støðuna. Talan er um kampylobaktor bakteriuna, sum serliga er tengd at flogfenaði og seyði. Bakterian hevur eftir øllum at døma verið rættuliga vanlig um okkara leiðir í nógv ár, men tað er ikki fyrr enn [...] Búkilska Hvat er hetta so fyri ein bakteria - hendan kampylobaktor. Birna Mørkøre av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni greiðir frá, at hon finst so at siga allastaðni, har drekkivatnið ikki er sóttreinsað [...] frystir, so er tað eingin trupulleiki. Bakterian tolir nevniliga ikki at verða fryst. Harafturat finst kampylobaktor eisini í mjólk sum ikki er hitaviðgjørd. Úrslitið av einari slíkari bakteriueitran er búkilska
fram. Aftur í ár er talan um ein nettovøkstur í fólkatalinum, sum nú er komið uppá umleið 44.300 fólk. Arbeiðsloysið, sum var eini 25% við ársbyrjan 1994, og sum var 14% við árslok 1995, er nú komið niður [...] lønarútgjaldingar øktar knøpp 6%. Skatta- og avgjaldstrýstið, sum var óvanliga stórt, er minkað munandi. Fíggjarognaravgjaldið er nú tikið heilt burtur. Landingarprísirnir fyri tosk, hýsu og partvíst fyri upsa [...] fiskaframleiðslu, so er vandi fyri einum falli í lønarútgjaldingum í 1998 og frameftir, og tað fer at merkjast hart hjá landskassanum og hjá kommununum. Tá lítið og onki avlop er budgetterað hjá land og
tá ið tað ikki skal. Ikki er ringt at ímynda sær, hvat tá kann henda. Stjórin á Strandferðsluni sigur við Sosialin 30/12 »Vit og klassin eru sannførd um, at tá ið alt hetta er gjørt, kann skipið røkja [...] av lastbilunum, er bert ein møguleiki, leiga ein sandbát at flyta bilin av oynni og aftur. Hetta kostar 7.000 kr. hvønn vegin, altso 14.000 kr. at fáa ein lastbil sýnaðan. Sama ger, hvat ið verður gjørt [...] Svínoyar og hinvegin. Rokningin verður goldin av tí almenna ella Strandferðsluni. Eitt er, at koma við einum uppskoti, annað er at føra tað út í lívið. Einaferð enn »Byggið nýtt skip«. Gamlaárskvøld 1997 Vinarliga
Soleiðis er tað eisini við tíðindunum. Tíðindi verða borin fram sum genial, og hóast tey ikki eru eftirfarandi, verða tey ikki rættað. Sjónvarpið tekur sær einarætt at tulka, hvat er rætt og hvat er skeivt [...] hetta er ein gummidómur. Aftanfyri standa tveir journalistar, hvør meira subjektivur enn annar við tøttum tilknýti til amatørarnar í bankamálinum. Trúvirðið gerst eisini gummi. Men hyggjarin er ikki býttur [...] tykkara einastu einu meining og haldið tykkum til fleiri. Tá verður størri møguleiki fyri, at tann rætta er ímillum teirra. P. J.
eisini eru at síggja í Hagtíðindum, hóast hann ikki er samdur í, at persónurin Edmund Joensen er orsøkin til tess, men heldur økt fiskiveiða. Tað er umráðandi, at vit bera okkum rætt at, soleiðis at vit [...] við nýggársrøðu løgmans hava vit biðið Jóannes Eidesgaard um nakrar viðmerkingar. Løgmaður er ósannur Røðan er sjálvrós úr enda í annan. Hevði Edmund Joensen verið so mikið kollegialur, at hann eisini [...] at vera fyrireikað til eina kreppu, tí okkara búskapur er so einstáttaður, at tað skal ikki so nógv til at venda gongdini. Okkara aðalm´ðal er, at vit eiga at leggja pengar til viks, tá tíðirnar eru
eisini eru at síggja í Hagtíðindum, hóast hann ikki er samdur í, at persónurin Edmund Joensen er orsøkin til tess, men heldur økt fiskiveiða. Tað er umráðandi, at vit bera okkum rætt at, soleiðis at vit [...] við nýggársrøðu løgmans hava vit biðið Jóannes Eidesgaard um nakrar viðmerkingar. Løgmaður er ósannur Røðan er sjálvrós úr enda í annan. Hevði Edmund Joensen verið so mikið kollegialur, at hann eisini [...] at vera fyrireikað til eina kreppu, tí okkara búskapur er so einstáttaður, at tað skal ikki so nógv til at venda gongdini. Okkara aðalm´ðal er, at vit eiga at leggja pengar til viks, tá tíðirnar eru
Vági og til endans aftur á Leiti tey seinastu 26 árini. Frásøgumaður ert tú góður, minnið er sera gott, og er tað stuttligt at hoyra teg siga frá ymiskum hendingum og fólki, sum tú kom at kenna runt um [...] teg ónøgdan við nakað, tú hevur fingið, men altíð takksamur. At kunna siga takk er ein góð gáva at eiga her í lívinum, og er hetta nakað, sum tú enn minnir okkum á, tá ið høvi býðst, hóast vit øll eru vaksin [...] Olaf Frits Krossteig ? sunnanfjørðs bara róptur Krossteig ? er føddur í Lorvík tann 3/1-1908 og var elstur og einasti beiggi av seks systkjum. Av teimum fimm systrunum eru bert tvær enn eftir á lívi.
sáttmálanum. Greinin er úr einum enda í annan fullkomuliga í tráð við tey sjónarmið, sum arbeiðsgevarafelagið førir fram, og tí er tað skilligt, hvørjum parti Óli Jacobsen er í, tá stríð er millum arbeiðsgevarar [...] vit tó nærri at, hvat prísurin er fyri hendan háttin at royna at skapa skattalætta fyri sjómenn (ella rættari stuðul til reiðararnar), so síggja vit, at fakfelagsleiðarin Óli Jacobsen er í samgongu, og tykist [...] arbeiðsgevarar og løntakarar. Hetta er ikki nakað nýtt, tí sjálvt um tað býðir mær ímóti at fara at viðgera tey úrslit, sum Fiskimannafelagið hevur fingið við samráðingunum, so er tað ein sannroynd, at Óli Jacobsen
klassiska grikska. Ein annar spurningur er, um tað er rætt at nýta karikatúrtekningar sum illustratiónir. At gera tað er í grundini at gera ímóti øllum tí, sum skrivað er í bókini um »autenticitet« í tekstum [...] ttum, og hvat hvør teirra kann brúkast til ? og haðan til tulkingina av keldunum. Í hesum sambandi er víst til føroysk venjingardømi og spurningar út frá teimum. Hin fjórði hornasteinurin er so hann, sum [...] vera, man søga og ikki minni søgan vera ein hin ringasta at lýsa og definera. Tí hvat skuldi koma við í søguna, og hvat skuldi dyljast ella leypast um. Skuldi søgan forteljast sum ein samanhangandi og
heim landið: Leyvið dettur, dettur - havið slettir, slettir - tá um aldarøð er farið, hvat av Føroyum er tá eftir? Hetta er sera vekjandi háttur at umrøða skaldskap. Hann krevur, vegna sítt subjektiva [...] nevndar uttanfyri hesar viðgerðirnar eisini, tilgongdin er tá sum heild ævisøgulig, og skaldskapurin er her meira ein partur av ævisøguni, enn hann er skaldskapur, sum fyri sína egnu skyld verður settur í [...] samstundis, at høvundurin er førur fyri við skaldskaparligum ástøði og samanberingum at vísa lesaranum, hvussu víðfevnandi og vitskyggjandi skaldið er. Tilgongdin til skaldskapin er her eisini ævisøgulig,