at eingin toskur var til. Og grundin skuldi vera ovfisking. Seinni vísti tað seg korini, at tað var mestsum í yvirflóð av toski undir Føroyum. Og so søgdu somu fiskifrøðingar, at tað vóru náttúrugivnar orsøkir [...] siga, at tað mestsum ikki er stórur toskur undir Føroyum, sigur vinnan nakað annað. »Haðani frætti vit beint tað øvugta,« sigur hann. »Og tað ger, at eg missi fyrimunin av at styðja meg til fiskifrøðingarnar [...] víðari. John Petersen sigur, at hann ivast ikki í, at tað er rætt, tá sagt verður, at yvirlitstrolingar vísa, at toskastovnurin ikki hevur tað gott. Men hann kritiserar, at vit bara hoyra um partar av
venjingarlegur uttanlands í ár. Í februar fer hann til Lanzarote, og í apríl ætlar hann sær eisini til Mallorca at venja. Hann hevur eisini teknað seg til tríggjar stórar kappingar í ár ? DM, NM og svensku [...] í eini seks-sjey ár, og hann sigur, at árið í ár verður tað seinasta hjá honum á hægsta stigi í Føroyum. ? Tað fer alt ov nógv tíð við tí, og tað er eisini ein pengaspurningur allan vegin ígjøgnum, sigur [...] nar eru tað dýrasta. Hann hevur roynt at fingið stuðul ymsastaðni, men ofta endar tað við, at súkklarin sjálvur noyðist at rinda bróðurpartin av venjingarleguni og tí, sum hartil hoyrir. ? Tað tekur nógva
verðin er júst tað vit sannkenna, tvs. tað vit síggja, hoyra, føla, lukta og smakka. Men alt hetta skal perciperast (uppfatast); til dømis skilir tú ikki hugtakið ljóð, uttan at skilja tað sum tað, ið hoyrist [...] smakkur tað sum smakkar, litir tað sum sæst o.s.fr. Berkeley sigur, at hugmyndir eru bara til, tá ið tær verða perciperaðar, og tað hevur í sínum lagi við sær, at tann ytra verðin bara er til, tá ið hon [...] Newton til vega eina fysikk sum svaraði til ta nýggju heimsmyndina, og hansara fatan stóð við líka til Albert Einstein kom við sínari relativitetsteori. Heimsmyndin hevði nú flutt sentrum frá Gudi til menniskjað
fylla ov nógv her, og loyva vit okkum at vísa til ferðafaldararnar, sum nágreiniliga vísa á munirnar til frama fyri ferðandi úr Føroyum. Víst verður eisini til starvsfólkini á ferðamannastovunum og okkara [...] phjæddunum vóru ov smáar til at gjalda allan skaðan hjá viðskiftafólkunum. Hesum vistu vit av í 1994 /95, og valdu tí ikki at taka lágprístryggingarnar við í okkara úrval. Tað skuldi heldur ikki verið [...] hesum øki. Av tí at tað neyvan er rætt av okkum at svara hesum spurningi, verður í staðin upplýst: Vit hava sett okkum sum mál, at føroysku ferðatryggingar altíð skulu umfata alt tað feløgini kring okkum
ruddaður millum jól og nýggjár, av bygdarfólkinum. Tað gingu bert 3 dagar við lágætt, so var sandurin aftur avtikin av ruski. Tað hevði verið sera gott, um tit høvdu vilja tikið ruskspurningin runt Skálafjørðin [...] met). Tað nógva av tí ruski, sum kemur frá hesum fólkum og teimum skipum, sum sigla inn og út av fjørðinum, verður tveitt á sjógv uttan at kommunurnar gera nóg mikið, fyri at forða hesum. Alt tað sum flýtur [...] men tað er sum at sláa í stein, einki verður gjørt. Tit skuldu ómakað tykkum ein túr inn á sandin í Skálafirði, so høvdu tit sæð alla óhumskuna sum liggur á sandinum og langt norður í bøin. Tað er so
høvd og kropp, men hvussu tey hoyra saman, og hvussu hendan hendingin vísir fram til tað næsta ella aftur til tað fyrra, tað er ringt hjá lesaranum at fáa skil á. Kanska tí hann heldur seg hava eina vanliga [...] sum tað síðani vísir seg, av urtagarðsmanninum Sámali Kjørvík, Hann hevur fingið nokk, og ein dagin reisir hann seg, bustar moldina av hondunum og fer til verka. Og tað er ikki við mýkindum. Tað endar [...] m. Tað føroyska sæst bara eftir í varðhundaoyrunum, ið eru spesielt konstrueraði til at lofta tí føroysku húgvuni, so hon ikki smokkar niður fyri eyguni. Hugsjónirnar eru ikki til longur, nú er tað ha
málið uppá politiskt plan. -Tað er tað vit gera nú, men tað er ikki so, at vit harvið siga embætismannanevndini upp. Tað er framvegis hon, sum arbeiðir við sakini. -Men er tað ikki eitt sindur løgið í hesum [...] Hetta er fult í tráð við tað, sum Poul Nyrup Rasmussen legði upp til undir Føroyavitjanini. Edmund Joensen sigur, at tað er heilt náttúrligt at royna tann politiska vegin, nú tað hevur verið samráðst uttan [...] partur av orsøkini til, at tað nú eru tikin stig til politiskar samráðingar sigur løgmaður, at vit nú í sjey ár hava roynt at fáa eina loysn, samtíðis sum vit hava fyrireikað okkum til eina oljuvinnu. -Men
advokatar. Umráðandi at fáa gott úrslit Spurd, hví tað tekur so drúgva tíð at fáa politisku skipanina at koma við einum útspæli, sigur løgmansstjórin, at hetta er eitt stórt mál. Hóast tað, so fer arbeiðsbólkurin [...] støðu til at rættarmál skal reisast - tað er eitt. Annað er um vit skulu taka upp samráðingar við danska statin o.s.fr.. Politikararnir hava sagt, at teir vilja vera rímiliga samdir úteftir. Tað er eitt [...] eitt gott signal, heldur Marjun Hanusardóttir.So mikið meira umráðandi heldur hon tað vera, at taka sær stundir at fáa eitt gott úrslit. Útvegað sær serkunnleika Hóast einki er komið fram um arbeiðið hjá
sum tað ber til, tá farið verður undir landskappingina. Sæð út frá fyrra sjónarmiðnum og við styrkini á liðunum í fjør í huga, so er tað nógv, sum bendir á, at lutakastið hjá B36 var gott, meðan tað hjá [...] soleiðis í ár, at í staðin fyri fýra bólkar verða í ár tríggir bólkar, og tað hevur við sær, at í staðin fyri sekstan lið, so verða tað í 1998 tólv lið í bólkaspælinum. Liðini, sum í fjør endaðu á trimum teimum [...] Áðrenn fyrsta sparkið er tikið í 1998 fótbóltsárinum er tað sjálvandi ilt at meta um, hvørji feløg vóru meiri heppin í lutakastinum enn onnur, og tað er eisini ein spurningur, hvat eitt heppið lutakast er
uppskotið til. Endin var, at uppskotið skal sendast feløgunum til ummælis, áðrenn tað verður sett í verk í ár. Nýggi formaðurin í GÍ, Jógvan Gregersen, mundi umboða meirilutan, tá hann staðfesti, at tað var [...] hetta var komið á borðið, tí tað var harðliga tiltrongt. Hann nýtti samstundis høvi til at geva starvsfelagnum, Christiani Andreasen eitt herðaklapp fyri gott handverk. Christian Andreasen hevur gjørt uppskotið [...] fleiri felagsumboðum eftir aðalfundin, so er tað ikki nógv, sum bendir á, at tær stóru upphæddirnar fara at koma á yrkissáttmálarnar, sum nú skulu sendast til FSF til góðkenningar. Feløgini fegnast um, at tey