riggað væl og við teimum royndum, sum SEV hevur gjørt
Skipan Eftir fundin hjá nývalda bygdaráðnum í Nes kommunu hóskvøldið var ikki alment greitt, hvussu bygdaráðið fer at skipa seg. Sosialurin royndi í gjáramorgunin at fáa orð á Súna í Hjøllum, sum varð [...] útskifting Súni í Hjøllum og Símun Johannesen eru teir einastu, sum eru eftir av gomlu "garduni" í Nes kommunu. Á valinum týsdagin fullu Haldur Vang og Jan Danielsen. Marjun Gaardbo, Katrin Poulsen og Eyðfinn [...] ið eisini hevði 29 atkvøður. Hetta er fyrstu ferð, at kvinnulistin, sum nú hevur fleiri ár á baki í Nes kommunu, hevur fingið tvey umboð. Á seinasta vali varð Katrin Poulsen vald á kvinnulistanum, meðan
hugsar eina løtu, og so tekur hann til: - Nes er hin gloymda bygdin, har hvørki slepst til ella frá við almennum flutningi. Tað tekur onga tíð at koyra út á Nes, og bussurin bíðar á Toftagjógv kortini. [...] “fart” heim á Toftagjógv - og útaftur á Nes, tá tú kemur heimaftur. Eldri og illa gongd fólk hava ongan møguleika at ganga niðan Heygabrekkuna og longu leiðina út á Nes. - Teinurin av Toftagjógv og niðan til [...] vitjað systir Hans Jakka, Lenu, sum býr um somu leiðir í høvuðsstaðnum. Nú ætla tey sær heimaftur á Nes. - Ert tú í Havn og fert tú heimeftir í dag? Vit kundu hugsað okkum at koyrt við tær, um tú hevur bil
eygleiddu og upplivdu sólarmyrkingina ymsastaðni frá - heilt av Svangaskarði og út á Eystnes. Tað sigur Nes kommuna, sum er takksom fyri stóru undirtøkuna. - Vit eru eisini takksom fyri, at fólk tóku áheitanin [...] allir næmingar - saman við lærarum og foreldrum - fóru eystur á Vørðuna at uppliva sólarmyrkingina. Nes kommuna veit at siga, at meira enn helmingurin av borgarunum í kommununi møttu til morgunmatin á S
bygdasøgu. Kvøldið verður hildið í sambandi við, at nú verður av álvara farið undir at skriva søguna um Nes, Toftir og Saltnes. Tað verður Helgi Jacobsen, sum fer at greiða frá, hvat hann leggur dent á, tá
hann [...] taka væl undir við arbeiðnum at skriva bygdasøguna og møta fjølment í skúlanum
mikukvøldið, sigur Nes kommuna. Tiltakið verður í Tofta skúla mikukvøldið 5. februar klokkan 19.30.
Í Nes kommunu spenna tey seg út í dag og næstu dagarnar. Sambært heimasíðuni hjá kommununi, nes.fo, so er talan um so nevndar Várdagar. Í dag er ruddingardagur. Lagt verður fyri við morgunkaffi í Undirhúsinum