avgerðina, at leggja tað fram nú. Seinni hevur Annika Olsen úr Fólkaflokkinum somuleiðis boðað frá, at eisini hon tekur undir við samanleggingini. - Nú havi eg so lagt eina ætlan fram, sum fylgir tí leisti [...] staðfestir Helena Dam á Neystabø, at tað er Løgtingið sum ræður. Nú hevur hon so fyrireikað málið og lagt tað fram og nú er tað so Løgtingið, sum eigur avgerðina. - Vit eru í aðrari kapping við onnur lond [...] vit hava 30 kommunur. Í hinari talvuni sæst, hvussu nógv javnari inntøkan verður, um so er, at ætlanin, sum nú fyriliggur um kommunusamanlegging verður sett í verk. - Siga vit at miðal inntøkan hjá føroyingum
bygd upp rundan um hann. Hann livir á Teo, ein vøkur og grasgrøn planet einastaðni. Har livir hann sítt egna lív, og bert um telduna ber til at koma í samband við hann. Tað tosast við hann um mikrofon. Sum [...] styggur, men eisini mikið forvitin. Kemur heilt fram til skíggjan, hyggur og flýgur so beinanvegin burtur aftur. Og sum við øðrum djórum verður hann so við og við minni bangin fyri einum. Kann sita í longri [...] hann. Fin Fin krevur ikki nógv pláss og er ein Windows skrá, so ein lættliga kann klikkja hann fram og fáa eitt tokutos. Tíðin fer at vísa, um Fin Fin verður nýggja kelidjórið hjá familjuni, men sum mótsetningur
kunna halda fram í hesari, sjálvt um málsøkið verður føroyskt? Eg haldi ikki, at tað gagnar okkara kredittvirði sum tjóð, at vit í kór siga, at vit einki kunnu sjálvi, og at alt fer í sor, um vit sjálvi [...] Tað er ein skilagóð yvirtøka, sum vil stilla okkum betur í okkara samráðingum um ein EFTA-limaskap og við at fáa avtalu um tey fýra frælsini við ES. Hetta er ikki ein yvirtøka bara fyri at yvirtaka. Hendan [...] d á fíggjarøkinum, sum vit kenna tað longu nú, er alt stórt sæð regulerað í ES-lóggávu. So tað snýr seg meira um at seta í gildi lóggávu, heldur enn at vit sjálvi smíða hesar lógir. Men munurin verður
Kanning gjørd Higartil hevur stríðið um Gjaldsskipanina verið rættiliga prinsipielt og hevur snúð seg um rættartrygd. Men nú brævið frá starvsfólkunum er komið fram, er verri at fáa eyga á, hvørji atlit [...] eitt hvassorðað bræv, har tey harðliga átala hennara framferð í málinum um persónsupplýsingar og Gjaldskipanina, sum hevur verið so nógv frammi. Mótmælið er skrivað í kjalarvørrinum á óvanligu heilsíðulýsingunum [...] Gjaldskipanini er ment á Elektron, so tey skuldu nokk klárað tað uttan PBS. Starvsfólkini mótmæla í somu vending, at tað skal vera neyðugt at flyta persónsupplýsingar um landamørk fyri at luttaka í altjóða
Rokið um orrustuna í Mentamálastýrinum seinasta fríggjadag heldur fram, og ósamsvar er millum tað, Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður greiðir frá um fundin og tað, sum embætismenn hansara og lærararnir [...] november í fjør, tá hann kallaði løgmann ein danska leigusvein. Um Tórbjørn Jacobsen so mikið sum traðkaði við síðuna av eina ferð afturat, so reyk hann sum landsstýrismaður, segði formaður Tjóðveldisfloksins [...] skrivað frágreiðing um málið og har staðfesta, at landsstýrismaðurin fyrst bað álitiskvinnuna fara av fundi, síðani bað annan varaskúlastjóran fara, tí hon brúkti eitt danskt orð, so stendur hann fast við
kroppinum á teimum, so skjótt ein hvítur bara nærkaðist tríggja-metra strikuni, og innan fyri verjuna hevði Lars Black veruliga leitað sær ein av sínum bestu døgum fram. Tað sær kanska ikki altíð so spektakulert [...] minkað munin niður í eitt mál, so var hetta ikki nóg mikið. Kyndil tók aftur yvir, og hóast strandingar vónaðu, at Marian kundi toga gandakynstrið fram seinastu løtuna, so hjálpti hetta lítið. Kyndilin [...] løtuni hava sterkasta liðið í føroyskum manshondbólti. Eingin ivi um tað. Stóri munurin á liðunum leygardagin var, at Kyndil hevði so nógv betur tendringina. Strandingar plaga vanliga ikki at hava teir
jólasøga verður eisini søgd. Føroyskt tilfar, ið kann fjálga um, og stytta løtur fyri børn og vaksin, so at jólagleðin sleppur innar. Umframt hetta, so eru eisini góð hyggjuráð, ið øll kunnu hava við sær. Alt [...] hvønn sunnudag fram til jóla, við nýggjum søgum, tónleiki, sangi og hyggjuráðum. Fyrsta adventsløtan hjá BUBU sæst her: http://youtu.be/cpEQP6RuNEg Tilber at vitja youtube rásina hjá BUBU, so fæst at vita
tveimum árum síðani tók avgerð um at steingja eyðkendu matstovu sína í Viðareiði og fara til skips. - Havi eg lív og heilsu, so haldi eg fram sum skipskokkur. Tað er barasta so fantastiskt at sigla! Í Vikuskiftis [...] - Í hesum aldrinum plagar man ikki at fara í holt við nakað so garvilt sum at fara til sjós. Men tað er ongantíð ov seint at royna nakað nýtt. Orðini eigur tann nú fyrrverandi matstovueigarin Elisabeth
Kanska er atað ikki so undarligt, at tað mest eru tilkomin fólk, sum bjóða seg fram at stýra Tórshaavnar kommunu, men hóast so er, so eru tað eisini fleiri ung, sum vilja sleppa framat. Hesi ungu, sum [...] at greiða frá, hvørjum tey fara at arbeiða fyri, verða tey vald týskvøldið. Spenningurin er stórur um, hvør tað verður sum fer at manna býráðið í Havn komandi fýra árini og sleppur onkur azv teimum yngru
fundir í dag, og tingingarnar halda so fram aftaná. Norðlýsið sigur seg hava tosað við fleiri samgongufólk og er komið til ta niðurstøðu, at vánirnar fyri semju eru so lítlar, at tað kann væl enda við nývali [...] Einki spurdist burtur úr tingingunum millum teir tríggjar samgonguflokkarnar í gjárkvøldið um fíggjarlógina fyri 2011, men teir hava avtalað at hittast aftur seinnapartin í dag. Jóannes Eidesgaard, la [...] fíggjarmálum, segði við Norðlýsið í gjárkvøldið, at hann var sera vónbrotin av, at báturin skal hava so lítla framskrúvu, sum hann tók til. -Í løtuni eru útlitini at finna semju sera lítil, segði Jóannes