Høvuðsnavnið hóskvøldið var Smokie, og teir høvdu eina rimmar konsert á Vágsbøi. - Eg skal verða púra erligur. Hetta er tann besta konsertin, sum eg nakrantíð havi spælt við Smokie, segði Mike Craft, sum
seg, melda ov kraftigt út. Hetta er viðvirkandi til at leggja eitt óneyðuga stórt trýst á teir. Eitt rýst, sum teir satt at siga sjáldan kunnu liva upp til. Um tíðina í OB kann annars leggjast afturat, at [...] altíð hevur verið ein leikari, sum eg havi sæð nógv upp til, og at sleppa at spæla móti honum, júst um hetta mundi var heilt ótrúligt. Hann taldist tá millum teir allarbestu leikararnar í Europa, og tú [...] miðdepilin fyri øllum prátinum, og fleiri vóru eisini heldur foyðir, og kendu tað helst soleðis, at teir høvdu tosað uttan um skeiva persónin. Í so máta heldur Abraham, at tað hjá sær var ein fyrimunur,
hesi ætlan. Ja, Gággan má víkja fyri fínari tingum, og helst fara teir at halda uppat, tá teir ikki sleppa at spæla har longur. Tað havi eg skilt á lagnum. Men Gággan man hava verið orsøkin til mong tr [...] tað upprunaliga orkesturnavnið. Andreas Restorff sigur, at fyrstu tíðina kallaðu teir orkestrið Jazzband Triumph. Teir, sum spældu fyrstu árini, vóru Andreas R. Jacobsen (Andreas í Vágsbotn), sum spældi [...] eitt trummusett og eina C-saxofon. Klaver var í Klubbanum frammanundan. Andreas sigur, at aðru ferð teir spældu fyri fólki, var til eitt sokallað »damuball« í Føroya Banka. ? Tað vóru konufólkini, sum stílaðu
loknan arbeiðsdag, so skuldi eg stongja allar trupuleikar í handlinum og ikki taka teir við til hús, og teimum ráðunum havi eg fylgt, sigur Eivind Petersen. Týsdagin eftir páskir verður dagurin hátíðarhildin
trívist best í galluni, livir best á sjónum og ræðist ikki túrar á Flemish Kap. - Havi eg verið leingi heima, kunnu teir fyrstu tveir dagarnir á sjónum kennast eitt sindur strævnir, áðrenn eg komi ordiliga [...] hava útbúgving ella hava starvast nøkur ár sum kokkur, var eg noyddur at fáa mær papírini, hóast eg havi kokkast í 27 ár - uttan papírir, sigur hann. Skiparin á Váðasteini, Árni Zachariasen, sigur, at Carl
burtur. -Eg haldi at eg súkkli einar 600 kilometrar hvønn túrin, men onkutíð meira, onkutíð minni. Eg havi súkklað í Jyllandi, og so tikið tok til Keypmannahavn at vitja fólk har. Tað liggur væl fyri at hava [...] ein kemur til sera vøkur støð. Og nógv av hesum støðum eru støð, har onnur vanliga ikki koma. -Eg havi altíð ligið nátt á vallaraheimum. Einum nýtist ikki so nógv viðføri tá, bert eina tasku hangandi á [...] -Ein hittir fólk á slíkum ferðum, men eg eri ofta innan hásummartíð, og tað er komið fyri, at eg havi havt eitt vallaraheim fyri meg sjálvan, sigur John Poulsen, ið byrjaði við eini eldri súkklu, men
sjaldur. - Tað besta eg veit er at spæla í kirkjuni, og eg ætli mær at hanga í, so leingi eg havi førleikan, og tað havi eg sum er. Tað sigur Vilhelmina Larsen í Dali, sum fylti 79 ár fríggjadagin. Vilhelmina [...] góður kvøðari og skipari í kvæðum. - Enn klári eg væl at spæla í kirkjuni, og fingrarnir eru, sum teir skulu, sigur hon. Vilhelmina hevur eisini fingið tænastumedalju frá donsku drotningini fyri tey stívliga
ikki á leið teir, sum vit kenna í dag. Vit royndu við línu, men um summarið gjørdu vit onkran upsatúr í Íslandi við snellu. Tá teir høvdu havt Harðaberg í eini fimm ár ella so, gjørdu teir av at selja [...] Lognberg, keyptu teir 30 tons stóra útróðrarbátin Harðaberg fyri longu nógvum árum síðan. Herman Winther, keypmaður, var millum eigararnar og tók sær eisini av rakstrinum av bátinum. Teir róðu við línu og [...] 10-mannafar, sum eg havi havt síðan. Eg eri á floti, tá tað viðrar, og eg velji mær løturnar sjálvur. Nú verður útróðurin ikki drivin so hart sum áður, og eg royni bara við snellu. Eg havi góðar Vága-snellur
snórar, hongdu grasið uppá teir og turkaðu tað inni. So væl eydnaðist hetta, at vit keyptu fýra veðragjólingar hetta árið. Vit bestiltu fýra sekkir av mais til ískoytisfóður. Teir kostaðu 10 kr. sekkurin [...] heilsølu niðri. Veðragjólingarnir fingu ein sekk í part, og hoyggið var bara til jótur. Teir vóru í góðum standi, tá teir fóru út um várið. Tá høvdu vit ikki nógv pláss til seyð. Vit høvdu bert pláss til ein [...] ið eg sum heystlomb keypti frá Jógvan bónda. Teir vóru eisini ógvuliga góðir. Tað er tað besta, vit hava fingið í gerðinum, tað var tann geldærin, og teir tríggir veðrarnir, sum í hvussu er vigaðu yvir
handilin ikki er tann sami sum í velmaktstíðini, so letur Haldor kortini væl at, tí, sum hann sigur, eg havi hetta at fara til hvønn dag. Talan er annars um ein sera gamlan handil. Í Bartskersstovu, sum húsini [...] Eg verði her, so leingi eg orki. Tað er ikki tí, at tað loysir seg so væl, men eg trívist væl og eg havi tað gott, sigur Haldor. _ Man fær jú heldur einki við sær í grøvina. Eg kundi kanska tað sama leigað [...] til hús, tað hevði kanska loyst seg betur, sigur Haldor, sum ikki ger so nógv fyri at kappast við teir nútímans handlarnar. _ Men alt er so nógv bíligari í dag. Um tú fyrr í tíðini skuldi keypa tær ein