Bindið tykkum ikki til bara eitt oljufelag

-Tað finnast aðrir mátar hjá føroyingum at vinna sær fyrimunir av eini oljuvinnu enn at vága nógvar pengar í einum privatum oljufelag, pengar, sum skjótt kunnu verða mistir. Tað skilabesta fyri Føroyar er eisini at hava fría og javnbjóðis útbjóðing.

Í sambandi við at føroyskt oljufelag við luttøku av stórum parti av føroyskum vinnulívi varð stovnað herfyri kom fram, at ætlanin var at gera eina seravtalu við norska oljufelagið Saga. Tað er tó enn ikki greitt, hvussu verður við slíkari avtalu. Men ein av teimum, sum ávarar føroyskt vinnulív at binda seg til eitt ávíst oljufelag, er Shell-stjórin, sum var í Føroyum um sama mundið sum tíðindi komu fram um, at føroyingar ynsktu at stovna sítt egna oljufelag og fara upp í eitt samstarv við norska Saga.


Stórur vandi fyri at føroyskt felag missir pengarnar

-Eg skilji væl, at føroyskt vinnulív og kapitalur vil vera við í menningini av eini oljuvinnu fyri harvið at kunna tryggja hesum samfelagnum ágóða av møguligum oljuinntøkum.

Men ein má gera sær greitt, at júst tí tað her snýr seg um eitt so vágiligt øki, so er talan um at seta sera stórar peningaupphæddir uppá spæl. Tú hevur onga sum helst trygd fyri, at hetta fer at geva nakað av sær. Orsøkin til at fyritøkur sum Shell og BP vilja seta pengar uppá spæl í einum vágiligum øki sum tí føroyska er tann, at vit kunnu dúva uppá drúgvar royndir úr øðrum pørtum av verðini og hava tí eisini ráð til at vága nakað. Miseydnast tað okkum í einum øki, so gongur tað kanska betur í einum øðrum. Á henda hátt royna vit at vinna aftur tað í einum øki, sum vit missa í einum øðrum.

Andrew Wood sigur, at eitt føroyskt felag, sum skal til at royna seg í hesi nýggju vinnu fyri fyrstu ferð, hevur ikki somu bakgrund og sama trygga støði at standa á. Føroyingar eiga tí at gera sær tað heilt greitt, at tað er sera stórur vandi fyri, at eitt slíkt felag kann missa peningin, sum tað fær savnað saman.


Haldið fast um fría kapping

Umframt at ávara føroyingar um henda stóra vanda, so dylur Shell-stjórin heldur ikki fyri, at alt tað, sum kann forða fyri eini fríari og sakligari kapping á økinum, kann koma føroyska samfelagnum aftur um brekku.

Við hesum sipar hann til eina ímyndaða støðu, har t.d. eitt ávíst útlendskt oljufelag, sum hevur gjørt eina seravtalu við eitt privat føroyskt oljufelag, harvið fær fyrimunir framum onnur feløg.

Andrew Wood viðgongur, at hann er eitt sindur illa við av tíðindunum, sum hava verið frammi um seravtalur millum eitt føroyskt felag og so eitt norskt.

-Ein og hvør, sum livir upp til og stendur seg væl í eini útbjóðing, má halda seg til føroysk feløg til tess at kunna fáa hesi at veita vørur og tænastur. Um nú føroyskar fyritøkur binda seg til bara eitt útlendskt oljufelag havi eg torført við at síggja, hvussu hetta kann gagna føroyska samfelagnum, tí soleingi sum loyvi at leita eftir olju verða latin út frá sakligum og neutralum orsøkum - sum eg onga løtu ivist í, at føroyskir myndugleikar fara at gera - so er ilt at síggja, hvør skal fáa fyrimunir av tí.

Andrew Wood óttast fyri, at tað, sum ein kann koma burtur úr einum samarbeiði millum eitt føroyskt og eitt útlendskt felag, verður, at hetta fer at órógva útbjóðingina. Og tað verður ikki ein fyrimunur fyri føroyska samfelagið í longdini.


Eisini aðrir mátar at tryggja Føroyum fyrimunir

Men heldur Andrew Wood tað tá vera skilabetri av føroyingum at brúka hitt norska modellið við almennum ella almennum/privatum oljufeløgum, sum fáa lut í øllum loyvunum!

-Tað er so ein annar máti at gera tað uppá. Í 70-unum var tað mett at vera skilagott hjá oljutjóðum at hava teirra egnu almennu oljufeløg, sum vóru við í øllum loyvum. Men hetta er ikki einasti máti, sum brúkast kann til tess at fáa eigaralandinum bestu fyrimunir og inntøkurnar úr oljuni. Tað eru eisini meira óbeinleiðis mátar at fáa inntøkur uppá enn við hesum nationalu oljufelagsmodellunum.

Andrew Wood dylur ikki fyri, at fyri eitt felag sum Shell - skal tað gera íløgur í nýggjum og vágiligum økjum - so er tað besta, sum kann henda, at kappingin verður heilt opin og javnbjóðis fyri allar partar.

Hann heldur sjálvur, at tað átti at havt størst týdning fyri føroyska samfelagið, at ein útbjóðing dregur so nógv feløg til sum gjørligt, og jú meira frí og opin útbjóðingin er, tess fleiri feløg vilja bjóða.


Góðar vónir

Andrew Wood sigur annars, at teir við sínum kanningum sum grundarlag, hava stórar vónir til at kunna finna olju og gass í føroysku undirgrundini. Ikki minst fundini beint við føroyska markið kennast seg eggjandi.

Shell og BP hava longu fyrireikað seg uppá at fara undir at bora við Føroyar. Teir halda ikki, at tað verður nakar trupulleiki at fáa ein boripall til hetta økið, tá útbjóðingin er klár.

-Men tað fyrsta vit gera, tá vit hava fingið loyvi, er at skunda undir seismiska arbeiðið. Tað fer so fyrsta summarið eftir útbjóðingina til.

Hetta merkir so helst, at Shell og BP ætla sær ikki at bíða longur enn til ár 2000 at fara undir fyrstu boringina við Føroyar. Nakað tað sama, sum fleiri av hinum stóru oljufeløgunum siga. Eftir øllum at døma ætla hesir mætu oljugigantar sær at ikki at liggja sjóvarfallið av sær, nú tá spónurin verður settur í føroysku undirgrundina.