Og tá hann sigur, at hansara embætisfólk ikki fáa arbeitt, tí tey skulu avgreiða umbønir um alment innlit, so hevur landsstýrismaðurin fullkomiliga misskilt sína uppgávu. Tí tað er teirra arbeiði at avgreiða umbønir um alment innlit.
Ein landsstýrismaður – eins og allir politikarar – er í fólksins tænastu. Teir eru ikki fólksins harrar, og ein landsstýrismaður »eigur« ikki sína ráðharrastovu. Hann er okkara umboð, okkara tænari, og hann skal tæna okkum. Borgarin skal vita, hvat hann tekst við. Ikki kenna alt í smálutir, men verður spurt, so skal landsstýrismaðurin svara. Tað er soleiðis okkara fólkaræði virkar
Tað eigur ikki at vera ein trupulleiki, at almenningurin veit, hvat ein landsstýrismaður tekst við. Tað er ikki ein spurningur, um fjølmiðlar skulu fáa upplýsingar, tí hendan rættin eiga allir borgarar.
Vit kunnu tí av røttum spyrja, hvørji motiv ein politikari hevur, sum vil dylja upplýsingar fyri almennninginum.
Vit kunnu tí ikki annað, enn geva Øssuri Winthereig úr Føroyskum Fjølmiðlafólkum rætt, tá hann segði við Rás2, at:
»Opinleiki og gjøgnumskygni eru tveir av hornasteinunum í fólkaræðinum. Og at avmarka opinleika og gjøgnumskygni, er at avmarka talu- og skrivifrælsi.«
Felagið hjá fjølmiðlafólkum hevur alment átalað landsstýrismannin og sigur, at hetta er eitt álvarsligt álop á fólkaræðið
Felagið heldur tí, at løgmaður í stundini eigur at krevja, at landsstýrismaðurin tekur orðini í seg aftur og staðfestir, at landsstýrið ongar slíkar ætlanir hevur, stendur millum annað at lesa í skrivinum.
Og vit kunnu á hesum stað bera gera teirra orð til okkara. Tí um so er, at landssstýrið hevur slíkar ætlanir, nú Løgmansskrivstovan er farin at hyggja upp á lógina um alment innlit, so er tað eitt afturstig.
Lógin um alment innlit er eitt gott og neyðugt amboð, bæði hjá fjølmiðlum og hjá borgarunum.
Heldur enn at skerja hana, so átti hon at verið víðkað enn meira.
Fyrsta stigið kundi verið, at Johan Dahl við kunngerð gjørdi av, at øll tey almennu partafeløgini undir Vinnumálaráðnum vórðu fevnd av lógini. Taá hevði Johand Dahl dugnað fólkaræðinum.