flogið nakrar eykatúrar við farmi fyri verandi tyrlu (køliskáp til Gásadal, máling til Koltur o.s.v.), ja so kemur Magni Arge í bløðini við stórtíðindum, at seinasta ár høvdu vit 4 milliónir í avlopi av nýggju [...] ikki taka skatt frá borgar-unum til at seta í vinnulívið. Hetta kann ljóða ógvuliga skilagott, men um vit hyggja at nøkrum konkretum avgerðum hjá sitandi landstýri, og fyrrverandi landstýrum eisini, sæðst [...] vinnulívs stuðul. Runavíkar Kommuna hevur við stórum hegni skapt vinnulívinum í kommununi framúr góðar karmar at virka undir. Kommunan hevur stuðla við at byggja bygningar og havnir sum vinnuvirkir kunnu húsast
mótsatt hesum frálíka skattapolitikki. Í Tórshavnar býráði hava vit havt eina góða samgongu, har vit hava avrikað nógv, sum er felagsgagnligt fyri allar borgarar í kommununi, og er hesin politikkur júst í andsøgn [...] tí sterkasta, sum er avgerandi fyri at bera byrðar og byggja land, men at tað eru tær tyngstu byrðarnar, sum fara at kennast lættar, tá vit hava eina felagskenslu av, at vit virka her á landi og lyfta í [...] Her átti Sjúrður Olsen í víðopnum lesarabrævi at harta sínar egnu úr Fólkaflokkinum fyri førdan landspolitikk. Vit í Tjóðveldi taka IKKI undir við: • Skattabluffinum hjá Fólkaflokkinum við barnakekki
vøggustovu til barnagarð. Hesir dagar vóru heilt ómetaliga læruríkir fyri meg. Ikki einans sá eg starvsfólk hvønn dag kýta seg langt út um tað, vit kunnu krevja av starvsfólki, eg sá eisini, hvussu pressaður [...] til – og sum tey aloftast finna loysnir uppá, sum eru bestar fyri barnið. Eg síggi tíverri eisini, hvussu starvsfólkini fella frá. Nú skulu vit taka annað skinn um bak – lurta eftir starvsfólkunum og hoyra [...] at meira tíð og betri pláss virkar. Fái eg saman við Javnaðarflokkinum møguleika fyri tí, vil eg gera mítt ítarsta fyri at námsfrøðilig starvsfólk fáa umstøður at hugsavna seg um sítt arbeiði – sum er
Vit hava brúkt nógv pláss í blaðnum og á hesum stað uppá ætlaða tilfeingisdepilin í Fuglafirði. Hetta tí at vit halda, at væntandi støðutakanin og áhugin hjá sitandi landsstýri fyri hesum stórmáli, er [...] er einki minni enn ein skandala fyri land okkara. AT hugsa sær, at vit í Fuglafirði eiga eitt virki og dugnalig fólk, sum nú í meira enn 30 ár hava arbeitt pelagiskan fisk og sum nú í longri tíð hava ynskt [...] útbyggja møguleikarnar fyri at troyta fiskasløgini eitt nú sildina, sum svimur framvið oyggjum okkara - og hesi so als ikki verða hoyrd. Tað líkist ongum. ALT hetta málið er ein stór skomm fyri okkara stýrandi
skal gjalda pengarnar til ætlanina, kunnu vit ikki vanta nakra positiva viðger, tí fíggjarmálaráharrin sigur, at vit skulu heldur spara okkum eftir reyv, enn skapa nakran framburð. Suðuroyggin er í tungum [...] itikarum. Tað má verða Suðuroyggin sum gongur á odda fyri at koma úr naggatødnini, ikki onkur annar. Suðuroyarætlanin skal nú aftur “kannast” fyri triðu ella fimtu ferð, sigur landsstýriskvinnan í kommunumálum [...] matrikle, koma vit ikki víðari. Viljin til at samstarva og fáa Suðuroy til ein veruliga vinnuligan part av Føroyum, er tíverri ikki til staðar millum hesar politikarar. Júmen sigur onkur, vit samstarva eitt
Guð sjálvur, ið vil borga fyri syni sínum, sum hann ger tað tann dag í dag, har tað avgerandi fyri Guði ikki er, hvørt vit eru likamliga deyð ella livandi, men heldur hetta: um vit hoyrdu orð hansara ? hitt [...] umsorgan fyri okkum, børnum sínum, at Guð ongantíð aftur skal gloyma okkum, og at eingin og einki skal megna at slíta okkum úr hansara haldgóðu hondum ? hondunum, ið mega halda, eisini har vit máttu sleppa [...] son sín, hin einborna sum ein av okkara. Og so verða vit við framhaldandi orðunum hjá Jóh. evangelisti ámint um, at eisini Jesus sær mørk verða sett fyri sær sjálvum og gerningi sínum: »Sonurin kann als einki
Hektiskir jólainnkeypsdagar eru fyri framman. Fólk, sum eru ov sein á sjóvarfallinum, skulu gera síni innkeyp í síðstu løtu. Tað í sær sjálvum kann skapa grundarlag fyri óhappum og vanlukkum í ferðsluni [...] Hvussu oftani hava vit ikki verið vitni til, at tað nettupp hesa gleðishátíð henda óhapp og vanlukkur, sum raka so meint! Sum skilst eru vit enn sloppin undan syndarligum vanlukkum hesi jólini. Men jólini [...] Hinvegin vita vit, at akfør eru potientiellir dreparar um ein kann siga tað so. Ein skjóttkoyrandi bilur við einum óvandum og ábyrgdarleysum bilførara er einki minni enn eitt effektivt morðvápn. Um vit vilja tað
lýsa sangleikin og hvørja einstaka umboðandi listagrein til fulnar. Tó sita vit eftir við eini heildaruppliving, og tað er hana, vit eru noydd at krøkja okkum í. Jósef fullførdi dreymarnar Sum heild er talan [...] veruleikanum vann hann á vónloysi og mótgongd. Jú, dreymurin gjørdist av sonnum veruleiki, bæði fyri Jósefi og fyri okkum mongu, sum týskøldið høvdu leitað okkum niðan í Norðurlandahúsið.« - - - Russar njósnaðust [...] serfrøðingum verða umleið 500.000 kilo av húsarhaldsburturkasti blakað fyri borð av teimum føroysku fiskiskipunum til stóran skaða fyri fugl og havumhvørvi. Bert heilt fáir bátar taka ruskið við í land, og
trupulleikar at knýtt okkum øll saman. Øll gera vit alt vit megna fyri at vit øll skulu trívast sum best. Men at onkur man hava veitsluna spilt er eyðsæð, tá vit síggja og hoyra dagligu tíðindini í fjølmiðlunum [...] at skilja? Hóast vit eru av sama kjøti og blóði, so vilja vit bumba hvønn annan, snýta hvønn annan, misbrúka álit, byrgja uppfyri samstarvi og so framvegis. Man tað vera soleiðis, at vit liva í einari m [...] virði verða definerað og niðurfeld á blað, fyri at vit skulu vita hvat er rætt, og hvat er rangt. Tað, sum einaferð var borið við móðurmjólkini, og sum vit síðani tóku til hjartað, er nú at finna í bókum
móðurmjólkini so at siga. Sungið varð fyri okkum, tá vit lógu í vøgguni, vit vórðu nanað, og eg minnist serliga løturnar á knænum hjá pápa, har hann sang fyri mær. Vit fingu ein beiggja, tá ið eg var níggju [...] fóru vit í ullina at arbeiða. Vit nappaðu, karðaðu og bundu, og tá ið høvdið á okkum smáu byrjaði at hanga, tók hann okkum upp á knæið og sang fyri okkum. Onkur heldur, at skjaldrini vóru fyri at læra [...] eru, inni at sær dagliga, og sum vilja gera alt fyri, at tey ikki fara. - Skjaldrini hava havt stóran týdning fyri uppvaksandi ættarlið, ikki minst fyri meg og míni systkin. Eg eri bara ovurfegin um, at