Føroyski búskapurin er framvegis inni í eini hepnari gongd, og framburðurin sýnist at halda fram í 1997. Vøksturin byggir á betri fiskarí ikki minst eftir toski, men eisini ein ekspansivur fíggjarpolitikkur og rentufallið sum heild hava stuðlað undir hesi gongd sigur danska Ráðgevandi nevndin viðvíkjandi Føroyum í seinastu frágreiðing síni til forsætisráðharran.
Nevndin vísir eisini á, at framgongdin byggir á nógv tryggari grund enn líknandi vøkstur í endanum av 1980-unum. Núverandi vøksturin byggir nevniliga ikki á lántøku og almenn veðhald.
Skuldin ov høg
Hóast hesi positivu tekin, so vísir nevndin eisini á vágiligan útvikling. Fyri tað fyrsta er almenna skuldin framvegis sera høg. Tað verður so eisini fiskað so mikið nógv, at fleiri týðandi fiskasløg sum frálíðir verða hótt.
Víðari sigur Ráðgevandi nevndin, at tað ikki eru tekin til, at framgongdin verður brúkt til gera upp við óheppin undantøk og serstakar reglur, sum framhaldandi eru innbygd í føroysku reglurnar og skipanir fyri skatt, avgjøld og tilskot vm.
Nevndin vísir á, at av tí at føroyska samfelagið er so nógv bundið av eini høvuðsvinnu, nevniliga fiskivinnuni, er tørvur á at gera føroyska búskapin meira liðiligan og betri konsolideraðan mótvegis konjunkturunum - enn tey lond, sum Føroyar vanliga samanbera seg við.
Hetta er ikki støðan í dag, og tað er tí orsøk til at stúra fyri gongdini. Serstakliga tey seinastu tølini fyri m.a. royndarveiðu í føroyskum sjóøki kundu bent á, at tað vandi fyri, at búskaparliga virksemi fer at steðga upp komandi árini.
Ráðgevandi Nevndin vísir síðani í frágreiðing síni á, hvussu tey torføru árini í byrjanini av 90-unum eru avloyst av einum betraðum konjunkturi, sum hevur havt við sær, at fleiri hava fingið arbeiði og hevur tað aftur givið øktar inntøkur.
Víst verður á framgongdina innan alingina og byggivirksemið. Bara fiskiídnaðurin á landi hevur higartil ikki átt sín lut í framgongdini.
Nevndin sigur víðari, at framgongdin hevur havt við sær munandi øking í privatu nýtsluni. Eisini almenna nýtslan veksur, men vøksturin er eitt sindur minni enn í privatu nýtsluni.
Víst verður á, at handilsjavnvágin er positiv sjeynda árið á rað. Gjaldsjavnvágin vísir somu stóru yvirskot sum undanfarin ár. Harvið er uttanlandsskuldin minkað við 1,3 mia. kr. í 96.
Almenna nettoskuldin uppá 6.3 mia. kr. við endan av 96 er enn sera høg, svarandi til 95% av tøku føroysku bruttotjóðarinntøkuni. Við núverandi gongd í almennu fíggjarstøðni verð ur skuldin bert at minka spakuliga. Fer rentustøðið at hækka kann tað hava við sær nýggjar útreiðsluøkingar.
Nevndin ávarar um, at gongdin í almennu útreiðslunum og inntøkunum vísir, at framgongdin í búskapinum ikki í nóg stóran mun verður brúkt til at konsolidera almenna fíggjarstandin.
Hon vísir eisini á, at ein langtíðarætlan fyri at gjalda aftur almennu skuldina hjá bæði landsstýrinum og kommununum og sum verður grundað á neyva stýring av samlaðu almennu útreiðslunum, kann hava við sær, at ein kann fara meira miðvíst til verka. Víst verður eisini á, at fyri at hetta skal hava nakra ávirkan, so eigur tað at verða hægri prioriterað at minka um skuldina heldur enn ynski um skattalækkingar.
Nevndin sigur eisini, at ein meira krittisk gjøgnumgongd av serreglum og undantøkum á skatta- avgjalds og tilskotsumráðnum kann hava við sær, at landskassin verður betur fyri.
Síðani setir nevndin upp nøkur viðurskifti, sum hon heldur kunnu stuðla undir hesum. Tað er m.a. at minka um rentufrádráttin til húsalán. Síðani eina tillaging av skattingini av rentum og partabrævainntøkum uttan mun til um inntøkurnar koma úr Føroyum ella útlandinum.
Eisini verður nevnd ein tillaging av momsreglunum fyri fiskvinnuna og restina av vinnulívinum.
Nevndin mælir eisini til, at serstaki lønarstuðulin til fiskivinnuna verður minkaður. At enda ynskir hon eina eina krittiska gjøgnumgongd av øðrum frádráttum og tilskotum.
Víst verður í hesum sambandi á, at samlaða skattatrýstið í Føroyum ikki er høgt sammett við onnur norðurlond. Hetta hevur m.a. samband við týðandi árliga blokktilskotið frá Danmark.
Skuld og kreditvirði
Ráðgevandi nevndin vísir á, at ein trúverdug og pliktandi ætlan at minka um skuldina fer at hava fleiri hepnar avleiðingar við sær. Hon vil betra um álitið á føroyskan búskap, ja økja um kreditvirði Føroya. Harvið kann eisini koma gongd á tær privatu íløgurnar. Eisini fer ein afturgjalding av skuld at geva Føroyum betri rásarúm fyri tí vaksandi útreiðslutrýstinum, sum kemur av, at fleiri gerast eldri.
Vinnulívið
Hóast framgongd á nógvum økjum so ávarar nevndin móti tí manglandi konsolideringini av almennu fíggjarstøðuni, tí einvísa vinnustrukturinum og tí stóra veiðutrýstinum við Føroyar. Nevndin heldur ikki, at veiðutrýstið verður lækkað við teimum 30%, sum mælt er til við fiskidagaskipanini.
Nevndin kemur til ta niðurstøðu, at føroyski búskapurin framvegis ikki er førur fyri at standa ímóti møguligum afturstigum, sum kunnu koma í kjalarvørrinum á eini rentuhækking ella um fiskiveiðan minkar nógv.
Nevndin fegnast tó um, at onkur av alternativu vinnunum so sum alivinnan eftir eina torføra byrjan, nú tykjast klára seg væl.
Ávarar móti at lata stuðul
Menningin av einum meira fjølbroyttum og lønandi vinnustrukturi má fáast í meira fastar karmar heldur enn at fáa almennan stuðul. Nevndin sigur annars, at tað er sera umráðandi ikki at seta nýggja stuðulsskipanir í verk fyri tær, sum nú verða avtiknar.
Lønarstuðulin til fiskivinnuna og annars vinnustuðul eigur stigvíst at verða tikin av fyri uppá longri sikt heilt at detta burtur. Eisini sigur nevndin, at tað er er ikki ein almenn uppgáva at tryggja eina endunýgging av fiskiflotanum.
Nevndin sigur m.a.: ?Målet bør være at opnå et system, hvor aflønningen i hver sektor såvidt muligt svarer til produktiviteten. Dermed sikres den bedst mulige anvendelse af økonomiens produktive ressourcer. Med den begrundelse bør der advares mod at indføre selektive skattefradrag eller lignende til særlige erhvervsgrupper. Ligesom det giver anledning til overvejelser i forbindelse med de færøske tanker om et momssystem med flere satser?.
Nevndin leggur aftrat, at tað kemur greitt fram, at almenn subsidiering av høvuðsvinnuni í síðsta enda verður fíggjað av vinnuni sjálvari og bert hevur við sær eina minni effektiva framleiðslutilrættaleggging, sum minkar um samlaðu føroysku brúksmøguleikarnar.
Fiskiðídnaðurin illa fyri
Ráðgevandi nevndin tekur eisini fiskiídnaðin fram og vísir á, hvussu vánaliga hesin parturin av vinnuni klárar seg í mun til aðrar partar. Ein orsøk er, at ein støðugt størri partur av fiskinum verður landaður uttanlands.
Trupulleikarnir í fiskiídnaðinum stava frá ov stórari framleiðsluorku og ov vánaligum kappingarevnum. Tøvur er á munandi nútímansgerð og umlegging, um fiskiídnaðurin aftur skal verða kappingarførur.
Nevndin heldur ikki, at krøvini um útboð og landing av føroyskum fiski í Føroyum fara at loysa grundleggjandi kappingartrupulleikan hjá fiskiídnaðinum. Tó má roknast við, at eitt slíkt stig fer at hava við sær, at fiskimenn fara at tjena minni og somuleiðis ein verri samfelagsbúskaparligan útvikling í Føroyum.
Tí heldur nevndini, at trupulleikarnir í eini slíkari vinnu ikki eiga at verða loystir við at seta í gildi fjaldar stuðulsskipanir, sum óbeinleiðis tyngja teir lønandi partarnar av føroyskum vinnulívi.
Oljuvinna
Ráðgevandi nevndin umrøður eina komandi oljuvinnu sum eitt møguliga framtíðar vakstrarøki. Hóast partar av tænastuvinnuni longu nú merkja til hesa vinnu, so er tað sera óvist, um tað innan fyri tey næstu árini fer at verða talan um lønandi framleiðslu av olju og gassi á føroyskum øki.
Útlendskar íløgur
Seinast í niðurstøðu síni sigur nevndin, at enn er áhugin lítil hjá útlendingum at gera íløgur í Føroyum. Ein týðandi orsøk til hetta er tann, at álitið til tann búskaparliga útviklingin í løtuni ikki er nokk til, at útlendingar tora at gera íløgur í Føroyum í stóran mun.
Fyri at fáa fleiri útlendskar íløgur er neyðugt at konsolidera búskapin. Haraftrat skulu reglurnar fyri útlendskar íløgur á økjum sum í fiskivinnuni og innan alivinnuna liberaliserast. Loksins er neyðugt framhaldandi at betra ?det generelle erhvervsklima? í Føroyum sum nevndin tekur til umfamt at halda fram við at kunna útlandið um Føroyar og vinnumøguleikarnar her.
Og ynskja føroyingar at heysta ágóðan, sum liggur í at fáa útlenskan kapital, teknologi og ekspertisu, má ein eisini góðtaka útlendska ávirkan í vinnulívinum og góðtaka ta risiko, sum altíð er knýtt at tí at lata upp fyri útlendskum íløgum sigur Ráðgevandi Nevndin.
Í nevndini eru Arne Larsen, formaður og síðani Sven Egmose, skrivstovustjóri, Jeppe Hjernø, fulltrúi og Bjarne Skafte, skrivstovustjóri.