hvør, sum livir upp til og stendur seg væl í eini útbjóðing, má halda seg til føroysk feløg til tess at kunna fáa hesi at veita vørur og tænastur. Um nú føroyskar fyritøkur binda seg til bara eitt útlendskt [...] seravtalu við norska oljufelagið Saga. Tað er tó enn ikki greitt, hvussu verður við slíkari avtalu. Men ein av teimum, sum ávarar føroyskt vinnulív at binda seg til eitt ávíst oljufelag, er Shell-stjórin, sum var [...] tann, at vit kunnu dúva uppá drúgvar royndir úr øðrum pørtum av verðini og hava tí eisini ráð til at vága nakað. Miseydnast tað okkum í einum øki, so gongur tað kanska betur í einum øðrum. Á henda hátt
minnist, eg bar honum 32 greipir av smáfiski, tá eg hevði verið til skips fyrstu ferð. Betri pedagogi havi eg enn ikki møtt. Vit sóu sera nógv upp til Svenning Tausen, og vit tosaðu um hann og við hann í nógv [...] onkum lærara, sum ikki orkaði okkara flaksandi mynstur. Tá vit hoyrdu, at flokkurin skuldi býtast sundur í tveir, gjørdist samanhald okkara enn betur. Viðhvørt vóru vit als ikki til at stýra. Serliga [...] vera nokk so einaráðandi, so var her eitt prógv. Fáir lærarar í Eysturskúlanum vildu hava ein slíkan flokk, og hesin var harumframt nógv størri enn teir undanfarnu. Svenning, sum ikki hevði undirvíst
verkið varð víst fram, og hon var ikki blíð - Hetta verkið skelkar meg. Eg haldi avgjørt, at listin skal vera fræls, men hetta ger meg illa. Graffiti er ólóligt. Hetta er ikki list, segði Mentamálaráðharrin [...] um verkið, og NUG tímir ikki at skapa meir øsing. Á listaskúlanum Konstfack vilja tey tó fegin vísa listafólkunum sín stuðul. Leiðslan á skúlanum vísir á, at sálarsjúkrahús ikki kunnu friða seg sjálvi móti [...] verkinum hjá NUG tvíheldur deildarleiðarin á listaskúlanum, Olof Glemme, um, at list ikki snýr seg um, hvat er lógligt ella ikki. Onnur vísa á, at søgan er á tremur við dømum um listaverk, sum antin vórðu bannað
prosent, bara meðan hann hevði lisið tíðindini! Tað er tí ikki uttan orsøk, at Ísland í hesum døgum ikki stendur væl í metum hjá teimum sum kenna til og fáast við tjóðskaparligan og altjóða búskap. Ja, landið [...] Hann enn ikki veit, hvussu búskaparliga kreppan fer at raka hann og familju hansara. Bara hann sleppur framat diskinum, áðrenn bankin letur aftur klokkan 21! Tað eru tíbetur enn nakrir tímar til handlarnir [...] handlarnir í miðstøðini lata aftur, men hetta hevur neyvan, fyri ikki at siga als ikki, hansara áhuga. Hóast nakað av fólki eru í handlunum nú vikuskiftið stendur fyri framman, er størsta køin av fólki kortini
hava vi arbeiðið til allar hendur. Í almennu hagtølunum standa vit fyri einum arbeiðsloysi uppá eini 2%. Men tað er ikki annað, enn hvat altíð er, tí tað er altíð onkur einstøk, sum ikki arbeiða. Og hetta [...] koma at avreiða. Í fjør vórðu eini 15.000 tons avreidd til landingarmiðstøðina. Á landingarmiðstøðini verður fiskurin skildur og avgreiddur víðari til keyparar víða hvar. Saman við Lynfrost komu sostatt [...] hava ment seg munandi. Í Runavík er eitt blomstrandi handilslív og fólk kemur ikki bara aðrastaðni frá úr Eysturoynni til Runavíkar at keypa, men eisini úr Havn og aðrastaðni í Føroyum. Eins og alla
uppfati ikki støðuna soleiðis, at tað ber til at hækka lønirnar nakað serligt. Minni enn 2 - 3 % Vilhelm M. Johannesen sigur, at kappingarførið hjá okkum er so avbera vánaligt, at ráðini eru ikki til at hækka [...] samráðingunum, sum nú verða við Føroya Arbeiðarafelag. Tí meiri heldur hann ikki, at tað eru ráð til at hækka lønirnar, um kappingarførið ikki skal versna. Hava onki yvirskot Vilhelm M. Johannesen sigur, at sagt [...] rafelag heldur, at tað er ikki eitt óvanligt ynski. ? Men eitt er, hvat mann vil hava, eitt annað er, hvat ber til. ? Ivaleyst heldur formaðurin í Føroya arbeiðarafelag ikki, at hetta er eitt óveruligt
Neistin hevði í sín lut heldur ikki ráð at tapa, eftir at teir eisini máttu lúta fyri StÍF í sínum premierudysti. Lítil spenningur Fyrstu lítllu løtuna sá eisini út til, at talan skuldi gerast um eina [...] einasta álopi fyrstu 10 minuttirnar, og tá skjúttarnir hjá Neistum ikki megnaðu at fylgja við, kom eitt hampuliga stórt glopp í. Ikki minst undraði tað í hesum sambandi, hvussu illa væl vaksna verjan hjá [...] bleiv. Ein munur upp á níggju mál, er tó helst í sjálvum sær nóg mikið, til at Neistin komandi dagarnar noyðist at leita djúpt, til tess at finna nakað av sjálvsáliti aftur, eins og tað í øllum førum prógvar
kommunur saman. - Gera vit ikki tað, mugu vit eisini í felag vera til reiðar at rinda prísin fyri tað, leggur hon afturat. Prísurin verður, at vit fáa minni og minni ráð til at menna hetta samfelagið og [...] minka. Ikki samd Helena Dam á Neystabø sigur, at verður kommunubygnaðurin broyttur, mugu øll sjálvandi vera til reiðar at slaka eitt sindur. - Men hon er ósamd í, at politikarar siga, at teir ikki vita, [...] Eg vil siga, at allur bati bøtur. Men eg vil eisini siga, at endar hetta ikki við eini veruligari samanlegging, ber heldur ikki til at leggja eldraøkið undir kommunurnar, tí ein fortreyt fyri tí, er, at
av degnum Vit mæla til, at í arbeiðstíðini mugu bæði leið 2 og 3 koyra sum í skúlatíðini, tí tað bert ikki til at skifta ímillum leiðirnar, tí tær eru ikki samskipaðar. Orsøkin til, at bussleiðin varð [...] Mannbrekku 1 til 2 min. áðrenn, men so er ikki. Bussurin kemur stundum 00 (ella 30 um tað er hálvgum) ella fimm min. yvir, ella kann klokkan gerast 10 min. yvir. Ein hevur sostatt ikki nakran møguleika til at finna [...] Vit vilja leggja dent á, at tað ber ikki til at hava eina bussleið við "vegleiðandi" steðgitíðum, tí so veit ein ongantíð, um bussurin er farin ella ikki. Tað ber til at liva við at bussurin er ov seinur
spurningurin, hvussu lagið verður hesaferð. Heldur ikki hjá Tjaldrinum hevur stórvegis skil verið á, hvussu avrikini hava verið. Til tíðir hevur mest sum alt borið til, meðan støðan aðrar tíðir er júst hin øvugta [...] smurdari maskinu í løtuni. Á álopssíðuni er liðið mest sum flúgvandi í hvørjum dysti, og eru teir ikki tað, so hevur liðið kortini somikið sterkar einstaklingar, at hesir mest sum einsamallir kunnu avgera [...] eins væl fyri sálarliga, sum vestmenningar eru tað. Hinvegin kann hetta eisini viðføra, at viljin til at vinna verður enn sterkari hesaferð, og hendir tað, er lítið at ivast í, at Neistin er greiður favorittur