sum høvuðsskansa. Í hinum endanum var onkra ferðina um reppið, at tað gjørdist vandamikið, tá ið David Asare og John Tordar Poulsen vóru framvið. Talan var ongantíð um, at Víkingur var skelkaður. Spu [...] verjukendu og sentralu miðvallararnir bakka so væl upp, sum teir gera. Málini Eftir steðgin var tað bara ein spurningur um, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. Ferðin var sett upp, og tað glapp eftir eitt [...] frísparki sendi bóltin ímóti málinum. Bólturin rakti í manngarðin, og so var Stanislav Kuzma um ein háls. Tveir minuttir seinni var aftur galið hjá gestunum. Hesa ferð var tað Hjartvard Hansen, sum seinastu
kanningum er, at undirsjóvartunnilin tykist vera tað frægasta. Bæði sum íløga og í rakstrinum, sigur David Reinert Hansen, stjóri í P/F Vágatunnlinum. Í tilmælinum til aðalfundin verður sagt, at tær forkanningar [...] verður um undirgrundina, farast skal ígjøgnum. Sagt verður í tilmælinum, at jarðfrøðisliga grundarlagið eins og tekniska projektið verður dagført við atliti til nýggjastu royndirnar innan undirsjóvartunnil í [...] ber tó ikki til bara uttan víðari at fara undir hetta arbeiðið, metir nevndin. Mælt verður til, at ein anleggslóg má samtykkjast, ið staðfestir játtan, útvegar neyðugar heimildir v.m. og sum gevur grundarlag
eftir at bólturin var komin innfyri úr høgru. John Petersen hevði ein fínan fluktara, og á hálva tímanum hevði Magni á Lakjuni, sum var ein av fleiri B36 monnum, ið tordu at bjóða seg til í samanspæli, eitt [...] stigini. Tí var tað eitt sindur tunnligt aftarlaga á vøllinum. Eftir skjótt uppspæl í høgru gjørdist David Janashia púra leysur mitt fyri, og so var mál. Harvið gekk tað, sum tað plagar hjá B36 í Europa Cup [...] halda fram í kappingini. B36 skal savna seg um tey átta umførini, sum eru eftir av landskappingini. Ein av veikleikunum higartil hevur verið, at teir hava misnýtt stórar møguleikar. Tí hava verjumistøk kostað
eina "pulju" ? ein "blokk" og so kundu vit sjálvi sláast um býti av peninginum. Tó. Ongin ivi er um, at Leikpallur Føroya var hart tiltrongdur ? hevur verið til nyttu og hevur verið ein slóbrótari fyri [...] Og tað er so satt sum tað verður sagt. Tjóðpallur Føroya verður nú settur á stovn ein av fyrstu døgunum, aftaná ein "sveran fødsil". Meiningin var, at hann skuldi fara at virka frá 1. januar 2004, men [...] Føroya, varð stovnað: Í ár eru 25 ár síðan MáF - Meginfelag áhugaleikara Føroya - varð sett á stovn. Ein kann ikki lata vera við at hugsa, at nógv er broytt - og at tíðin gongur skjótt. Men 25 ár eru ikki
Heri Mohr Í meira enn tíggju ár hava loysingarfólk á tingi og í fjølmiðlum – privatum og almennum – jabbað og júkað upp í saman um ta ”oyðileggjandi og niðurgerandi” almennu fígging av okkara heilsuverki [...] avlamnum og brekaðum fer at mynda seg, um tað nationalistiska paradísið í Føroyum verður avgreitt sum ein hastisak og sett á stovn. Loysingarfólk stara seg blind á ”fenomenið” ríkiskassablokkin sum verandi [...] hjálp úr Danmark; - men frá loysingarfólki hoyrdist og hoyrist einki uttan garteran. Orðið takk er ein býur í Russlandi. Í roynd og veru er føroyskur politikkur fótatraðk í 100 ára gomlum ringi, sum gerst
a hjá toski, og hvussu hendan broytist við tíðini. Eisini skulu tveir studentar, ein frá Åbo Akademy University og ein frá universitetinum í Helsinki í Finlandi, verða á Fróðskaparsetri Føroya í tveir [...] Postdoc, umframt ráðstevnur og ymiskt undirvísingarvirksemi, sum verður knýtt at ymisku verkætlanum. - Ein av hesum PhD-verkætlanum verður í Føroyum, og hendan ber heitið “Changes of the spatial distribution [...] tann tíðin, tá toskurin gýtir. Hetta kom fram í bachelorritgerðum, sum Hannipoula Olsen og Helga Bára Mohr Vang, skrivaðu í 2010. Ætlanin er nú at kann nærri, hví so er. Eyðfinn Magnussen sigur, at hesar kanningar
Heri Mohr, fyrrv. stjóri á Føroya Gjaldstovu ----- Fyrst ein stutt frágreiðing um hvussu tollinnkrevjing varð skipað, meðan Føroya Gjaldstova var tollmyndugleiki frá 1939 til 1987. Við løgtingslóg nr [...] 2. Fyri innflutningsgjaldið verður vørumóttakarin at seta trygd svarandi til innflutningsgjaldið í einum meðal mánaði, tó ongantíð minni enn 100.000 kr. 3. Heldur vøruinnflytarin ikki hesar reglur, missir [...] 1991 er tilskilað, at 17,7 milliónir av tollkredittinum mugu haldast at vera virðisleysar. Í 1987 sá ein nýggjur stovnur – Føroya Tollstova – dagsins ljós. Við ongari fígging og ongari løgtingsjáttan kostaði
barndómsfelagið í Runavík, har hann at enda var partur av fyrsta FM-heitinum hjá felagnum. Var eisini ein merkisverdur ítróttamaður, sum var føroyameistari í fimleiki og toppskjútti í hondbóltskappingini, [...] spælararnar. Umframt barndómsfelagið KÍ, hevur hann eisini spælt í B36, HB, íslendska ÍBV og nú AB. Er ein av bara tveimum spælarum, sum hava vunnið FM við trimum føroyskum feløgum, umframt at hann longu eina [...] donskum fótbólti. Í borgarliga starvinum hevur hann seinnu árini fingist við at selja fisk, og er hann ein av eigarunum av FO-fish. Torkil Nielsen: Stóra hetjan úr Landskrona. Hóast fótbóltsevnini vóru eyðsýnd
hansara veika hjarta steðgaði nakrar dagar seinni. Her hevur hann sum ein av teimum fáu bretunum verið samsintur við Edmund Morel, sum eigur ein týðandi lut í søguni um Daniel J Danielsen í Congo, sum greitt [...] Elspa Fyrsta úrslitið av virkseminum hjá Sloan var, at Dia í Geil varð doyptur í 1880. Hetta var ein stórhending tá í tíðina, og skapti hon eisini nógv øsing. Tann næsta at lata seg doypa gjørdist systir [...] Tey vóru borgarliga vígd í Skotlandi, tí hetta lat seg ikki gera í Føroyum tá. Elspa var kend sum ein lívlig og hittinorðað kvinna, sum í sínum ungu árum spældi sjónleik, og var hon stórliga fagnað. Eina
Nú um dagarnar fekk Tryggingarfelagið Føroyar nýggjan varastjóra. Talan er um ein gamlan kenning í føroyskum vinnulívi, Edvard Heen. Hann arbeiddi í Sjóvinnubankanum fyri nógvum árum síðani men fór síðani [...] m" á Kongabrúnni vóru nógv umboð fyri føroyskt vinnulív møtt fyri at heilsa nýggja varastjóranum. Ein teirra var Gunnar ì Liða, forstjóri í felagnum. Hann ynskti Edvard Heen vælkomnan í felagið og vónaði [...] -Vit vænta, at tú við tínum royndum bæði her á landi og eisini uttanfyri landoddarnar, fert at vera ein íblástur fyri felagið og fyri starvsfólkið her. Forstjórin í í felagnum segði víðari: -Tryggingarfelagið