Viljormur Davidsen hevur skrivað undir ein eitt ára sáttmála við danska felagið Vejle Boldklub, sum spæla í næstbestu donsku deildini. Viljormur Davidsen fekk ein hálvt ára sáttmála í summar, tá hann aftaná [...] fast við tann hópin, vit hava, og tí hópinum er Viljormur Davidsen ein umráðandi partur av. Hansara avrik higartil hava víst, at hann er ein ógvuliga góður fótbóltsspælari, sigur ítróttarstjórin, Mads Bro [...] gott, at vit hava fingið hetta upp í lag, tí mær dámar væl í Vejle Boldklub. Tann nýggi sáttmálin er ein viðurkenning av, at eg havi gjørt tað gott, og tað er deiligt, at felagið trýr uppá meg, sigur Viljormur
Stjórin í SMS, Niels Mortensen, er ein av limunum í føroyska Team Rynkeby, sum eitt ár skal súkkla til París. Ein avbjóðing, sum hann sigur seg vera sera fegnan um. - Hetta er ein avbjóðing, sum eg alt fyri eitt [...] orsøkin til, at eg eri partur av hesum. Sjálv avbjóðingin er sjálvandi eisini ein faktorur, og tað er sosiala samveran, sum ein slík avbjóðing gevur, sjálvandi eisini, sigur SMS-stjórin.
tá ið nakar breyt ein arm, ein fingur ella eitt bein, bar til at fáa tað í rættlag. Verri er, um høvdið tekur í, tí tá kann vera verri at bøta. Í skáanum í morgun vóru næmingarnir ein túr í grøna skúlagarðinum [...] sleppa ikki ígjøgnum húðina ella skallan. Í øðrum lagi tekur hjálmurin eisini stoytin, slær ein høvdið í, tá ið ein dettur.
gjónni. Tí varð mett, at ein bilur var farin í gjónna og alt apparatið varð sett ígongd. Bjargingarfólk, froskmenn og bjargingarbáturin, Ziska, vórðu alt boðsend. Løgreglan sigur, at ein bilur er funnin í gjónni [...] Ein ferðsluvanlukka í Oyndarfirði í morgun hevur kravt mannalív Nakað síðani, beint fyri klokkan 10, fekk løgreglan boð um, at spor eftir bili vóru í haganum frá vegnum, oman ímóti Rættargjógv og har vóru [...] fóru at leita, funnu teir líkið av einum manni á sjónum. Hann er fyrst í tjúgunum, sigur løgreglan. Ein annar maður um sama aldur er eisini saknaður, men løgreglan veit ikki við vissu um hann var við bilinum
hetta var ein stór uppgáva. Tað sigur Eivør Pálsdóttir, sum var ein av 12 sangarum, sum danska bíbliufelagið heitt á um at syngja ein sang við teksti úr bíbliuni. Úrslitið er tað, Eivør kallar ein kærleikssangur [...] brádliga møta vit so einum, ið sær ígjøgnum maskuna, leggur hon afturat. Hon heldur, at hetta var ein góð avbjóðing, sum var heilt øðrvísi enn nakað annað, hon hevur roynt. Hoyrið samrøðuna, vit gjørdu
at átt ein kjóla fra einum av Føroya fremstu sniðgevum, møguleika at fáa ein slíkan. Sniðgevin og sangarinnan Laila av Reyni er sjálv farin undir at skipa fyri eini kapping, har vinnarin fær ein kjóla, [...] fløgu, og tí havi eg skipað fyri hesi kappingini. Ætlanin er, at eg geri ein kjóla til vinnaran, ella eisini kann vinnarin geva ein kjóla, sum eg havi gjørt, sum gávu til onkran, sigur Laila av Reyni. Fyri
til hoyringar, sum skal geva Løgtinginum høvi til at taka støðu til ein almennan tunnilsleist, sum tryggjar bæði ein sandoyartunnil og ein skálafjarðartunnil. -Vilja vit gjalda 69 krónur í 30 ár fyri at koyra [...] 145 milliónir um árið fyri ein tunnil, ella 109 milliónir fyri tveir tunlar. Tað skal løgtingið taka støðu til, tá tað kemur saman aftur á Ólavsøku. Tingfólkini Aksel V. Johannesen og Bjørt Samuelsen hava [...] Ella vilja vit gjalda einans 46 krónur, og bora báðar? Vilja vit gjalda 145 milliónir árliga fyri ein tunnil ella 109 milliónir árliga fyri tveir tunlar, spyrja Bjørt Samuelsen og Aksel V. Johannesen
nøkrum árum síðani. Ein av kendastu kokkunum í Føroyum, Leif Sørensen, verður við. Gutti Winther, sum er kendur frá sjónvarpssendingini “Spísikamarið” verður við eins og Jóhan Joensen, ið er kokkur í Áarstovu [...] Ein av nýggju tættunum á Sjómannadegnum í ár er at varpa ljós á fiskin, sum er høvuðsevnið á degnum. -Vit hava fingið góð sambond við teir persónarnar, ið vóru partar av matfestivalinum í Havn fyri nøkrum [...] fáa nakrar av teimum bestu kokkunum í norðoyggjum at vera við, sigur Niclas Heri Jákupsson, ið er ein av fyriskiparunum handan Sjómannadagin. Tað verður tann eyðkendi góði fiska lukturin, ið kemur at vera
við fyrireikingunum, og ein partur av nýggjársaftansdegnum fer eisini til hetta. Dennis sigur, at tey eisini brenna bál í grannalagnum saman við børnunum, eins og familjan etir ein góðan bita um kvøldið [...] verður á Tríkantinum og á Sandinum - og so verður eisini stórt fýrverk. - Fyri vágbingar er hetta helst ein tann størsta løtan í árinum, sigur hann. Dennis sigur, at tey keypa nakað av fýrverki, sum hann og [...] einki nýggjárslyfti, men mítt nýggjársynski er, at tað skal ganga staðnum her væl í komandi árum, eins og eg ynski eina bjarta framtíð fyri Suðuroy, Føroyar og fyri fólkið, sum her búleikast, sigur Dennis
11, har møguleiki verður at fáa ein kaffimunn og prát við aðrar motorsúkklistar, áðrenn sjálvur túrurin byrjar. Kl. 12 verður so farið avstað - fyrst verður koyrt ein túr gjøgnum býin, áðrenn farið verður [...] steðgað við Magn við Streymin, har ein lítil steðgur verður og fólk kunnu strekkja beinini. Síðani verður koyrt til Klaksvíkar, har lokalar motorsúkklur fara at leiða fylgið ein túr runt í Klaksvík og har á [...] Veðurforsagnirnar síggja góðar út, og vóna fyrireikararnir at síggja nógvar motorsúkklur og at vit fáa ein góðan dag.