Nú hava øll tey, ið kundu hugsað sær at átt ein kjóla fra einum av Føroya fremstu sniðgevum, møguleika at fáa ein slíkan.
Sniðgevin og sangarinnan Laila av Reyni er sjálv farin undir at skipa fyri eini kapping, har vinnarin fær ein kjóla, sum Laila av Reyni seymar júst soleiðis, sum vinnarin ynskir.
Í heyst gav Laila av Reyni út sína fyrstu fløgu, og í tí sambandi hevði hon eina heilt serliga útgávukonsert, har tónleikurin bleiv samantvinnaður við hennara sniðgeving.
Og tað er eisini tónleikurin og sniðgevingin sum enn einaferð verður samantvinnað.
- Nú vil eg fegin gleða onkran, sum hevur keypt mína fløgu, og tí havi eg skipað fyri hesi kappingini. Ætlanin er, at eg geri ein kjóla til vinnaran, ella eisini kann vinnarin geva ein kjóla, sum eg havi gjørt, sum gávu til onkran, sigur Laila av Reyni.
Fyri at luttaka í kappingini hjá føroyska sniðgevanum skalt tú senda eina mynd av tær sjálvum saman við fløguni.
Lutakast verður 1. januar 2014.
- Beint eftir at vinnarin er funnin, seti eg meg í samband við viðkomandi, og so finna vit útav, hvussu kjólin skal verða, og nær hann skal seymast, sigur Laila av Reyni.