Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
1. Jákup Mikkelsen, B36
Hóast litavar høvdu bóltin nógv, so var arbeiðsdagurin sum so rættilga friðarligur hjá Jákupi. Veruligur bjargingarnar, sum hann varð noyddur at gera, vóru fáar í tali. Tann fyrsta kom longu eftir sjey minuttum, men tíverri varð returbólturin síðani beindir í netið. Í spælinum við beinunum vísti hann enn einaferð høgan klassa. Bæði við at sparka somikið væl út, at hetta kundi skapa vandastøður við mótstøðumálið, og við at syrgja fyri, at vandi ongan tíð spurdist burtur úr afturleggingum. Var eisini fyri tað mesta tryggur í luftini, men kom eina einstaka ferð púrasta skeivt út til innlegg, sum tíbetur varð stútaði tvørtur við føroyska málinum.
4. Atli Danielsen, Frem
Var ikki eins tryggur á bakkinum, sum hann vanliga er. Hevði fyri steðgin gott tak á sínari síðu, men fyrstu løtuna av seinna hálvleiki gekk stórur partur av litaviska álopsspælinum upp í hansara síðu. Og hevði hann stórar trupulleikar av tekniskt sterka Audrius Ksanavicius. Átti soleiðis eisini sín lut í seinna málinum hjá Litava, eins og hann ta einu ferðina noyddist at fáa sær gult kort, tá hann tók beinini undan sama mótstøðuleikara, tá hesin var á veg inn í føroyska brotsteigin.
5. Jón Rói Jacobsen, AaB
Var ikki so øgiliga tryggur fyrstu løtuna av dystinum, og misti markeringina við fyrra litava-málið. Spældi seg tó væl upp, og saman við Fróða Benjaminsen var hann rættiliga tryggur í miðverjuni seinastu fimm korterini av dystinum. Bæði við at standa rætt í verjustøðu, men eisini í nærdystum á jørðini og í luftini. Kom eisini fleiri ferðir framvið til deyðbóltsstøður, tá føroyska liðið royndi at leggja trýst á seinasta partin av dystinum.
6. Rógvi Jacobsen, HB
Skrivaði seg í føroysku søgubøkurnar, nú hann saman við Toda Jónsson er besti landsliðsmálskjútti í altjóða føroysku fótbóltssøguni, og við bara eitt lítið sindur av hepnið, kundi úrtøkan mikukvøldið verið bæði tvey- og trífaldað. Sýndi enn einaferð høvuðsspæl í altjóða flokki, og tað var ikki uttan orsøk, at litaviska verjan í seinna hálvleiki mest sum dupultkekkaði á hann, hvørja ferð føroyingar royndu at spæla langt. Arbeiddi eisini sera nógv, og var sum heild ein av sterkastu føroysku spælarunum.
7. Fróði Benjaminsen, B36
Var helst besti føroyski spælarin í dystinum. Vísti bæði leiðaraevni og styrki í nærdystum, tá føroyska verjan hevði ilt við at skipa seg fyrstu løtuna, og helt sama høga støði allan dystin á tamb. Í loftspælinum er hann nærum í sama høga flokki, sum Rógvi er tað, og góði bóltførleikin ger, at hann ofta sleppur undan panik-loysnum, tá spælast skal burtur úr trýstinum.
8. Mikkjal Thomassen, B36
Var eitt satt arbeiðsgrev á miðvøllinum, har hann serliga í fyrra hálvleiki fekk sett týdningarmiklar tacklingar inn, júst áðrenn litavisk álop gjørdust ov vandamikil. Kropsliga megnar hann eisini at halda upp á bóltin, hóast hann er undir trýsti, og tí fekk hann í fleiri førum frið yvir føroyska spælið. Var í seinna hálvleiki eisini um at skora, men ov tjúkt var fyri, tá hann royndi seg við dundurskoti eftir returbólt úr litaviska brotsteiginum.
9. Jákup á Borg, HB
Tað líktist einum urias-posti fyrstu løtuna, tá hann skuldi spæla á óvanda plássinum. Bæði tí hann tóktist venda skeivt, tá hann móttók bóltin í uppspælinum, og tí hann hevði ov góðan hug at pressa mótstøðuspælaran, uttan at hava nóg gott eyga við veruleikanum, at hann ikki hevði bakkin aftan fyri seg. Spældi seg tó heilt væl upp, og í seinna hálvleiki var tað rár hending, at litavar spældu seg ígjøgnum í hansara síðu.
10. Christian Høgni Jacobsen, NSÍ
Hevði ein av sínum meira friðarligu landsdystum, og tað var ikki so ofta, at hann fekk víst annars góðu evnini at bjóða beinleiðis mótstøðumanni sínum av. Var tó partur av einstøkum føroyskum atsóknum, men sum heild var útskiftingin náttúrlig.
14. Christian Lamhauge Holst, Lyngby
Sýndi sjáldan tann klassan, sum í dystunum móti Italia og Skotlandi gjørdu hann til púrasta sjálvskrivað val á toppinum. Kanska eisini tí hann ofta leitaði djúpt oman á vøllin, og tí ikki kom í rætta støðu, áðrenn føroysku innleggini komu. Og var hinvegin eisini ov ótolin í støðum, tá hann royndi at spæla langt og beinleiðis, heldur enn at nýta eina sending ella tvær meira í uppspælinum.
17. Símun Samuelsen, Nototten
Hevði ivaleyst sín best landsdyst yvir høvur fyri Føroyar. Sýndi ta ferðina og gjøgnumbrotsstyrkina, sum hann ferð eftir ferð hevur víst í Keflavík, men sum onkursvegna ikki hava eydnast eins væl á landsliðnum. Serstakliga gekk nógv fyri seg í hansara síðu í fyrra hálvleiki, men eisini í seinna hálvleiki var hann fleiri ferðir við til at seta ferð á føroyskt kontra við longum raidum niðan eftir síðuni.
19. Súni Olsen, AaB
Var als ikki so eyðsýndur í stýrimansleiklutinum, sum vit við tíðini hava vant okkum til. Valdi í fleiri førum truplu loysnirnar, og tað kostaði fleiri bólttap á miðvøllinum. Og heldur ikki vóru sendingarnar til viðspælarar eins neyvar, sum tæ vanliga eru. Útskiftingin tóktist tó náttúrlig, men lítið er at ivast í, at hann framvegis eru tryggur fastur fúsur á føroyska miðvøllinum.
2. Pauli G. Hansen, Skála
Kom á vøllin fyri Súna Olsen, og megnaði í leiklutinum sum miðvallasweepari at tippa flestu av holunum, sum voldu føroyska liðnum alstórar trupulleikar fyrstu løtuna av seinna hálvleiki. Tað var tó ikki altíð, at hann slapp sær eins skilagott av við bóltin, men føroyska landsliðið er tað gott at síggja, at miðvallageneralurin av Skála er í ferð við at finna tað støðið, sum hann vísti tey árini, tá Skála beit seg fast í føroyska fótbóltstoppin.
12. Hans Pauli Samuelsen, EB/Streymur
Fekk seinasta korterið av dystinum og var mest sum ein fragd at síggja. Framúr tekniski førleikin kom fleiri ferðir til sín rætt. Ikki minst tí fyrsta nertingin altíð er mest sum perfekt. Og hevði tí mest sum einki bólttap ta løtuna, hann var á vøllinum.
11. Andrew av Fløtum, HB
Fekk nakrar fáar minuttir á vøllinum, og tí kann illa metast um avrikið. Men átti uppleggið til málið hjá Rógva við fínari sending.
Mynd: Dystarmynd, sum Álvur finnur
Innanhýsis sveiggini vóru stór millum føroysku spælararnar í Kaunas mikukvøldið










