misti meirilutan og at Fólkaflokkurin í býráðnum fór í tvíningar. Kortini broytti fólkafloksmaðurin Páll Petersen hugsan, og gav samgonguni stuðul sín aftur. Nú hevði samgongan 7 býráðslimir og andstøðan 6 [...] viðgerðin av málinum um graslíkisvøll í Gundadali og á Argjum. Seinast í apríl kom meirilutin í býráðnum í minniluta, tá fólkafloksmenninir Ingi Mohr og Páll Petersen atkvøddu saman við andstøðuni. Úrslitið [...] seg úr Fólkaflokkinum og stuðlar hann nú andstøðuni í Tórshavnar býráð. Tá nú samgongan fekk meirilutan aftur, var samtyktin um at keypa graslíki frá Føroya Møblasølu broytt, og nú var samtykt at taka
Føroyum í eitt hálvt ár og at føroyingurin skal eiga bilin í Danmark í eitt ár - tá hendan tíðin er liðin, at eingin momsur og eingin tollur! Og tá er lagað manni at vinna nógvar pengar - og ikki at tala um, [...] er tað ein bilur, sum í Føroyum liggur um 7-800.000 - hann kostar í Danmark væl oman fyri milliónina, og so skjótt lækkar hann ikki í virði. Í fjør koma 98 bilar til Danmarkar á henda hátt, skrivar J [...] í 1995 - at nú eru bilarnir rættuliga nógv bíligari í Føroyum enn í Danmark. Men politikarar nýsta, og henda regla verður helst broytt skjótt. el
útflutingurin av ísaðum og frystum fiski í smáum pakkum økt heili 164% í virði tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár, aftur ímóti í fjør. Fyrsta ársfjórðing í fjør útfluttu vit ísaðan og frystan fisk í smápakkum [...] tykist at hava gjørt eitt veruligt lop í ár. Tilsamans útfluttu vit 8.286 tons av frystum og ísaðum fiski fyri 230,7 milliónir fyrsta ársfjórðing í ár afturímóti 6.136 tonsum fyri 145,3 milliónir sama tíðarskeið [...] saltfiski fyri góðar 83 milliónir. Í fjør var nøgdin 2.665 tons og virðið góðar 72,5 milliónir. Í nøgd er talan um ein vøkstur uppá 6% og í virði er talan um ein vøkstur uppá 15%. Næstan bara fiskur Tølini
mett rætt og rímuligt, ikki minst tí, at umhvørvið við Føroyar eru so serstakt og viðkvæmt, at gera ymsar kanningar av bæði umhvørvinum sum so, streymi, aldu og viðurskiftum á sjónum annars og síðani av [...] føroysku oljufyrisitingina og oljufeløgini - eftir ynski frá føroyskari síðu, førdu til, at stovnaður varð ein felagsskapur ella arbeiðsbólkur, sum skuldi hava til endamál at samskipa og gera kanningar av umhvørvinum [...] verður savnað inn og kannað, vil geva føroyingum eina unika støðu í mun til so mong onnur lond, hvat kunnleika um eins egna umhvørvi viðvíkur. Her er so sum talan um eitt framhald og víðkan av tí stóra
Vágar vann dystin ikki minni enn 7-2, og tað var ein óvæntað stórur sigur fyri eitt lið, sum frammanundan ikki hevði vunnið í kappingini! Men leingi er tað, ið væl skal vera, og liðið úr Vágunum hevur nú fingið [...] í Havn móti B36, í Gøtu og nú eisini í Miðvági. Tað hoyrir við til søguna, at teir leygardagin mistu ein mann lutfalsliga tíðliga í dystinum, men soleiðis kann tað ganga, og 7-2 er ov nógv at tapa móti [...] niður úr 1. deild í fjør, og tí vórðu teir roknaðir sum ein av náttúrligu favorittunum til at flyta upp í ár. Men tað hevur als ikki gingið eftir vild hjá vágamonnum í ár, og undan hesum umfarinum lógu
Fiskasølan hevði aðalfund mánadagin og har var roknskapurin felagsins lagdur fram til góðkenningar. Og hesaferð var nakað at tosa um. Roknskapurin fyri 1997 vísir eitt yvirskot uppá 447 túsund krónur aftaná [...] til Føroya Sparikassa og vinningurin av hesi sølu varð tikin við í roknskapin fyri 1997. Fiskasølan hevði eitt yvirskot, uppá knappar 11 mió. krónur, við søluni av bygninginum og tað eru hesar inntøkur [...] loystur úr starvið 1. juli seinasta ár og Hans Johannes á Brúgv var settur í hansara stað. Nýggja leiðslan gjørdi broytingar í rakstrinum, sum skuldu betra um ársúrslitið og sambært ársfrágreiðingini er hetta
eru prísirnir og marknaðurin fyri allar føroyskar vørur góðir í løtuni. Eitt nú er prísurin fyri blokk tvífaldaður síðan seinasta ár, og tað sær ikki út til at tað fer at ganga hinvegin og tað gevur okkum [...] orsøkin til at úrslitið yvirhøvur er positivt og ikki negativt er, at bygningurin hjá Føroya Fiskasølu yviri við Strond varð seldur til Føroya Sparikassa; og tað er tikið við í roknskapin. Hesum er einki [...] útreiðslur vóru. Knappar átta mió. krónur eru í óvanligum útreiðslum og tær eru farnar til lønir til starvsfólk, sum eru søgd úr starvið og til kostnað av nýggjum verkætlanum. Primeri raksturin gav hall Verður
arrogant og púra suveren ? stendur sprittfløskan, beint upp og niður. Ovast uppi og longst burturi sæst roðin úr einum loftsvindeyga... Av plássinum uttan fyri kennist borgin tung, avstongd og avvísandi [...] at nógv fór at blíva skrivað og sagt í sambandi við fráboðaðu samráðingarnar millum Føroyar og Danmark nú tann 10. juni 98, mundu flest øll verða, sum fylgt høvdu við og sostatt vistu av, hvat samráðst [...] uttanlandsskuld uppá 4-5 mia. kr. og hvussu hendan afturgjalding verður relaterað til ein komandi oljupolitikk. Og so »tilvildarligi» »undirgrundar«fundurin millum Tony Blair og Poul Nyrup, meðan 10. juni s
frágreiðingini hjá Búskaparráðnum verður staðfest, at tað í 1997 var ein vøkstur í lønútgjaldingum uppá 7 prosent í samfelagnum í fjør. Størsti vøksturin, tá mált verður í krónum, er í fiskivinnuni. 79 mió [...] meiri í lønum til fiskimenn enn árið fyri. Í prosentum svarar hetta til ein vøkstur uppá 13 prosent og hann sær út til at halda fram í ár. Fyrstu fýra mánaðirnar í ár eru útgoldið 23 prosent meir í løn [...] Eisini í byggivinnuni er stórur vøkstur í løngjaldingunum. Í 1997 var útgoldið 35 pst. meir enn í 1996 og fystu fýra mánaðirnar í ár er útgoldið 33 prosent meira enn somu mánaðirnar í fjør. Men hóast hesa
Líggjas og Klæmint, men tá samanum kom royndust Fleyr-leikararnir stinnari. Eftir at hava verið aftanfyri 7-4 eina løtu fingu Líggjas og Klæmint skil á sínum spæli. Teir knógvaðu seg framum og vunnu s [...] fyri seg. Spælið hjá Klæminti og Líggjasi koyrdi ógvuliga væl, og hinumegin netið vóru ov nógvar villur orsøkin til at spælið ikki »hekk saman«. Klæmint og Líggjas ruku avstað og vunnu settið 12-5. Í øðrum [...] endaði við 12-9 sigri til Rasmus og Svein og nú mátti eitt triðja sett til eisini. Triðja sett var spælt eftir nýggju teljiskipanini har hvør bóltur telur og her vístu Klæmint og Líggjas at tað ikki var av tilvild