forsætisráðharran. Nevndin vísir eisini á, at framgongdin byggir á nógv tryggari grund enn líknandi vøkstur í endanum av 1980-unum. Núverandi vøksturin byggir nevniliga ikki á lántøku og almenn veðhald. Skuldin [...] fyri skatt, avgjøld og tilskot vm. Nevndin vísir á, at av tí at føroyska samfelagið er so nógv bundið av eini høvuðsvinnu, nevniliga fiskivinnuni, er tørvur á at gera føroyska búskapin meira liðiligan og betri [...] royndarveiðu í føroyskum sjóøki kundu bent á, at tað vandi fyri, at búskaparliga virksemi fer at steðga upp komandi árini. Ráðgevandi Nevndin vísir síðani í frágreiðing síni á, hvussu tey torføru árini í byrjanini
bløðini og loftmiðlarnar í seinastuni. Tað, sum fyri almenningin hevur verið so torgreitt at fáa skil á, er fyri Sverra Hansen púra greitt. Tað, at Framtaksgrunnurin varð stovnaður og fór undir virksemið [...] pening uppá einstakan debitor. Umframt tað hevði Fiskasølan við árslok seinast so stórar goymslur av fiski, sum tók longri tíð enn væntað at selja fiskin. - Tað eru hesi viðurskifti frá fyrra hálvári í ár [...] virksemið, var treytað av, at aðrir pengaíleggjarir samstundis tóku lán ella settu eginpening í feløg, á hædd við tað, sum Framtaksgrunnurin setti í, men at áhugin ikki hevur verið stórur. Sambært frágreiðingini
Millum stórar dungar av turrum fiski í ymsum pakningi, royktan laks, siðnan smáfisk og hákall, sum skorin var í bitar og settur á pinnar, stóð ein ung genta. Spurd, hvat hetta á pinnunum var fyri nakað, svaraði [...] tóktist mær. Við síðuna av var ein básur við tónleikaraútgerð. Og fremst í diskarúgvuni á borðinum sást smílandi sníðið á starvsfelagnum Njálli. [...] asfaltera Laugarveg sunnudag klokkan ellivu. Tað hevði helst ikki hent í Niels Finsensgøtu hesa tíð á degnum. Og í handlunum íiða um sóust málarar, timburmenn umframt tey vanligu krambafólkini, sum fluttu
var metvika á Fiskamarknaði Føroya á Toftum. Bara mánadagin vóru seld 266 tons fyri meira enn tvær milliónir krónur. »Hetta er besti dagur nakrantíð, tað eg minnist, « sigur Oskar Joensen á Fiskamarknaðinum [...] heldur Oskar Joensen á Fiskamarknaði Føroya á Toftum. Fiskamarknaðurin hevur deildir í Klaksvík og í Vági. Og har avreiða bátarnir úr Norðoyggjum og sunnaru helvt í Suðuroy. Men á Tvøroyri, heldur Oskar [...] tey at klára seg við nakað enn. Annars stendur á við skiljing, sigur hann. Teir eru einir 10 - 12 mans í skiljiliðnum, og teir arbeiða ofta frá klokkan átta á morgni til midnátt. Og onkuntíð meira, sigur
felag kundu tikið í móti fiski á støðum, har krani var, og til bar at fáa ís. Hesum tóku ráfiskakeypararnir eisini undir við, sigur hann. »Ja, teir hava enntá skrivað undir upp á hetta,« sigur formaðurin [...] fyri fiskin í dag. Alt eftir, hvar hann verður lagdur upp. Tað ljóðar væl frá fiskaprísunum á Fiskamarknaðinum á Toftum, Og tað er at gleðast yvir, at teir, sum hava møguleika at selja har, fáa góðan prís [...] aftur lægri. Hetta kemst av, at ikki eru so góðir møguleikar at koma á uppboðssølu. Chris Jan Michelsen sigur, at tosað hevur verið á fundi um, at rætt hevði verið at fingið skipaðar móttøkur ymsastaðni
50 tons ein dag á Munkagrunninum. Meginparturin, eini 40 tons, var upsi. Restin var toskur og hýsa. Pauli Poulsen, skipari á Grønanesi, sigur, at líkt er til, at væl av upsa er aftur á grunninum. Hvør [...] men hann kann ikki siga hví, júst hasin árgangurin er á Munkagrunninum nú. At upsi er at fáa á Munkagrunninum nú, kemur ikki so ógvuliga óvart á fiskifrøðingarnar. Árni Nicolajsen sigur, at hetta er tíðin [...] fer at koma aftur. Hann sigur, at umframt at væl av smærri fiski er at síggja, er rættiliga nógv æti í sjónum sunnanfyri. »Tað var øgilig skrift á Munkagrunninum í myrkrinum,« sigur hann. Pauli Poulsen ivast
kunstiga vitið. Spælið gongur út upp á at læra seg at kenna lítla djórið og at gerast vinur við tað. Spælið er Fin Fin og tann verðin, ið er bygd upp rundan um hann. Hann livir á Teo, ein vøkur og grasgrøn planet [...] flytingarmøguleikum og kann reagera heilt ymiskt upp á tvær annars líkar støður. Tað er ein veruliga hugtakandi animatión, sum bæði kann flúgva, kava eftir fiski, er fim og kann syngja. Fyri børn og vaksin Fin [...] mun til Tamagotchi?arnar eru hetta tó annaðleiðis klók og fyrikomandi verur. Og enn síggjast tey bert á einum telduskíggja. Kunstigt vit Fin Fin er eitt lítið sjarmerandi villdjór, ein blanding av springara
ferðir verið umrøtt á landsstýrisfundum. Áðrenn frágreiðingin frá kanningarstjóranum varð almannakunngjørd, varð tó ávísur ivi um, hvussu reglurnar í grein átta skuldu tulkast. Aftan á at kanningarstjórin [...] sum varar av Suðuroyar Sjúkrahúsi, og sum er umrødd í frágreiðing kanningarstjórans, varð tikin av á ólavsøku 1996. Við Suðuroyar Sjúkrahús situr nú eitt sjúkrahúsráð. Ráðið er mannað við trimum kvinnum [...] umskipað, valdi landsstýrið hesar nevndir: Nevnd at gera uppskot til stuðul til menning av fiskivinnu á landi og heildarætlan fyri innfluttan fisk Nevnd: Fimm menn og ein kvinna. Nevndin varð liðug við a
handils. Heldur ikki eru norðoyingar ókendir á gøtunum í Runavíkini og har um vegir. Alt møguligt at selja Leygardagin eru so nógvir av handlunum á Runavíkini við á marknaðardegnum, sum verður í ítróttarhøllini [...] inni á Skálafjørðinum, sum í síni tíð tók stig til marknaðardagin, men síðani tók Nes Sóknar ítróttarfelag yvir, og nú er tað NSI, sum stendur fyri tiltakinum. Tað eru nú nógv ár síðani, handlar á Skál [...] miðdepilin staðið fyri ymsum tiltøkum, m.a. lýsingaherferðum. Og tað skerst ikki burtur, at eystari armur á Skálafjørðinum er ein veruligir handilsmiðdepil. Sunrid Olsen, sum er formaður í handilsmiðdeplinum
viðhvørt vilja teir ikki. Teir halda ikki avtalur, og tað ber ikki til at líta á.« Og hava tey so endiliga fingið fatur á fiski, er hann so dýrur, at at kalla eingin hevur ráð at keypa hann aftur úr diskinum [...] tað eru alt ov nógvir millumhandlarar á vegnum, sum dýrka fiskin skammiliga, áðrenn brúkarin fær hann. Hetta er júst tað, Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, vísti á í samrøðu við Sosialin herfyri. Og hon [...] altíð hava tosað so positivt um Føroyar, men Barbara tykist bert fáa góða umtalu. Og tað smittar yvir á restina av landinum, sigur hon. Annars liggur Rønde, sum sagt, í økinum, har føroyska vikan var fyrr