Fýra dystir í fimtanda umfari í Effo-deildini eru á skránni seinnapartin. Fyrsti dysturin varð spældur í gjárkvøldið, tá ið NSÍ í stevnudystinum við Løkin vann 4-2 á grannunum í Víkingi. Talan var um uppreisn [...] verður leiðslan í hvussu so er fimm stig. Á prátinum í Klaksvík og Norðoyggjum skilst, at að verður nógv blátt og hvítt í Gundadali seint seinnapartin ídag. Fyrri dysturin í høvuðsstaðnum í dag verður á Argjum [...] in var stórur, spælið fleyt væl, og Árni Frederiksberg og Klæmint A. Olsen vóru í hopla, tá ið teir við tveimum málum í part vendu øllum á høvdið, so NSÍ vann 4-2. Úrslitið bar við sær, at KÍ seinnapartin
Uppskotið fall sum kunnugt, tá øll 19 í samgongu atkvøddu ímóti, meðan bert 11 í andstøðuni atkvøddu fyri, meðan tríggjar atkvøður vóru blankar. Skráin fyri tingfundirnar í næstu viku sæst niðanfyri: Týsdagur [...] tørvi Málið verður beint í Fíggjarnevndina 4. Løgtingsmál nr. 20/2013 : 1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Barsilsskipan Málið verður beint í Vinnunevndina 5. Løgtingsmál [...] Løgtingsfundur verður ikki aftur fyrr enn týsdagin 22. oktober – í aðru viku. Øll málini, sum vóru á skránni til tingfundin í gjár vórðu ikki avgreidd, tí uppskot um misálit á løgmann varð lagt fyri tingið
tað eru góð 10 prosent dýrari at liva í Føroyum enn í Danmark – og í Danmark er eisini rættiliga dýrt at afturímóti í øðrum londum. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum vísti á, at tað bar ikki til [...] har útboðið er nóg stórt, og veitararnir nóg nógvir í tali, fer kappingin í stóran mun at tryggja røttu prísleguna. - Kanningar ella eftirlit eigur tí í høvuðsheitinum at fevna um almennar og privatar vørur [...] Tað verður ongin kanning sett í verk fyri at vita, hvussu tað kann verða bíligari at liva í Føroyum. Hvørki samgongan, ella Kári P. Højgaard, vilja taka undir við einum uppskoti frá tingkvinnunum, Bjørt
Hetta kann mest sannlíkt hava við sær vøkstur í deyðum og skaddum í ferðsluni, sigur Ferðslutrygd í sínum frámæli. Í Danmark gjørdu tey hesa broyting í 1971, og tá fleirfaldaðust skaðar og vanlukkur [...] gomul fara at doyggja í ferðsluni. Sambært Ferðslutrygd er váðin fyri lítlum prutli umleið 200 ferðir hægri enn í bili og 1000 ferðir hægri enn koyring í bussi. Hetta vísa tøl fyri váða í Svøríki, Noregi, [...] ur í grundgevingunum til, at hann skjýtur upp at lækka aldursmarkið fyri at koyra prutl úr 16 niður í 15 ár. Hendan broyting er partur av fleiri ferðslulógarbroytingum, sum eru bornar niðan í tingið
at løgmaður í stundini eigur at krevja, at landsstýrismaðurin tekur orðini í seg aftur og staðfestir, at landsstýrið ongar slíkar ætlanir hevur, stendur millum annað at lesa í skrivinum. [...] arbeiði at avgreiða umbønir um alment innlit. Ein landsstýrismaður – eins og allir politikarar – er í fólksins tænastu. Teir eru ikki fólksins harrar, og ein landsstýrismaður »eigur« ikki sína ráð [...] umboð, okkara tænari, og hann skal tæna okkum. Borgarin skal vita, hvat hann tekst við. Ikki kenna alt í smálutir, men verður spurt, so skal landsstýrismaðurin svara. Tað er soleiðis okkara fólkaræði
hittust og løgdu lítið fyri í álopspartinum. Einki mál og bæði fáir og smáir málmøguleikar. Soleiðis var fasittið, tá ið Ransin N. Djurhuus bríkslaði fyri síðstu ferð í Trongisvági í gjár Harvið halda bæði [...] fram í sama lagi, sum gongdin hevur verið higartil í ár. Hetta var sjeynda ferðin, at TB var partur av javnleiki, og hetta var áttanda ferðin, at B36 fór av vøllinum við einum stigi. Higartil í ár hevur [...] eydnaðist ikki. Vit eru betri at verja enn at leypa á. Í dag gekk tað mesta fyri seg millum brotsteigarnar, staðfesti TB veteranurin Óli Johannesen. Hann fegnaðist um, at tað nú eru 9 stig frá TB og
og tørvurin hjá vanliga borgaranum í londunum ikki verður gloymdur. Men sum formaður í Norrøna Felagnum í Føroyum harmar tað meg almikið, at serfrøðingarnir í Helsinki í frágreiðingini als ikki koma inn [...] bíðað hevur verið í spenningi eftir í eina tíð. Ein frágreiðing har granskarar við lærda háskúlan í Helsinki vóru bidnir um at koma við eini meting av, hvørja kós Norðurlond eiga at taka í framtíðini. Metingin [...] kunnu fáa í tí alt meira altjóðagjørda heiminum. Fleiri góðar og spennandi tilráðingar koma í hesi frágreiðingini við heitinum “Nordiska Gemenskaper”. Sum formaður fyri Norrøna Felagnum í Føroyum er tað
Framferðin hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í vinnumálum, er átaluverd. Tað halda hansara egnu samgongufelagir, Johan Dahl, tinglimur fyri Sambandsflokkin, og Beinir Johannesen og Jákup Mikkelsen [...] løgfrøðingar í Føroyum, og danskir myndugleikar, gjørt vart við, at hetta hevur Løgtingið ikki heimild til, tí lógin um farsóttir er danskt málsøki. Kortini samtykti Løgtingið tað sama fyrr í ár, men tað [...] tað var avmarkað til seint í summar. Eisini tá varð framferðin átalað og Helgi Abrahamsen fekk boð frá Løgtinginum, at skuldi Løgtingið samtykkja tað sama eina ferð afturat, mátti mannagongdin vera røtt
Ja í dag, týsdagin 25. juni, koyrir virkið Sandoy Seafood aftur. Næst seinasta týsdag var sorgardagur í Sandoynni, virkið varð stongt. Men tað vardi ikki leingi! Vit kunnu brúka orðini, sum teir gomlu [...] skeið í hond, men Skálavík var heimstaðið, har var hann barnvaksin saman við systkjum sínum . Mamman var úr Skálavík við gentunavninum Tindskarð og pápin Gunnar Nattestad úr Hvalba Óli er føddur í 1968 [...] 1968. Longu í 1988 bleiv hann skipari á Navigatiónsskúlanum í Tórshavn. Skjott eftir hetta førdi hann nótabát, síðan hevur hann verið millum teir fremstu innan hesa vinnuna. Ann-Dorith er dóttir Dánjal Og
broytast. Á miðjum vølli fór Johan Troest Davidsen nevnliga somikið hart í Zoltan Bukzegi, at dómarin ikki sá sær onnur ráð enn at finna reyða kortið fram, og so mátti NSÍ spæla í undirtali seinastu 82 minuttirnar [...] men so sanniliga eisini, tí fortreytirnar í dystinum gjørdust somikið vánaligar. Europa dregur Hjá NSÍ kveikti sigurin aftur lív í vónina um, at teir skulu út í Europa at spæla komandi ár. Skal tað eydnast [...] møguleikan fyri eini veruligari topp-plasering, og í so máta var dysturin í Runavík ein undirstrikan av veruleikanum, sum er, at Víkingur síðani summarsteðgin í ov lítlan mun hevur drigið smáu marginalarnar