umboð fyri Amnesty fara at greiða frá. Sí annars samrøðu við skrivaran í Amnesty, Margrethu Nónklett í Vikuskiftinum í dag. [...] spildurnýggi filmurin um amerikonsku fangaleguna á Cuba gongur sum eldur kring allan heim. Nú verður so eisini høvi hjá føroyingum at síggja hann. Í sambandi við filmin verður eisini stutt framløga, har umboð
Beint eftir náttura sunnukvøldið fekk Politistøðin í Klaksvík fráboðan um, at eldur var í á maskinverkstaðnum Skarðhamar á Oyravegnum uttanfyri Klaksvík. Sløkkiliðsbilurin kom á staðið og fekk bast eldinum [...] ini siga teir annars, at sera friðarligt var um vikuskiftið í Klaksvík. Veðrið var sera vánligt, so lítið fólk hevur verið at sæð í býnum í vikuskiftinum.
Fyri løtu síðan var útrykningur í Havn. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn er fáorðaður, men sigur, at fráboðan er komin um, at eldur helst er í einum sethúsum í Krossgøtu í Havn, og sløkkiliðið er sent [...] sent á staðið. - Vit vita lítið beint í løtuni um, hvussu vorðið er, men vit vita, at húsini standa ikki í ljósum loga, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn. in.fo fer at fylgja málinum.
Løgreglan í Santa Maria í Brasil hevur tikið mannin, sum eigur náttklubban, sum eldur kom í um vikuskiftið. Meiri enn 230 ungfólk doyðu. Umframt eigaran hevur løgreglan handtikið tann, sum hevði ábyrgdina [...] av trygdini í náttklubbanum, og ein av tónleikarunum í bólkinum, sum spældi har hetta kvøldið. Tónleikarin er tikin, tí sum skilst var tað hann, sum brúkti fýrverkið, sum festi eld loftið í klubbanum. Landasorg [...] Landasorg er í Brasil í dag og teir næstu dagarnar.
eftir tann lítla eldin í maskinrúminum í morgun. ?Peter Wessel? var einar 12 fjórðingar úr Hirtshals, tá eldur kom í eina eltalvu í maskinrúminum í morgun. Kortini verður ferjan ikki í Frederikshavn fyrr enn [...] enn eina ferð í nátt, tí sambært donsku bjargingartænastuni skal ferjan togast til lands. 346 ferðafólk eru umborð á ?Peter Wessel?, og tey fáa ókeypis hotelluppihald, tá tey sleppa í land, sigur reiðaríið
Klokkan 12.09 í dag fekk vakthavandi á løgregluni eina fráboðan um, at eldur var í einum sethúsum í Norðdepli. Klaksvíkar Sløkkilið varð sent á staðið, men tá sløkkibilurin kom fram, var eldurin longu [...] longu sløktur av fólkum, ið vóru har. Leiðarin á sløkkiliðnum í Klaksvíkar Sløkkilið upplýsir, at ongin var í húsinum, tá eldurin kyknaði, so ongin mannskaði stóðst av eldinum. Hann veit eisini at siga, at
fekk løgreglan í Havn eina fráboðan um eldsbruna. Tað var ein, sum ringdi inn og boðaði frá eldi í einum grannahúsum. Talan var tó ikki um stóran eldsbruna. Ein fullur maður hevði fest sær í eina sigarett [...] sigarett, og á ein ella annan hátt var eldur komin í dýnuna. Møguliga var maðurin sovnaður við sigarettini í songini. ? Ongin skaði hendi kortini uttan við dýnuni, sum varð nakað brend, sigur vakthavandi.
Russisku álopini í Donetsk-regiónini og í næst størsta býi landsins, Kharkiv, sum liggur har eysturi í landinum, halda fram í dag. Tað veit CNN at siga í kvøld. - Støðan í regiónini gerst alsamt meira [...] loftávaringarlúðrar í fleiri regiónum í Ukraina, og russiski herurin skeyt rakettir eftir málum í ymiskum býum. Tað eru tey, sum halda, at álopini síðstu nátt og í dag eru hevnd fyri, at Russland í gjár misti stóra [...] at álop eru framd ímóti einum ídnaðarøki í dag. Hann sigur, at russiskar rakettir eisini hava rakt eitt íbúðarøki í Kharkiv í dag, og her eru 10 fólk deyð og í minsta lagi 35 særd, harímillum trý børn
Tíðliga í morgun lokala tíð kom eldur í San Miguel-fongsli í kilska høvuðsstaðnum Santiago, og tey seinastu tíðindini siga, at eldurin hevur kravt í minsta lagi 81 mannalív. 19 fólk hava fingið skaða. [...] Kilska sjónvarpið hevur í dag víst myndir, sum vísa eld og tjúkkan royk koma upp úr fongslinum. Amerikanska sjónvarpið CNN veit at siga, at tað vóru næstan 2.000 fangar í fongslinum, tá eldurin kyknaði
Tíðliga seinnapartin í gjár varð øll tilbúgvingin boðsend á Børkugøtu í Havn, tí tað var eldur í einum sethúsum. Fólk vóru inni í húsunum, og tveir persónar vórðu fluttir á Landssjúkrahúsið til kanningar [...] fyri roykeitran. Í dag visti Kringvarp Føroya at siga, at eldurin var ásettur, og hetta staðfesti løgreglan skjótt. Hvat hendi inni í húsunum er ikki greitt, men ein ung kvinna varð í øllum førum handtikin [...] handtikin á staðnum. Hon játtaði seg seka og skal avhoyrast seinnapartin í dag.