Ósamsvarandi frágreiðingar

Fundarfrágreiðing frá Mentamálastýrinum staðfestir, at Tórbjørn Jacobsen leyp fram av og brikslaði lærarunum í Vestmanna at renna politisk ørindi

 

Rokið um orrustuna í Mentamálastýrinum seinasta fríggjadag heldur fram, og ósamsvar er millum tað, Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður greiðir frá um fundin og tað, sum embætismenn hansara og lærararnir í Vestmanna siga.

Mentamálaráðharrin stendur fast við, at tað er ósatt, sum leiðslan í Vestmannaskúla hevur greitt frá ? fyrst í Sosialinum, seinni í útvarpinum, sjónvarpinum og í Dimmalætting.

Hóast lærararnir í Vestmanna skúla hava skrivað frágreiðing um málið og har staðfesta, at landsstýrismaðurin fyrst bað álitiskvinnuna fara av fundi, síðani bað annan varaskúlastjóran fara, tí hon brúkti eitt danskt orð, so stendur hann fast við, at hetta ikki passar. Eisini avsannar hann, at hann skal hava rópt eftir teimum, tá tey fóru,


»at leiðslan í Vestmanna skúla er farin í politiskt valstríð fyri navngivnan tingmann í bygdini«


og at hann at enda »bað skulaleiðsluna fara oman á barrikadurnar í Kollafirði og føra valstríðið víðari við áðurnevnda tingmanni«.


Tórbjørn Jacobsen segði í Útvarpi Føroya, at hann hevði tríggjar embætismenn, sum kundu vátta, at hetta ikki var satt.

Seinnapartin mikudagin sendi Hensar Ellingsgaard, deildarstjóri í Mentamálastýrinum, okkum frágreiðingina, sum embætismenninir í mentamálastýrinum, Hensar Ellingsgaar, deildarstjóri, Poul Nolsøe, fulltrúði og Janus Jensen, undirvísingarleiðari, hava skrivað. (frágreiðingin er prentað í fullum líki á blaðsíðu 7)

Í frágreiðingini stendur, at


»Landsstýrismaðurin vísti á, at hann skilti ikki, hví Vestmanna skúli var farin í fjølmiðlarnar við hesum, tá ið tímatalið til skúlan var so lítið broytt í mun til seinastu nógvu árini. Hann helt, at hetta lættliga kundi skiljast soleiðis, at her vóru eisini orsøkir av politiskum slagi, ið lógu aftanfyri.«


Hetta staðfestir soleiðis, at Tórbjørn Jacobsen hevur brikslað lærarunum í Vestmanna, at teir runnu politisk ørindi fyri Javnaðarflokkin, soleiðis sum greitt hevur verið frá m. a. í Sosialinum.

Í fundarfrágreiðingin hjá Metnamálastýrinum stendur víðari, at


»Tá tosið fall á umrøddu prioritering av lærugreinunum í Vestmanna skúla komandi skúlaár stóðst mikil orðadráttur millum landsstýrismannin og umboðini fyri Vestmanna skúla. Av tí, at málburður landsstýrismansins í hesum sambandi var so ógvusligur, reistist annar av varaskúlastjórunum og segði, at fólk vóru á hesum fundinum, sum kundu vitna, at hon hevði sagt, at eingi politisk motiv vóru aftan fyri tiltøkini hjá Vestmanna skúla. Hon segði, at hon vildi ikki standa modell til tílíkan málburð og fór av fundinum«.


Í lesarabrævi í Dimmalætting týsdagin sigur mentamálaráðharrin um tíðindi um orrustuna í Mentamálastýrinum, sum fyrst varð prentað í Sosialinum, at:


»Eingin av embætismonnunum í Mentamálastýrinum kennir søguna aftur soleiðis sum hon er endurgivin í Sosialinum. Hetta er heilaspuni úr enda í annan. Áhaldandi sosialdemokratiska heksajaktin, sum heldur fram haðartil mótstøðumaðurin er fallin á vali«


Í somu Dimmu, sum lesarabrævið hjá Tórbjørn Jaocbsen varð prentað, verða somu tíðindi borin á forsíðuni, sum tey í Sosialinum dagin fyri. Útvarpið og Sjónvarpið bóru eisini somu tíðindi týsdagin.

Nú eru tvær frágreiðingar, ein frá hvørjum parti, sum staðfesta, at landsstýrismaðurin er lopin framav.

Um hetta fær avleiðingar fyri landsstýrismannin, er enn ógreitt. Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, gav Tórbjørn »tað gula kortið«, sum hann málbar seg, tá Tórbjørn Jacobsen leyp fram av í november í fjør, tá hann kallaði løgmann ein danska leigusvein.

Um Tórbjørn Jacobsen so mikið sum traðkaði við síðuna av eina ferð afturat, so reyk hann sum landsstýrismaður, segði formaður Tjóðveldisfloksins.

Høgni Hoydal hevur enn ikki viljað gjørt viðmerkingar til málið, og tí er enn óvist, um tað fær avleiðingar fyri Tórbjørn Jaocbsen.