Tíðliga seinnapartin í gjár varð øll tilbúgvingin boðsend á Børkugøtu í Havn, tí tað var eldur í einum sethúsum. Fólk vóru inni í húsunum, og tveir persónar vórðu fluttir á Landssjúkrahúsið til kanningar fyri roykeitran.
Í dag visti Kringvarp Føroya at siga, at eldurin var ásettur, og hetta staðfesti løgreglan skjótt. Hvat hendi inni í húsunum er ikki greitt, men ein ung kvinna varð í øllum førum handtikin á staðnum. Hon játtaði seg seka og skal avhoyrast seinnapartin í dag.